Góðu foreldur/avvarandi
Nú næmingarnir eru farnir undir dýnu kunnu vit gleðast um enn ein hendingarríkan dag – ið byrjaði heldur tíðliga (onkur vaknaði longu áðrenn klokkan fimm).
B68 bjóðaði okkum, at venjararnir Lukasz og Kris skipaðu fótbóltsvenjingar klokkan ellivu til tólv, hetta eydnaðist stak væl. Vit sóðu eisini skiftirúmini hjá mansliðnum, kvinnunum og landsliðnum.
Vit hava prátað um frælsan ítrótt, lært nakað av landalæru og gingið varð eisini til Toftavatn, áðrenn matarseðilin bjóðaði “Tortilla og kips”.
Tá ið tey høvdu spælt ludo og borðtennis, skipaðu vit lesiløtu í hálvan tíma, skrivaðu logg-bók og fóru síðani at svimja.
Nú eru øll rein og troytt.
Góða nátt 🤗