Eitt sindur um skúlan…

1969

Skúlin í Nólsoy varð bygdur í 1970. Seinastu árini er bygt uppí, bjálvað og ventilatiónsskipan er sett upp.

Her eru – afturat lærarastovu og skrivstovu – 2 vanligar skúlastovur og ein serstova, ið eisini verður nýtt til forskúla. Í skúlanum er eisini smíðstova, køkur, tónleikarúm og bókasavn. Fimleikahøll er eisini. Skúlagarðurin er í stødd til hondbóltsvøll, býttur í tveir partar, har eystari parturin hevur bleytt undirlag og fótbóltsm´a´l, meðan vestari parturin hevur kurvabóltskurvar. Klintriøki er í sandkassanum, Ritu-landgongdin er til spæl av ymsum slag og stabbar eru eisini at venja javnvág.

Viðurskiftini eru góð við atliti at rørslutarnaðum. Hurðarnar omanfyri eru el-stýrdar og á wc’inum til rørslutarnað, er eisini brúsa. Fer ein koyristólur inn omanfyri, er eingin gátt, ið forðar brúkara at sleppa til ymsu rúmini í skúlanum. Tíanverri er atkomumøguleikin til smíðstovuna tó ikki gjørd við atliti at koyristóli.

Skúlaárið 2021/2022 ganga 14 næmingar í Nólsoyar skúla í forskúla til 7. árgangi. Árgangirnar eru býttir í 3 bólkar, forskúli, yngri bólkur (1.-3. fl.) og eldri bólkur (4. – 7. fl.). Lærararnir eru 2.

Í skúlanum er bókasavn, ið opið er fyri almenningi, týsdag kl. 17 til 19.

Skúlin verður somuleiðis nýttur til kvøldskúla, kórsang og ymisk tiltøk. 

Skúlin verður læntur til ymisk tiltøk, so sum Nóllywood og aðrar arbeiðsdagar, men gist verður ikki í skúlanum og leigað verður ikki út til veitslur.

Skipað er eisini lektiu-café, ið heldur til á Látrinum.

Føðingardagssangtyssi
Í Nólsoyar skúla er siðvenja at syngja fleiri føðingardagssangir, í morgunløtuni, tá ið føðingardagur er. Um føðingardagur er leygardag, verður sungið fríggjadag og um føðingardagur er sunnudag, verður sungið mánadag.

Til lukku frá mær
Til lukku til lukku til lukku við tær
til lukku til lukku til lukku frá mær
nú ert tú eitt ár
størri enn í gjár
til lukku til lukku til lukku frá mær

Nú ynskja vit øll at tær væl ganga skal
so eta vit køkur og spæla eitt spæl
tí tú ert eitt ár
størri enn í gjár
til lukku til lukku til lukku frá mær

Tá klokkan er hundrað so fara vit heim
tá hava vit havt bæði gleði og gleim
tí tú ert eitt ár
størri enn í gjár
til lukku til lukku til lukku frá mær

Vit ynskja henni/honum til lukku
Vit ynskja henni/honum til lukku
Vit ynskja henni/honum til lukku
Vit ynskja henni/honum til lukku
Á føðingardeginum
Á føðingardeginum
Á føðingardeginum
Vit ynskja henni/honum til lukku
Vit ynskja henni/honum til lukku
Vit ynskja henni/honum til lukku
Á føðingardeginum

Til lukku í dag
Við borðið tey sita so góð har á rað,
tey tosa og veipa og syngja so glað,
og fáa sær køkur og drekka kaka,
hey, og rópa so hart øll hurra.

Tey hoppa og dansa, renna og flenna,
til lukku, til lukku í dag.
Tey spæla og mala, brosa og tosa,
til lukku, til lukku í dag.

Á lagkøku brenna nú ljósini fitt,
við borðið har sita Anna og Britt,
og Jógvan og Hanus og Óli Jóhann,
síðsta ljósið mót rómanum brann.

Tey hoppa og dansa, renna og flenna,
til lukku, til lukku í dag.
Tey spæla og mala, brosa og tosa,
til lukku, til lukku í dag.

Tey zappa og sjappa, klappa og rappa,
til lukku, til lukku í dag.
Tey zappa og sjappa, klappa og rappa,
til lukku, til lukku í dag.

Føðingardagskanon
Vita tit hvat nú skal henda?
Hví vit skulu heilsu senda?
“…” hevur árið enda,
hon/hann hevur føðingardag, føðingardag

Føðingardagssangur
:/ “…” was born in the circle of the sun,
circle of the sun on her/his birthday day. :/
Clouds in the north, clouds in the south,
rain and wind in the east and the west.
“…” was born in the circle of the sun,
circle of the sun on her/his birthday day.