Eins og boðað í ársætlanini, hittast vit í skúlanum komandi leygardag.

Evnið er “Kostur” og verður arbeitt saman við Snorra Paturssyni frá Fólkaheilsuráðnum.

09:00 Vælkomin og morgunsangur
09:10 Verkstaður l
10:25 Spæliliðið og fríløta
10:45 Verkstaður ll
12:00 Døgurði og prát
12:45 Takk fyri í dag.

Leygardagsskúlin verður skipaður fyri øllum næmingum skúlans úr forskúla til og við 7. flokk, saman við foreldrum.

JavS

Hetta var seinasti svimjidagurim í hesi hálvuni. Heitt verður á foreldur at eftirkanna mánaðarkortini hjá barni tykkara. Á farstøðini “fylla tit ókeypis á”, fyri hálvt ár í senn.

Tá ið vit svimja aftur, móti vári, kann henda at tað ikki er loyvt at svimja í “fótbólts-shortsi”, men bert í svimjibuksum/svimjiklæðum.

JavS

Vit møta sum vant, í skúlanum, í morgin. Síðani fylgjast vit út á Klivar og fara inn kl 8:15.

Vit koyra í bussi, saman við teimum av Velbastað – og koma út aftur kl. 12:30.

Minnist til hóskandi klæði, matpakka og vatndunk – og mánaðarkort.

JavS

Afturat morgunprátinum um Nólsoyar bókasavn – og at opið er sum vant, týsdag kl 17 til 19, fingu næmingarnir bókamerki.

Í handaverki og list evnaðu næmingarnir egin bókamerki við atliti til evnið “Blómur”, har bert skuldi skræðast og límast.

Vert er eisini at vitja hesa slóð:
https://www.føroyarlesa.fo/kom-og-les

JavS