Vónandi hugna hesar tilevnaðu gávurnar væl um á jólum 🤗
Góðu næmingar og foreldur/avvarandi
Alt eftir hvørji koronutilmælini eru í nýggja árinum, er ætlanin enn, at vit møta í skúlanum mikudagin 5. januar 2022.
Bestu ynski um eini gleðilig jól
og eydnuberandi nýggjár.
Jákup av Skarði
Fyrstilærari
Góðu næmingar og foreldur
Í nýggja árinum fara vit beinanvegin at læra okkum Torkils døtur. Tí verður teksturin lagdur tykkum nú, so tit eisini hava møguleika at læra tykkum um jólini.
Vinarliga
JavS
“…Í Nólsoy er eisini eitt forskúlalíknandi tilboð. Forskúlalíknandi tilboð eru skipað í samstarvi millum barnagarð og skúla. Her skulu foreldur tó venda sær til Nólsoyar skúla, um tey ynskja at skriva barnið inn í forskúlalíknandi tilboðið…”
Innskriving í 1. fl. og frítíðarskúla er á hesi slóð
JavS
Góðu næmingar og foreldur/avvarandi
Havandi koronutilmælini í huga, er jólaguðstænastan mikudagin 15. des., kl. 10, bert fyri næmingar Nólsoyar skúla.
Næmingarnir möta sum vant í skúlanum kl. 8. Hetta er ein av fáu dögunum, tey ikki hava skúlatasku við – tí farið verður ikki niðan aftur í skúlan.
Hetta verður sungið:
Nr. 130: Føgur er foldin
Nú birtast túsund jólaljós
Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá
Julen har bragt velsignet bud
Nr. 95: Gleðilig jól
JavS
Góðu næmingar og foreldur/avvarandi
Handreinførið er av alstórum týdningi, nú barnaormur aftur er fráboðaður.
Apotekið skrivar um barnaorm og viðgerð
Vh, JavS
Nú tíðindi og net-leiðslufundur hava verið, er hetta at leggja afturat boðunum í gjár:
- Eru næmingar í yngra bólki, ið tørva “neyðansing”, verða tit biðin at siga mær frá, skrivliga, mánadagin 13. des. 2021.
- Neyðansing er galdandi fyri tíðarskeiðið 16. desember til og við 21. desember 2021.
- Sjálvsagt kann eingin møta hesar dagar, um sjúkueyðkenni er.
- Landstýrismaðurin hevur boðað, at hesar dagar er ikki talan um undirvísing, men ansing í skúlatíð.
Við ynskjum um gott vikuskifti.
Jákup av Skarði
Jólahaldið leygardagin er tíanverri avlýst
– ella rættari, broytt og útsett.
Tað hevur við sær hesa ætlan, fyribils:
10. des.: Fríggjadagur: Vanligur skúladagur.
11. des.: Jólahaldið er korona-avlýst/útsett.
13. des.: Mánadagur: Vanligur skúladagur.
14. des.: Týsdagur: Innanhýsis “jólahald” og frumframførslur.
15. des.: Møta í skúlanum kl. 8 (ikki tørvur á skúlatasku).
Jólaguðstænastan í Nólsoyar kirkju er bert fyri skúlan
og byrjar kl. 10 v/ Anne Mette Greve Klemensen, presti
16. des.: Jólafrí.
Framførslurnar vóna vit síðani at kunna skipa sum hugnakvøld
fyrst í komandi ári.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Góðu næmingar og foreldur
Vit arbeiða enn fram móti jólahaldinum og vóna at hitta næmingar, systkin, foreldur, ommur og abbar – alt við atliti at frástöðu, reinföri og at öll eru ansin um sjúkueyðkenni.
Til ein part av framförsluni ynskja vit, at næmingarnir taka við sær bundna troyggju, hálsturriklæð og vættrahúgvu.
Bára og Jákup