Minnist til!
Í morgin, 30. nov., er seinasta freist at lata pakkan til jólakalendaran inn:
- Í mesta lagi keypt fyri 30kr
- Hóskandi gentu og drong
- Ikki etandi
- Ein vildi sjálv/-ur verið fegin um gávuna
JavS
Minnist til!
Í morgin, 30. nov., er seinasta freist at lata pakkan til jólakalendaran inn:
JavS
Góðu næmingar og foreldur.
Í sambandi við Skúlaleikir, hava vit júst lagt til rættis, at næmingarnir í 2. til 7. flokki sleppa til badminton-venjing á Stórheyggi (í Havn) komandi fríggjadag, 25. nov. 2022.
Sum vant, tá ið vit fara til Havnar:
– vit møta í skúlanum
– vit fylgjast út á Klivar
– vit fara til Havnar kl. 8:15
– vit koma aftur til Nólsoyar kl. 12:30
Minnist til:
– matpakka og vatndunk
– verið ílætin eftir veðrinum
– verið ílætin til at íðka ítrótt, inni
– mánaðarkort
…og foreldur mugu siga flokslærara frá, um næmingur ikki skal út aftur kl. 12:30.
Meira um Skúlaleikir og badminton er á hesi slóð: Badminton
Vinarliga
Jákup av Skarði
Í smb. v/ uppgávurnar í søgu/samtíð:
https://kvf.fo/netvarp/sv/2011/04/11/klaksvksstri-12-27-desember-2008
Legg til merkis at talan er um tveir partar í KvF.
JavS
Skal ein vissa sær bókina fyri 1. desember, skal man hava goldið áðrenn 15. november. Hetta kann gerast við haldaraseðlanum ella á www.jolabokin.fo
Eins og boðað í ársætlanini, hava næmingarnir frí í morgin, tá ið starvsfólk Nólsoyar skúla eru í Norðurlandahúsinum.
Onkrar broytingar eru í ársætlanini, men eru tær merktar við “feitari skrift”. Slóðin er henda.
Leggið serliga til merkis:
5. nov. er leygardagsskúli
7. nov. er freistin at lata inn “Næminga-reflektión” og “Trivnaðarkanning”.
9. nov. er læraradagur – og næmingarnir hava frí.
14. nov. er foreldraviðtala
JavS