Hesi boð eru komin úr Mentamálaráðnum:
Til allar fólkaskúlar
Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum
Mikudagin 8. nov. 2017 skipa Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum.
Næmingarnir fáa frí ráðstevnudagin. Heitt verður á allar skúlaleiðarar um at kunna heimini, skúlastýrið og kommununa so skjótt sum til ber, so næmingarnir hava trygg viðurskifti henda dagin, eingin skúlagongd er, og kommunur møguliga kunnu útvega næmingunum í yngstu flokkunum pláss í frítíðarskúlanum ráðstevnudagin.
Endalig skrá fyri ráðstevnuna verður lýst seinni.
…leggið til merkis “Ársætlan 2017/1018”.
Vinarliga
Jákup av Skarði, fyrstilærari