Góðu næmingar í forskúla til og við sætta flokk.

Í morgin, tollakksmessudag, kl. 16 til 17, eru tit vælkomin í skúla eftir jólagávu tykkara.

“BankNordik og Føroyar lesa vóna, at bókagávan fer at skapa lesigleði millum børn og ung á jólum.”

Les meira um tiltakið her.

Góðu foreldur og avvarandi.

Nú komu hesi boð úr Undirvísingarstýrinum:

“Fyri at minka um smittuvandan verður heitt á skúlar um ikki at skipa fyri jólatiltøkum, har foreldur ella onnur avvarandi koma inn í skúlan.

Jólagudstænastur eiga ikki at verða hildnar sum vanligt í ár, men kunnu verða skipaðar øðrvísi í samráð við prestin á staðnum.”

Hetta hevur við sær, at jólaguðstænastan bert er fyri næmingar og lærarar í Nólsoyar skúla og børn og starvsfólk á Látrinum.

Vinarliga
Jákup av Skarði

Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.

Sum ætlað, verður jólahaldið komandi leygardag (12/12-2020) kl. 17 til 19.

Størsti munurin í ár er, at jólahaldið bert er fyri næmingar, systkin teirra og foreldur.

Við atliti at korona, verður heitt á øll at vera sera umhugsin – við reinføri og frástøðu. Eru nøkur sjúkutekin, eigur persónur ikki at møta.

Við bestu ynskjum um gott og trygt jólahald.

Jákup av Skarði, fyrstilærari

Frelsarin føddur, boðar eingla ljóð,
bjarging er vunnin nú til heimsins tjóð. 
Hastið hirðar, berið kvøðu, 
barninum av himni høgum. 
Lovið Guði hátt, lovið Guði hátt. 

Tú himnadrottur borin ert í kvøld, 
borin av kvinnu undir stjørnufjøld, 
knæ vit boyggja, eyðmjúk verða, 
foldar børn tær kvøðu bera. 
Kvøð halleluja, kvøð halleluja. 

Harranum bera kvøðu vit og prís, 
menniskjans børnum er nú frelsan vís. 
Harrin vísti heimi náði, 
friður, semja tí nú ráði, 
eins og jólanátt, eins og jólanátt. 

Góðu næmingar.

Minnist til, at tit mánadagin skulu taka eina bundna troyggju við í skúla – og at hendan troyggjan verður í skúlanum alla komandi viku – til filmsupptøkurnar.

Framhaldandi gott vikuskiftið

JavS