Enn ein væl eydnaður føstulávintsmánadagur. Fyrst slerdu næmingarnir tunnu, síðan inn at krýna kattakongar – og sum vant eru vinningarnir nýggjar bøkur frá Bókamiðsøluni. Vit nýttu høvið at kvøða sitandi, áðrenn næmingarnir settust at eta pizza og føstulávintsbollar. Føstulávintsbollarnar høvdi næmingar bakað.

Nú fara vit í vetrarfrí og hittast aftur mánamorgunin 22.02.2021.

Góðu næmingar, foreldur og lærarar.

Stóra takk fyri hendan leygardagsskúlan um samskifti.

Vónin er, at næmingarnir taka til sín alla vitanina, ið nú er um jaliga samskiftið, samstarvið og hættirnar at broyta óhepnu støðurnar – áðrenn støðurnar hava keðilig úrslit.

Bestu ynski um gott samstarv
og góðan trivna.

Jákup av Skarði


09:30 Næmingarnir møta í fimleikahøllini
Góðan morgun 🤗 
Vit taka í aftur arbeiðið í evnisvikuni.

10:00 Fyrireiking til framløgurnar

11:00 Foreldrini møta í fimleikahøllini

12:00 Foreldrini fara heim 
Næmingarnir fara til borðs

12:30 Næmingar og lærarar taka samanum.

12:45 Takk fyri í dag og gott vikuskiftið 😊

Anna Marna, Bára og Jákup

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi 

Sum greitt í ársætlan skúlans, verður evnisvika í komandi viku (1.-5. feb.) og leygardagsskúli (6. feb.). 

Vit hava sett okkum evnið: Samskifti. 

Í dag hava næmingarnir prátað um evnið og evnisarbeiði og hesar myndirnar niðanfyri eru hugsaðar tykkum at samskifta um heima, og at stuðla undir teirra ískoytið til arbeiðið.

Evnisarbeiðið verður skipað soleiðis, at vit fylgja vanligu tímatalvuni og størsti parturin er felagsarbeiðið, har vit eisini fáa onnur vaksin at arbeiða saman við okkum.

Vegna korona bjóða vit foreldrum bert í skúlan leygardagin 6. feb. kl. 11-12, at samskifta um evnið, ið vit hava arbeitt við, og at síggja úrtøkuna. Næmingarnir eru í skúla leygardagin 6. feb. kl. 9:30 til 13.

Eldri bólkur, náttúra og tøkni, 26. jan. 2021

Í Nólsoyar Skúla hava vit eina skjaldbøku,  sum eitur Perla.  

Fyrr høvdu vit eina skjaldbøku, sum æt Ragnhild.  So kom Perla. Seinni doyði Ragnhild og nú er Perla einsamøll eftir. 

Fakta um Perlu: 
• Slag: Cooter.
• Latínska navnið: Pseudemys Floridana. 

• 106 l. av vatni eru í akvariuminum.
• Akvarium mát (vatn): 49cm x 127cm x 17cm.
• Vatnið hjá Perlu skal vera umleið 27 stig. 
• Vatnið verður reinsað við eini pumpuskipan so at tað verður reinsað/filtrerað.

• Perla skal hava 6 bitar av fóðrinum um dagin og tey sum geva Perlu eru røklarnir sum eisini vaska borð.


Sálmur nr. 69: “Jesus, kom og ver hjá mær”

Føroyskur sangur: “Ró, ró, ró tín bát”

Ró, ró, ró tín bát,
út á longumið
duffandi, duffandi,
duffandi, duffandi, 
og hav snørið við!

Ró, ró, ró tín bát,
inn á hvítan sand
duffandi, duffandi,
duffandi, duffandi, 
drag hann upp á land!

Útlendskur sangur: I want to break free
Tekstur

Sitandi kvøðing: Hákun ríður á timburskóg

Hákun ríður í timburskóg
fuglurin syngur í skógum
hoyrdi hann, hvar ið krákan gól,
so herligt dansar Hákun fyri ta kráku.

Hákun grætur og jamrar seg,
“Krákan hevur pikkað meg.”

Hákun ger tær ongan skamm,
krákan pikkar ongan mann.

Hákun spenti bogan fyri sítt knæ,
hann skeyt ta kráku niður úr træ.

Hákun spenti bogan fyri sítt bróst,
hann skeyt ta kráku niður úr kvist.

Hákun tekur tað krákutræ,
hann gjørdi tað til eitt lesitræ.

Hákun tekur tann krákulegg,
hann gjørdi hann til ein kirkjuvegg.

Í morgunløtuni er klavertónleikur í 5 minuttir.