Stóra takk fyri í kvøld. Hugaligt at allir næmingar møttu og at allir vórðu umboðaðir av vaksnum í ymsu ættarliðunum.
Enn ein hugaligur skúladagur í gjár, har Floortje og Eva “settu hol á” arbeiðið um eina oyggj, har eingin tíð finst.
Týsdagin í komandi viku eru tær aftur og tá er heitt á næmingar at hava við sær:
– eina tóma glaskrukku
– og onkran lut, næmingurin hevur funnið, og pakkað inn
Í samband við hetta arbeiðið verður ein almenn framsýning í Nólsoyar skúla, hósdagin 28. apríl, kl. 17 til 18.
Listaleypurin er á vitjan í morgin, mikudagin 20. apríl.
“… Gjøgnum skapandi kanningararbeiði og søgukynstur miða vit eftir at fáa ymisk innlit í føroyska mentan og náttúruviðurskifti. Vit fara bæði út í náttúruna og nýta skúlarnar til skapandi myndir, listarliga kortlegging, myndatøku, framførslur, yrkingar og ljóð/myndir…”
Listaleypurin heldur á týsdagin og hósdagin í komandi viku.
https://www.listaleypurin.fo/listaleypurin-202122/hin-19-oyggin
Vit møta aftur týsmorgunin 19. apríl.
JavS

Góðu næmingar og foreldur
Tá ið vit fara til Havnar møta vit í skúlanum sum vanligt. Ein orsøk er, at skuldi tað hent, at tiltakið er avlýst, er harmiligt, um næmingur stendur úti á Klivum og veit av ongum.
“At fara til Havnar” er eisini ferðslulæra, bæði í Nólsoy og í Havn. Tí fylgjast vit, lærari fremst, tveir og tveir næmingar og síðani lærari aftast.
Umborð á Ternuni hava vit vanliga góða tíð og tí bíða vit, til Ternan hevur lagt at – so dettur vónandi eingin í trappunum.
Vanliga fara vit til Havnar kl. 8:15 og út aftur kl. 12:30. Er onkur næmingur, ið ikki skal út aftur til Nólsoyar, verða tit biðin at boða frá hesum í sms-boðum til flokslæraran – ikki í messenger á FaceBook.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Góðu næmingar og foreldur
Stóra takk fyri enn ein góðan leygardagsskúla, við framførslum, handaligum arbeiði, stuttligum Spæliliði, framsýning og hugaligum práti.
Gott vikuskiftið
Bára og Jákup
