Góðu næmingar og foreldur
Tá ið vit fara til Havnar møta vit í skúlanum sum vanligt. Ein orsøk er, at skuldi tað hent, at tiltakið er avlýst, er harmiligt, um næmingur stendur úti á Klivum og veit av ongum.
“At fara til Havnar” er eisini ferðslulæra, bæði í Nólsoy og í Havn. Tí fylgjast vit, lærari fremst, tveir og tveir næmingar og síðani lærari aftast.
Umborð á Ternuni hava vit vanliga góða tíð og tí bíða vit, til Ternan hevur lagt at – so dettur vónandi eingin í trappunum.
Vanliga fara vit til Havnar kl. 8:15 og út aftur kl. 12:30. Er onkur næmingur, ið ikki skal út aftur til Nólsoyar, verða tit biðin at boða frá hesum í sms-boðum til flokslæraran – ikki í messenger á FaceBook.
Vinarliga
Jákup av Skarði