Góðu næmingar og foreldur/avvarandi 

Sum greitt í ársætlan skúlans, verður evnisvika í komandi viku (1.-5. feb.) og leygardagsskúli (6. feb.). 

Vit hava sett okkum evnið: Samskifti. 

Í dag hava næmingarnir prátað um evnið og evnisarbeiði og hesar myndirnar niðanfyri eru hugsaðar tykkum at samskifta um heima, og at stuðla undir teirra ískoytið til arbeiðið.

Evnisarbeiðið verður skipað soleiðis, at vit fylgja vanligu tímatalvuni og størsti parturin er felagsarbeiðið, har vit eisini fáa onnur vaksin at arbeiða saman við okkum.

Vegna korona bjóða vit foreldrum bert í skúlan leygardagin 6. feb. kl. 11-12, at samskifta um evnið, ið vit hava arbeitt við, og at síggja úrtøkuna. Næmingarnir eru í skúla leygardagin 6. feb. kl. 9:30 til 13.

Eldri bólkur, náttúra og tøkni, 26. jan. 2021

Í Nólsoyar Skúla hava vit eina skjaldbøku,  sum eitur Perla.  

Fyrr høvdu vit eina skjaldbøku, sum æt Ragnhild.  So kom Perla. Seinni doyði Ragnhild og nú er Perla einsamøll eftir. 

Fakta um Perlu: 
• Slag: Cooter.
• Latínska navnið: Pseudemys Floridana. 

• 106 l. av vatni eru í akvariuminum.
• Akvarium mát (vatn): 49cm x 127cm x 17cm.
• Vatnið hjá Perlu skal vera umleið 27 stig. 
• Vatnið verður reinsað við eini pumpuskipan so at tað verður reinsað/filtrerað.

• Perla skal hava 6 bitar av fóðrinum um dagin og tey sum geva Perlu eru røklarnir sum eisini vaska borð.


Sálmur nr. 69: “Jesus, kom og ver hjá mær”

Føroyskur sangur: “Ró, ró, ró tín bát”

Ró, ró, ró tín bát,
út á longumið
duffandi, duffandi,
duffandi, duffandi, 
og hav snørið við!

Ró, ró, ró tín bát,
inn á hvítan sand
duffandi, duffandi,
duffandi, duffandi, 
drag hann upp á land!

Útlendskur sangur: I want to break free
Tekstur

Sitandi kvøðing: Hákun ríður á timburskóg

Hákun ríður í timburskóg
fuglurin syngur í skógum
hoyrdi hann, hvar ið krákan gól,
so herligt dansar Hákun fyri ta kráku.

Hákun grætur og jamrar seg,
“Krákan hevur pikkað meg.”

Hákun ger tær ongan skamm,
krákan pikkar ongan mann.

Hákun spenti bogan fyri sítt knæ,
hann skeyt ta kráku niður úr træ.

Hákun spenti bogan fyri sítt bróst,
hann skeyt ta kráku niður úr kvist.

Hákun tekur tað krákutræ,
hann gjørdi tað til eitt lesitræ.

Hákun tekur tann krákulegg,
hann gjørdi hann til ein kirkjuvegg.

Í morgunløtuni er klavertónleikur í 5 minuttir.

Í hesi vikuni hevur næmingurin kunningarskriv heim við, ið m.a. greiðir frá pennahúsanum, matpakkanum, heimasíðuni, tímatalvum og korona-tíðini.

Víst verður eisini á “vikuætlan”, ið byggir á “Ugeskemarevolutionen”, ið tit kunnu lesa meira um her.

Hugsa tit, at barn tykkara eigur at verða eitt sindur aktivari, kunni tit hyggja at hesi slóð, ið vit nýttu eftir styrkivenjingarnar í ítrótti.

JavS

Góðu foreldur at næmingum í 3. – 6. fl.

Tímatalvurnar eru broyttar, soleiðis at danskt er mána- og týsdag og eldri bólkur hevur enskt í 5. tíma fríggjadag.

Við ynskjum um læruríkar skúladagar

JavS

Góðu foreldur/avvarandi

Vísandi til hesi boð frá Undirvísingarstýrinum: “Einans næmingar og starvsfólk eiga at koma inn í skúlan”, er innskrivingin bert á netinum, eins og boðað er frá 9. jan. 2021.

Vónandi broytist korona-støðan skjótast, at til ber at bjóða komandi fyrsta flokki til tiltakið, ið vit vanliga hava skipað.

Í samband við innskriving til forskúlalíknandi tilboðið, er ikki møguligt at skriva seg inn talgilt. Tá er neyðugt at ringja til mín á tlf. 21700.

Jákup av Skarði, fyrstilærari

Innskriving í 1.flokk í Nólsoyar skúla, skúlaárið 2021/2022, fer fram á netinum til 17. januar 2021.

Tórshavnar kommuna skrivar soleiðis: “Í ár gongur innskrivingin í forskúla, skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. Talgilda innskrivingin ber millum annað í sær, at tú sum foreldur mást bíleggja tær MinLykil og MínBoks frammanundan. Innskrivingarfreistin er 17. januar 2021”.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina stutta vegleiðing, ið greiðir frá, hvussu tit bera tykkum at við at skriva barnið inn í skúlarnar.

Skrivað inn á hesi slóð

Til forskúlalíknandi tilboðið verða tit biðin at seta tykkum í samband við Jákup av Skarði, fyrstalærara, á tlf. 217001.

Við skúlakvøðu 🙂
JavS