Góðu starvsfelagar, næmingar, foreldur/avvarandi og øll onnur, ið eg í leiðslu- og lærarastarvi mínum havi samskift við.

Nú stendur mær nýtt fyri framman. Fyrst Rynkeby-túrurin til París og síðani verður spennandi hvat arbeiðið er fyri framman, nú farloyvið byrjar.

Takk, øll somul, fyri samstarv, arbeiðsroyndir og avbjóðingar.

Bestu ynski.
Jákup av Skarði

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi.

Mánadagin 19. juni ganga vit eftir vanligari tímatalvu og umráðandi er, at allar bøkur skúlans og bókasavnsins verða latnar inn. Minnist eisini til at taka posa/-r við at bera ymiskt heim úr skúlanum.

Týsdagin 20. juni møta allir næmingar kl. 09. Tá er fráfaringarløta. Dagurin endar kl. 10.

Mikudagin 21. juni til fríggjadagin 23. juni eru lærarar til arbeiðis.

Skúlaárið 2023/2024 byrjar mikudagin 16. august 2023.
Tó møta lærarar og leiðsla mánadagin 14. august 2023.

Jákup av Skarði

Góðu næmingar og foreldur.

Eins og boðað er í ársætlanini, verður farið í kirkju í morgin.

Næmingarnir møta sum vant kl. 08:00 – morgunløta og matpakkasteðgur sum vant.

Um næmingur ikki tekur skúlatasku við, tørvast í hvussu er at taka posa/-r við at rudda og bera ymiskt heim,

JavS

Góðu starvsfelagar, næmingar og foreldur.

Takk fyri hugnaliga dagin, ið serliga varð merktur av tillukku-sangtyssi, vøkrum korti og blómugávu.

Komandi skúlaár fari eg í farloyvi og tí setir UVS í næstum lýsing um fyrstalærarastarv í Nólsoyar skúla 2023/2024.

Jákup av Skarði