Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.
Starvsfólk og Perla ynska tykkum øllum eini gleðilig jól.
Fyrstilærarin
Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.
Starvsfólk og Perla ynska tykkum øllum eini gleðilig jól.
Fyrstilærarin
Eins og vanligt er um høgtíðirnar/skúlafrídagarnar, eru tit vælkomin at seta bilin í skúlagarðin.
JavS
Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.
Takk fyri hugnaliga løtu í jólaguðstænastuni og takk fyri fyrru helvt av hesum skúlaári.
Vit møta aftur týsdagin 3. januar 2023.
Gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.
Jákup av Skarði
Fyrstilærari Nólsoyar skúla
Seinasta skúladag fyri jól, er til at rudda og fylgjast til jólaguðstænastuna.
Tískil er hvørki tørvur á matpakka ella skúlatasku.
Næmingar møta sum vant kl. 8 og vit fylgjast í kirkju. Eftir jólaguðstænastuna eru børn, næmingar og starvsfólk boðin til døgurða á Látrinum.
…og so er jólafrí – vit møta aftur 3. jan. 2023
JavS
Mikudagin 21. des. kl. 10 er jólaguðstænasta í Nólsoyar kirkju – v/ Anne Mette Greve Klemensen, presti.
Hesa vikuna venja vit sálmarnar til jólaguðstænastuna.
Slóðir eru til ymsar sálmarnar.
Nr. 130: Føgur er foldin
Nú birtast túsund jólaljós
Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá
Julen har bragt velsignet bud
Nr. 95: Gleðilig jól
JavS
Ein frálíkur arbeiðsdagur, tá ið næmingar, foreldur, avvarandi og onnur í bygdini savnast um jólahaldið í skúlanum.
Hetta er ein av teimum 193 skúladögunum, ið næmingarnir nýta at venja ymsar málbúnar: Sjónleik/film, sang, myndlist/Handaverk&list og upplestur.
Takk fyri í kvöld
Jákup av Skarði, fyrstilærari
Innskrivingin til skúlaárið 2023/24 er nú opin. Freistin at skriva inn í forskúla, skúla og frítíðarskúla er týsdagin 17. januar 2023 klokkan 13.
https://www.torshavn.fo/tidindi/skulainnskrivingin-opin-til-17-januar-2023
Leygardagin 17. des. verður jólahaldið í Nólsoyar skúla. Vit byrja kl. 17 og eru öll vælkomin.
Næmingarnir hava bæði verið á valið á Býarbókasavninum og lært um lögtingsval.
https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/12/08/barnavalbokasavnnet2
Nú styttist til jóla og nógv er at gera áðrenn jólahaldið, leygardagin í komandi viku.
JavS
Góðu foreldur! Tað er umráðandi, at tit práta við börn tykkara, um vitjan okkara á Býarbókasavninum í dag.
Týsdagin 6. desember er fyrsta sendingin í útvarpinum. Síðani verður okkurt lagt á heimasíðu KvF, hósdagin 8. desember. Möguliga verður eisini okkurt 9. desember, tá ið uppteljingin er liðug.
Er onkur, ið ikki ynskir at prát og/ella mynd verður sent, mugu tit siga Jákupi frá sum skjótast – og í seinasta lagi sunnudagin, 4. desember kl 16.