So royna vit aftur 🙂
Mikudagin 29. sept. ætla vit okkum til Havnar at renna og svimja.
Vit møta sum vant í skúlanum og fylgjast út á Klivar.
Vit fara til Havnar kl. 8:15, ganga niðan í Steinatún og fara við býbussi niðan á Háls. Vit leggja taskurnar inn í svimjihøllina og ganga yvir á Tórsbreyt til venjingar og at renna. Síðani ganga vit yvir aftur í svimjihøllina. Eftir svimjingina, eta vit matpakka og ganga síðani oman aftur í býin.
Minnist til hóskandi klæði, matpakka og vatndunk, svimjiklæði – og mánaðarkortið.
Alt eftir hvussu tað gongur at ganga niðan í Steinatún og hvussu drúgv vit eru á Tórsbreyt, eru hesar “umleið-tíðir”:
Kl. 8:15 til Havnar
Kl. ?? býbuss niðan á Nabb
Kl. ?? leggja taskur í svimjihøllina
Kl. ?? renna á Tórsbreyt
Kl. 10 (umleið) svimja
Kl. 11:30 matpakka
Kl. 12:30 til Nólsoyar
JavS