Góðu foreldur

Sum fleiri longu hava lagt til merkis, høvdu næmingarnir bræv við heim, har tíðirnar til viðtalurnar eru settar.

Í “lummanum” vóru somuleiðis tvey skjøl, ið vit ynskja, at tit eru saman um at fylla út.

Helst er lættast at arbeiða við “Næminga-reflektión” fyrst, fyri síðani at svara spurningunum í trivnaðarkanningini.

Ætlan okkara er, at hesi skjøl eru partur í viðtalunum og tí er dagfesting sett á, at lata skjølini inn aftur hósdagin 4. nov. 2021.

Jákup



Saman við Strok ella Píka7 fingu næmingarnir tilmledingarseðil til “Mín jólabók 2021”.

Um goldið verður innan 15. november hevur næmingurin bókina fyri 1. desember.

JavS

Góðu næmingar
– og foreldur, at næmingum í Nólsoyar skúla

Í vetur samstarva Látrið og skúlin aftur um lektiu-café, fyri næmingarnar, ið ganga í Nólsoyar skúla. Hetta er ætlað sum hjálpandi hond, vitandi, at nógv foreldur hava langan arbeiðsdag.

Vit ætla ikki at taka ábyrgdina frá tykkum, men heldur at stuðla undir – og lætta um. Ynskiligt er tó, at m.a. fasti tátturin “Les við mær” heldur á, heima.

Anna Marna skipar lektiu-café’ina og hildið verður til í “Starvsfólkarúminum” á Látrinum, týsdag og hósdag, kl. 14 til 16. Orsøkin, at tiltakið er á Látrinum er, at so er lættari hjá næmingunum at skiftast um at nýta eina løtu at arbeiða við ymiskum heimaarbeiði.

Byrjað verður týsdagin 26. oktober 2021. Talan er ikki um tilmelding, men heldur at næmingar og foreldur práta um hendan møguleikan at lætta um heimaarbeiðið.

Í eftirmeting frá seinastu lektiu-café stendur millum annað: “Vit síggja longu nú, at næmingar, ið møttir eru til lektie-café, nógv lættari arbeiða áfram í tímanum. Hetta er hugaligt og vóna vit, at tit framhaldandi stuðla væl undir hugaligum arbeiði.”

Eru spurningar, kunnu tit venda tykkum til lærarar skúlans, Guðrun ella Jákup.

Vónandi stuðla tit væl undir hugaligum arbeiði.

JavS

Í morgun prátaðu vit um endurskin og næmingarnir fingu endurskin av alskyns slag.

Vónandi nýta næmingarnir endurskin, eisini tá ið vit fara til Havnar.

Við góðum úrsliti á hugnaliga SSS-rennidegnum á Velbastað, fingu næmingarnir í dag møguleika at betra úrslitini og tað eydnaðist væl.

Áleið 6 km í miðal á Velbastað og umleið 10 km í miðal í Nólsoy 🤗

Góðu nólsoyingar!

Í morgin, fríggjadagin, 8. okt. 2021, renna næmingarnir skúlarenning í Nólsoy.

Vit byrja kl. 8:30 og tiltakið endar uml. kl. 10:30.

Runnið (og gingið) verður frá Nólsoyar Bjargingarfelag, norður til Vígdis og Ívar, oman framvið kirkjuni, út á Veg, út á Klivar og heim aftur til NBF. Hetta er 1 km.

JavS

Í komandi viku verða ríkir møguleikar hjá næmingum at røra seg 🙂

Týsdagin er ætlanin at renna SSS-skúlarenning á Velbastað.
Mikudagin er renni- og svimjidagur í Havn.
Fríggjadagin er ætlanin at betra renniúrslitið, í Nólsoy.

Felags fyri dagarnar vit fara til Havnar:
1. Vit møta í skúlanum
2. Vit fylgjast út á Klivar og fara til Havnar kl. 8:15.
3. Vit fara aftur til Nólsoyar kl. 12:30
4. Minnist til hóskandi klæði, matpakka og vatndunk – og mánaðarkort.

Mána- og hósdagin er skúlagongd sum vanligt.

JavS