Góðu foreldur

Sum nøkur longu hava sæð á facebookbólki á Látrinum, eru prísirnir til myndatøku hesir:

Myndapakki (eitt barn) 300,- kr.
Systkinamynd (ískoyti) 250,- kr afturat.
Bert systkinamynd (eingin felagsmynd) 400,- kr.
Bert felagsmynd 100,- kr.

Myndatøkan verður sum ætlað á Látrinum, 29. sept. 2020.

Seinasta freist at gjalda er hósdagin 24. sept. 2020.

Vinarliga
JavS

Góðu foreldur

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni er, at vit halda fast við siðvenjuni við tiltøkum leygardagar (leygardagsskúlar og jólahald).

Hetta hevur við sær, at eins og sett er í ársætlanina, verður leygardagsskúli komandi leygardag, 26. sept. 2020, kl. 9 til 12:45.

Leygardagsskúlin er fyri allar næmingar (og foreldur) úr forskúla til og við 6. fl.

Evnið verður “Litir og drekar”.

09:00 Vælkomin, morgunsangur og frágreiðing.
09:15 “Litir”
09:45 Spæliliðið
10:00 “Drekar”
11:30 Út at flúgva við drekum.
12:00 Matarsteðgur
12:30 Eftirmeta
12:45 Takk fyri í dag.

E.s. við atliti at korona-støðuni taka vit sjálvsagt tey fyrilit, ið tilmæld eru/verða.

Við ynskjum um góðan leygardagsskúla

Jákup av Skarði

Góðu foreldur. Takk fyri kjakið á felags foreldrafundinum. Í dag fáa næmingarnir bræv við heim, at greiða orsøkina til leygardagstiltøk – og er hetta eisini spurnarkanning, um ynski er, at vit halda á við tiltøkum leygardagar.

Niðanfyri eru slóðir til nakrar leygardagsskúlar, ið vit hava skipað:

Dukkuleikur við Rakel Helmsdal

Gips-skortar og føstu-prýði

Tíðindaskriv

Stutt frá øðrum leygardagsskúlum

Soleiðis er skrivað, á heimasíðuni, um leygardagsstiltøkini:

Leygardagsskúli og jólahald:
Í hvørjum skúlaárið verður lagt upp til tveir leygardagsskúlar, har næmingar og foreldur luttaka.
Ein leygardagsskúli er í hvørjari skúlahálvu. Fyrri er umleið oktober og seinni umleið januar/februar.
Hugsanin við leygardagsskúlunum er millum annað at byggja samstarv millum heim og skúla. Hetta er týdningarmikil partur í hugsavnan skúlans, at næmingar trívast í skúladegnum.

Jólahald verður lagt seinasta leygardagin fyri jólafrítíðina.

Fyri hesar tríggjar arbeiðsdagar, verða tríggir frídagar lagdir til vetrarfrí – helst í somu viku sum føstulávintsmánadagur er.

Øllum kunnugt, verður felags foreldrafundurin í Nólsoyar skúla:

Mikukvøldið 16. sept. kl. 19:00 til 20:30.

Foreldrafundurin er ætlaður øllum foreldrum at næmingum í Nólsoyar skúla – eisini forskúlanum.

e.s. Næmingar møta ikki á hesum fundi.

Vinarliga

Jákup av Skarði

Øll hava fingið fyrsta blaðið. Forskúlin, 1., 2. og 3. fl. fingu Píka7, meðan 4., 5. og 6. fl. fingu Strok.

Tó er vert at leggja til merkis, at yngru børnini kunnu fáa nógv burturúr at lesa Strok, eins og eldru børnini í Píka7.

Uttaná hesum fyrstu bløðunum er haldaraseðilin, ið vísur til heimasíðurnar www.strok.fo og www.pika7.fo

Minnist til systkina-avslátturin 🙂

Í heyst verður eitthvørt føðingardagstiltak, nú Nólsoyar skúli er hálvthundrað ár.

Vit kunnu gleðast um at tiltøk eru – og verða – gjørd, at skúlin verður “grønari”. Væl er bjálvað og arbeitt verður nú eisini við sólorkuskipan.

Vøllurin er býttur í tvey og næmingum dámar væl nýggja “fall-undirlagið”. Hin hálvan verður í næstum klár til kurvabóltsdyst o.a. á asfaltinum.

Hesir flottu hjálmar vórðu handaðir fyrsta flokki í morgun. So nú kann ferðast tryggari á súkklu 🙂 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Verða rennifjøl, rennihjól ella rulluskoytur nýttar í skúlatíð, skulu eisini knæverjur, albogaverjur og handverjur nýtast.