Starahús!

Evnið ásett er til leygardagsskúlan 31. jan. ’15 er “Starahús”.

Gongur sum ætlað, verður Nólsoyar skúli prýddur við ymsum starahúsum – í ymsum litum 🙂

Vit fara eisini upp á gólv. “Revurin reyði” er skrivaður niðanfyri á hesi síðu.

Við ynskjum um góðan og læruríkan leygardagsskúla.

Ein revur kom rennandi gjøgnum lundina ein dag
tá sá hann ein ravn sita í einum træ.

Men revurin reyði gjøgnum lundina rennur.

Og revurin skjótt til merkis legði,
at ravnurin nakað í nevinum hevði.

At tað var kjøt, tað sá hann brátt,
og kjøt tað dámar einum revi so gott.

Nú revurin hugsar við sjálvum sær,
handan kjøtbitan skal eg hava frá tær.

Góðan dag frú Ravn, ein gleði tað er,
at eg skuldi fáa at hitta teg her.

Ein vakrari fugl eg aldri sá,
tí búni er floyal frá topp til tá.

Men hevði eg einaferð hoyrt teg sungið,
tað ljóð skuldi aldri frá mær gingið.

At syngja fyri tær fellur mær so lætt,
hann gapar og bitin úr nevinum datt.

Og revurin eftir bitanum sprakk,
hann gloymdi at siga frú Ravn mangatakk.

Av hesum ein og hvør læra skal,
ikki at trúgva eini smikrandi tungu for væl.

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi!

Úr Nólsoyar skúla verður ynskt tykkum øllum eitt av Harranum signað nýggjár.

Fyrsti skúladagur í 2015 byrjar mánadagin 5. januar kl. 8:00!

Men 🙂 Sum vanligt eru næmingarnir vælkomnir niðan kl. 7:45 at njóta friðin og samveruna í bókasavninum og í matarhøllini.

Við bestu ynskjum um gott og læruríkt 2015!

Jákup av Skarði