Innskrivingin til komandi skúlaár er opin 🙂
Eru spurningar?
Jákup av Skarði
tlf. 217001
Flogbarnakapping millum 3. flokkar í Tórshavnar kommunu,
verður í Høllini á Hálsi, mikudagin 4. des. 2019.
Vit eru saman við Skúlanum á Fløtum og kappast móti Eysturskúlanum, Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri.
Vit møta sum vant í skúlanum og fylgjast síðani út á Klivar. Fara til Havnar kl. 8:15 og út aftur kl. 12:30.
Næmingarnir skulu hava góðan matpakka og vatndunk við. Tey, ið eiga innanduraskógvar, kunnu hava teir við, men tað er ikki krav.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Í arbeiði okkara, at næmingarnir trívast, skipaðu Fríðbjørg og Miriam skúladagin í dag. Tær eru báðar AKT-lærarar og knýttar at førleikastovuni í Eysturskúlanum.
Vit hugdu eisini at tveimum stuttum filmum:
https://www.barnabati.fo/egoglivid/filmar-born-og-ung-hugleida/
JavS
Sum vant verður ymiskt gjørt burturúr, skúladagarnar upp undir jól.
Hvønn skúladag í desember verður ein jólasøga, ið næmingur hevur skrivað, lisin upp, samstundis sum myndin, ið næmingurin hevur evnað, verður víst á SmartBoard.
Harafturat taka næmingarnir sær jólapakka! Tí mugu allir næmingar taka við sær ein jólapakka, ið skal lúka ávísar treytir!
Tað, ið er í pakkanum, skal:
Lærararnir
Hendan slóðin kann gera tað stuttligari at venja tabellir:
https://www.matematikk.org/trinn8-10/gangetesteren/
Góðan spæli-/arbeiðshug 🤗
JavS
Næmingarnir hava í dag fingið bræv:
Hósdagin 21. nov. 2019 møta barnatannrøktararnir í Nólsoyar skúla,
at undirvísa og busta tenn.
Næmingarnir skulu taka egna tannbust við í skúla.
JavS
Minnist til!
Um tit vilja tryggja tykkum jólabókina 1. des., mugu tit gjalda á hesari slóð í seinasta lagi 15. nov.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Góðu nólsoyingar!
Um líkindi eru til tess, renna 67 næmingar í SSS-samstarvinum (Velbastaður, Kaldbak og Nólsoy) vanligu rennileiðina í bygdini í Nólsoy!
Í morgin, hósdagin 10/10-2019 🙂
Lærarar eru sjálvsagt um næmingarnar, men heitt verður tó á tykkum, ið eru í ymsum akførum, at ansa serliga væl eftir í tíðarskeiðinum frá kl. 9:30 til 11:30.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Ætlandi er SSS-rennidagur hósdagin.
Tó kann veðrið spæla okkum eitt puss og broyta ætlanirnar.
Men í morgin, mikudagin 9. okt., skulu næmingarnir verða fyrireikaðir til, at vit møguliga fara út í ítrótti – eisini fyri at ganga leiðina, ið er okkara renniteinur. Hóskandi klæði og vatndunk 🙂