(Seinast broytt 21/08-22)
Niðanfyri eru leiðreglur fyri Nólsoyar skúla. Leiðreglurnar eru ætlaðar at vera grund undir góðum trivnaði og undirvísingarstøðum.
Leiðreglur skúlans eiga at verða lisnar við jøvnum millumbili, at næmingar, foreldur/avvarandi og lærarar kenna seg aftur í ásetingunum.
Næmingar eru vælkomnir í skúlan kl. 7:45. Løtuna kl. 7:45 til 8:00 hava næmingarnir atgongd til bókasavnið og talv. Borðtennisborð eru javnan frammi.
Í Nólsoyar skúla lata vit okkum úr uttandura-skónum. Men havi í huga, at gólvið er kalt og tí verður mælt til at nýta inniskógvar. Næmingar hava allir skógvapláss úti í durinum.
Eru líkindi til tess, verður onkuntíð farið túr í Nólsoy og onkuntíð verður farið av oynni. Tí er alneyðugt, at næmingar eru klæddir eftir veðrinum – hetta er sjálvsagt eisini galdandi í mun til hvussu næmingur kann luttaka í fríkorterum uttandura. Verður farið til Havnar, mugu næmingar minnast at taka mánaðarkort við sær – Tórshavnar kommuna rindar mánaðarkortini.
Í samband við klæði er eisini vert at hava í huga, at næmingar hava møguleika at skifta í ítróttarklæði undan ítróttartíma. Av tí at eittans brúsurúm er tøkt, enn, fara næmingar ikki í brúsu eftir ítrótt.
Einar 8-10 ferðir í hvørjum skúlaárið verður farið til Havnar at svimja. Flestu ferðirnar verður gingið niðan á Tórsbreyt, har vit renna runt einar 3-5 ferðir. Síðani verður svomið og gingið oman aftur á Bursatanga. Her er neyðugt at hava í huga hóskandi klæði, matpakka, vatndunk – og mánaðarkort.
Vit hava í huga góðan atburð og vanligan fólkaskikk – samstundis sum vit ofta umrøða SSP og samskiftið í orðum og atburði.
Nólsoyar skúli nýtir Office 365 til samskiftið. Nólsoyar skúli nýtir ikki FaceBook – tó verður okkurt tiltak slóðað frá FaceBook til heimasíðu skúlans www.nolsoyarskuli.fo.
Fartelefon
Næmingarnir nýta ikki fartelefon í skúlatíð. Hevur næmingur fartelefon við, verður hon latin læraranum. Fartelefonin liggur síðani á lærarastovuni og fær næmingurin hana aftur, tá ið skúladagurin endar.
Tímatalvan
Vanligur skúladagur er eftir hesum leisti:
07:45 Vælkomin í skúlan
08:00 Undirvísing
09:20 Morgunløta
09:30 Matarsteðgur
09:45 Fríkorter
10:00 Undirvísing
11:30 Fríkorter
11:45 Undirvísing
12:30 Til hús
Skipan:
Forskúlalíknandi tilboð er aftur í 2022/2023
Yngri bólkur fevnur um 1.-3. fl.
Eldri bólkur fevnur um 4.-7. fl.
Tó eru ymsar aðrar bólkingar og einsæris arbeiði, alt eftir tí næmingurin arbeiðir við.
Morgunløtan:
Í morgunløtuni syngja vit fyrst ein sálm. Síðani verður biðið faðirvár, áðrenn vit syngja tveir sangir afturat – annar er føroyskur og hin er útlendskur. Næmingar sleppa at spæla undir til teir sangir næmingarnir venja ella longu duga.
Morgunløtan verður eisini nýtt til prát, felags boð og framløgur.
Av og á syngja vit norðurlendsku tjóðsangirnar og fara eisini upp á gólv.
Matarsteðgurin:
Nólsoyar skúli er millum fáu føroysku skúlarnar, ið hevur matarhøli. Næmingar sita saman við lærarum og eta matpakka. Næmingarnir hava kuldaskáp til matpakkarnar. Ásetingin fyri matpakkan er, at einki søtmeti er, eins og næmingunum ikki er loyvt at hava sodavatn við í skúla. Afturvið matpakkanum kunnu næmingarnir fáa sær reint og kalt vatn.
Fríkorter:
Flestu fríkorterini eru uttandura – saman við garðvakt. Vit hava gott “hálv-tak”, har næmingarnir kunnu takast við ymiskt – tó ikki bóltspæl. Í skúlagarðinum er hondbóltsvøllur og næmingarnir kunnu eisini nýta bóltar, stúltur, hoppiband og aðrar leikur. Næmingar kunnu eisini væl taka leikur við heiman, hesum leikum eigur næmingurin tó sjálvur ábyrgd av.
