Musikteatret SAUM (DK) vitjaði í Nólsoyarskúla mikudagin 20. mars við sjónleikinum “Askur og prinsessan á tí hvíta hestinum. Ein stuttligur og poetiskur sjónleikur um vinarlag og ymisleika. Aftan á framsýningina var verkstova, har næmingar fingu høvi til, at spyrja tónleikarar og sjónleikarar, og eisini at læra sangir úr tónleikasjónleikinum.

Nólsoyar skúli er sum tann fyrsti í kommununi nú knýttur í Skúlanet. Talan er um eitt uppbýtt internet, sum allir skúlar í kommununi skulu vera í. Alt netið er skift út, og fleiri sonevnd Access Points sett upp, so har eigur at vera høg ferð.

Lyklaskipanin aftanfyri er eisini skift. Nýggj lyklaboks og nýggjur lykil. Boðað er frá, at yngri børn hava verið inni í rúminum um kvøldið, so vit hava skift kotuna, men hon er ikki ætlað børnum. Umráðandi er at læsa hurðina og heingja lykilin aftur í boksina, tá farið verður út haðani.

Vinaliga

Edmund Joensen
747203