Góðu næmingar, avvarandi og lærarar.
Takk fyri farna skúlaárið!
Á heimasíðuni verður ársætlanin, komandi skúlaár dagførd, so hvørt avtalur eru komnar á pláss. Hetta hevur samstundis við sær, at onkrar dagfestingar kunnu broytast.
Lærararnir møta til arbeiðis mánadagin 16. august 2021.
Vegna korona var vanliga innskrivingin ikki skipað. Tí verður ein løta skipað fyri næmingunum, ið byrja í fyrsta flokki, týsdagin 17. august 2021.
Næmingarnir møta allir mikudagin 18. august, kl. 10 til 11.
Bestu ynski um góða summarfrítíð.
Jákup av Skarði
Fyrstilærari Nólsoyar skúla
![](http://www.nolsoyarskuli.fo/wp-content/uploads/2021/06/26572C62-AF0D-4B48-9370-87B4FAD5349C-1024x768.jpeg)