Í dag høvdu vit hugnaliga vitjan úr Eysturskúlanum. Triðji flokkur vitjaði í Nólsoy og vóru eisini saman við okkum í morgunløtu, matarløtu og fríkorteri.

Flaggdagur er sunnudagin og tí sungu vit bæði EM’aran og…

Opið er hvønn týsdag frá klokkan 17:00 – 18:30. Tey sum koma út til Nólsoyar við bátinum frá Havn kl 18:00, klára eisini at koma niðan í skúlan og lána bøkur.

Tað eru lánarakort í skúlanum fyri nýggjar brúkarar. Øll sum hava lánarakort í Havn, kunna brúka tað í skúlanum.

Vit hava eitt gott úrval av bókum til allir aldursbólkar.

Síggjast 😊
Bára

Góðu nólsoyingar

Nólsoyar bókasavn verður latið upp alment týsdagin 13/4-21.

Í hesum sambandi verður móttøka í Nólsoyar Skúla.

Vit nýta eisini høvið at heiðra og takka Jens-Kjeld Jensen nú hann hevur fingið viðurkenningar av ymsum slag, hevur ríkað okkum við fuglasavninum og blómusavninum og stuðla okkum í bæði undirvísing og leygardagsskúla.

Skráin:

16:20 Úr Havn (Erla Kongsdóttir)

17:00 Vælkomin í Nólsoyar Skúla v/ Jákupi av Skarði

17:05 Hátíðarhald fyri Jens-Kjeld Jensen

17:20 Nólsoyar Bókasavn v/ Báru Traustadóttir, bókavørði og Vónbjørt Vang, býarbókaavørði. Annfinn Brekkstein, varðaborgarstjóri ber heilsan frá Tórshavnar kommunu.

17:50 Drekkamunnur

18:25 Úr Nólsoy

Við vón um fjølmenta luttøku

Anna Marna, Bára og Jákup 

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi 🙂

Nú eru vit longu farin undir seinasta fjórðingin í skúlaárinum 2020/2021.

Dagurin eigur fleiri ljósar tímar og hugurin hjá næmingum at spæla uttandura kann hava við sær, at eitt sindur tyngri er at seta seg við heimaarbeiðinum.

Vónandi stuðla vit øll undir, at næmingarnir loysa uppgávur í bókum og postmappu – og halda fast í góða vananum at lesa eina løtu hvønn dag.

Tit hava helst lagt til merkis, at nýggj síða er nevnd “Morgunløtan”. Hesa síðu nýta vit til morgunsangin, har vit halda fast í, at sálmur og sangir eru teir somu, eina viku í senn.

Leggið eisini til merkis dagfestingarar eftir eru, hetta til summarfrítíðin – í partinum “Ársætlan 2020/2021”.

Jákup av Skarði