Góðu næmingar og foreldur.

Eins og broytt er í ársætlanini, verður ikki svomið í mai og juni 2023.

Orsøkin er kunngerðin, ið sett varð í gildið 20. mars 2023

“2.2. Tá skúlin hevur svimjing ella tiltøk saman við næmingum í svimjihøllini, hava allir lærarar ábyrgdina av trygdini hjá næmingunum. Tó skal tað altíð verða í minsta lagi ein lívbjargari við fullgildum prógvi frá góðkendum skeiðsveitara til staðar í svimjihøllini. Hetta kann vera svimjilærarin ella ein av svimjilærarunum. Lívbjarganarprógvið skal sambært galdandi reglum endurnýggjast árliga.

Í samskiftið við UVS er mær víst á, at lívbjargarar, ið starvast í svimjihøllini í Gundadali, telja ikki við. Nú verður bíðað eftir, at UVS skipar, at lærarar árliga fáa lívbjarganarprógv.

Jákup av Skarði
Fyrstilærari Nólsoyar skúla

Seinni útferðardagurin, mikudagin 10. mai, er til Suðuroyar. Kunningarstovan í Vági setir okkum saman spennandi skrá.

Til hesa útferð skulu næmingarnir taka við sær góðan matpakka + vatndunk, hóskandi klæði og mánaðarkort.

08:00 møta í skúlanum og fylgjast út á Klivar
08:15 til Havnar
08:45 til Suðuroyar
… vit leiga buss og tey skipa okkum dagin …
18:45 til Havnar
22:00 til Nólsoyar

Lærararnir

Fyrri útferðardagurin er í morgin, týsdagin 9. mai 2023.

Vit njóta dagin í Havn og skulu næmingarnir bert minnast til: Vatndunk, mánaðarkort og hóskandi klæði til eisini at ganga onkran túr.

08:00 møta í skúlanum og fylgjast út á Klivar
08:15 til Havnar
09:00 umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
10:00 umhvørvistiltak á Býarbókasavninum
11:30 buffét á Pizza 67
15:00 Skógrøkt landsins
16:00 “frukt-steðgur”
18:00 Robin Hood
20:30 ís-borð á Angus
22:00 til Nólsoyar

Er onkur, ið ynskir at koma við til Robin Hood, fáast atgongurmerki til keyps á www.atgongumerki.fo, 150,-kr/stk.

Lærararnir

Í dag, mánadagin 8. mai, verður sátt í íløtini, ið heitt varð á næmingar at taka við heimanífrá. Hetta arbeiðið er eftir fyrra fríkorter.

Í morgin, týsdagin 9. mai, er “Havnatúrur á skránni”: Vit møta í skúlanum sum vant og fylgjast út á Klivar til túrin kl. 08:15. Umhvørvisveiða, Barnabókasavnið, Pizza 67, Skógrøkt landsins og Robin Hood, og Angus eru á skránni. Vit koma út aftur kl. 22. (Es. um onkur hevur hug at koma við til sjónleik, er sýningin kl. 18 og kostnaðurin er 150,-kr á www.atgongumerki.fo).

Mikudagin er útferð ætlað, ein kunningarstova leggur okkum hetta til rættis og verður lýst á heimasíðu skúlans, beint sum alt er greitt.

JavS

Góðu næmingar og foreldur

Í komandi viku fara vit at sáa og somuleiðis at planta.

Til hetta arbeiðið er ynskiligt, at næmingarnir – mánadagin 8. mai – taka við í skúla okkurt vatntætt ílæt (reinan mjólkapakka, tóma stóra plastfløsku, urtapott ella annað).

Lærararnir

Aftur í ár verður hugnaliga tiltakið “Hjólvelting” á skránni. Talan er um lættan súkklutúr í felag – í Havn. Sí lýsingina niðanfyri.

Vh, JavS

Góðu næmingar og foreldur.

Ruddingardagur, umhvørvisvika og bygdalega…

Mangt er á skránni og hava vit avgjørt, at seturskúlin ikki verður á vanligan hátt. Vit broyta undirvísingarinnihaldið, men vit gista heima.

Vinarliga
Lærararnir

“…tiltakið ‘Besti Dansibólkurin 2023’, ið er ein dansikapping fyri børn og ung millum 8 til 16 ár. Kappingin verður í Dansifrøi í Tórshavn leygardagin 18. Februar 2023.

Endamálið við kappingini er at savna saman ung dansiáhugaði úr øllum Føroyum, at eggja til skapanarhug og uppbyggjandi samstørv, og at stimbra føroyska dansiumhvørvið. Kappingin er somuleiðis við til at birta upp undir skapanaríblástur, persónliga menning og nýggj vinarbond hjá ungu luttakarunum.

Í stuttum snýr kappingin seg um, at tey luttakandi skulu finna upp á egnan dans at framføra 18. Februar. Ongar royndir eru kravdar frammanundan. Vinnarin av kappingini fær 2.500 kr, …”