Lesiløta:
Flestu dagar er lesiløta. Oftast er lesiløtan í skúlastovuni, men av og á finna næmingarnir sær friðaligt pláss at lesa – og loggbók verður skrivað áðrenn morgunløtuna. Tá ið næmingur er liðugur at lesa eina bók, verður onkunsvegna tikið samanum, áðrenn næmingur (saman við flokslærara) velur sær nýggja bók til lesiløtu. Einar tvær bøkur um árið, skulu leggjast fram fyri hinum næmingunum – t.d. í morgunløtuni.
Er næmingur, ið ynskir sera góðan frið í lesiløtuni, er møguleiki at nýta oyrnavernd – ið eru í skápi á ganginum.
Royndarskipan vika 5 til 14 – skúlaárið 2018/2019:
Lektiu-café á Látrinum.
Bára og Anna Marna hava skiftst um, at skipa eina løtu, at arbeiða við ymiskum heimaarbeiði. Hetta er ætlað sum hjálpandi hond, vitandi, at nógv foreldur hava langan arbeiðsdag. Talan er ikki um tilmelding, men heldur, at næmingar og foreldur práta um hendan møguleikan, at lætta um heimaarbeiðið.
Tórshavnar kommuna játtaði okkum fígging til 10 vikur.
Frítíðarskúlin:
Næmingarnir í 1.-3. flokki hava atgongd til frítíðarskúlan. Flestu dagarnar verða øll fylgd oman úr skúlanum av einum starvsfólki á Látrinum. Enda 1. og 2. flokkur skúladagin fyrr, verða tey heintað, meðan hini ganga oman sjálv.
Alis- og evnafrøði, enskt og føroyskt:
Í 2022/2023 er undirvísingin í Eysturskúlanum.
7. fl. møtir í Eysturskúlanum mánadagar.
Leygardagsskúli og jólahald:
Í hvørjum skúlaári verður lagt upp til tveir leygardagsskúlar, har næmingar og foreldur luttaka – saman við lærarum skúlans og møguliga gestalærara/-um.
Ein leygardagsskúli er í hvørjari skúlahálvu. Fyrri er umleið oktober og seinni umleið januar/februar.
Hugsanin við leygardagsskúlunum er millum annað at byggja samstarv millum heim og skúla. Hetta er týdningarmikil partur í hugsavnan skúlans, at næmingar trívast í skúladegnum.
Jólahald verður lagt seinasta leygardagin fyri jólafrítíðina.
Fyri hesar tríggjar arbeiðsdagar, verða tríggir frídagar lagdir til vetrarfrí – í somu viku sum føstulávintsmánadagur er.
Fermingarfyrireiking:
Prestarnir leggja fermingarfyrireikingin til rættis. Fermingin er á vári í Nólsoyar kirkju.
Samstarv við kirkjuna:
Nólsoyar skúli ynskir samstarv við kirkjuna. Tess vegna verður lagt upp til, at prestarnir skipa bæði jóla- og summarguðstænasta skipaðar. Hetta hevur fyrstilærarin áður skipað, lutvíst í samstarvi við Látrið.
Samstarv við Látrið:
Skúlin handar Látrinum ársætlan og samskifti er um tiltøk og ymsar ávegis broytingar.
SSS-samstarvið:
Smáu skúlarnir í Suðurstreymi – skúlin í Kaldbak, skúlin á Velbastað og Nólsoyar skúli hava skipað samstarv (stytt SSS). Samstarv okkara umfatar tilak á heysti, ítróttardag móti sumri og fiskitúr við Westward Ho. Skúlarnir skiftast um at fyrireika tiltøkini, at næmingarnir lærar at kenna hvønn annan, skúlan hjá hvørjum øðrum og ymsu bygdirnar.
Fiskitúrurin við Westward Ho, er tiltak fyri 6. fl. í Tórshavnar kommunu. Hetta er eisini ein fiskikapping, men fyri okkum í SSS, verður størri dentur lagdur á at fara á flot í felag.
Í ætlanum fyri samstarv frameftir, er at lýsa ymsu bygdirnar, at skipa læraratiltøk og at arbeiða fram móti øðrum næmingatiltøkum – nevnt hevur verið at skipa eitthvørt um bøkur (lesiring, framløgur ella annað). Ætlanin er eisini at samstarva um ”Barnasangfagnaðin”.
Seturskúli:
Á hvørjum ári fara vit á seturskúla. Gist verður tvær nætur og allir næmingar og lærarar eru á seturskúla. Innihaldið á seturskúlanum er millum annað at læra um bygdina/býin og nærumhvørvið. Er møguleiki fyri tí, verður vitjað í skúla og í kirkju. Á seturskúlanum fáa næmingar ymsar undirvísingarligar uppgávur og ”húsligar” uppgávur.