Góðu næmingar og foreldur/avvarandi 🙂
Nú eru vit longu farin undir seinasta fjórðingin í skúlaárinum 2020/2021.
Dagurin eigur fleiri ljósar tímar og hugurin hjá næmingum at spæla uttandura kann hava við sær, at eitt sindur tyngri er at seta seg við heimaarbeiðinum.
Vónandi stuðla vit øll undir, at næmingarnir loysa uppgávur í bókum og postmappu – og halda fast í góða vananum at lesa eina løtu hvønn dag.
Tit hava helst lagt til merkis, at nýggj síða er nevnd “Morgunløtan”. Hesa síðu nýta vit til morgunsangin, har vit halda fast í, at sálmur og sangir eru teir somu, eina viku í senn.
Leggið eisini til merkis dagfestingarar eftir eru, hetta til summarfrítíðin – í partinum “Ársætlan 2020/2021”.
Jákup av Skarði