Í arbeiðsheftinum, ið næmingarnir hava fingið at arbeiða við í skúlanum (hesa vikuna), er eisini at læra seg at kvøða “Fiskurin bítur”.
Um tit eru í fb-bólkinum “Nólsoyar Dansifelag”, kunnu tit fylgja hesi slóð.
Fiskurin bítur,
nú roynast raskar hendur,
royni seg nú tann, ið eigur nakran mátt;
stokkut er stundin, til sjóvarfallið vendir,
eydnan á útróðri skiftir ofta brátt.
Nýt hesa stund;
egn teg við skund,
lat so renna niður, til loddið er á grund.
Kvikhentur maður, meðan snørið man renna,
sløgir og foragn og beitur sær sker,
ræsir og heintar – og toskur er at kenna,
breðgur væl við, so hann ongulfastur er.
Liðmjúkan arm,
sveittan í barm;
grenjar í tolli, men ongan annan larm.
Fýra eru á. O, vælsignað fløkja!
Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn.
Stendur illa í? So mást tú teir krøkja;
høgg teimum kleppin í nakka ella kinn.
Syft teir inn um stokk,
gev teimum á knokk.
Slagbeit og greið so, tí kurlað er tað nokk.
Blankur sum messing og feitur og rundur,
nýkomin fiskur av fagrasta slag;
royna vit mugu at halga hann uppundir,
fæst hann at elta, so draga vit í dag
mangan góðan drátt,
fylla bátin brátt,
damla so heim eftir innskotum í nátt.
Mikkjal Dánjalson á Ryggi (1879-1956)
(Songbók Føroya Fólks, nr. 144)
JavS