Góðu næmingar og foreldur

Mánadagin 31. august 2020, kl. 10, sleppa forskúlabørnini loksins í skúla – og foreldrini eru vælkomin við 🙂

Vit eru spent at taka ímóti og fara at fyrireika næmingarnar í yngra og eldra bólki at gera sítt til, at øll kenna seg væl í Nólsoyar skúla.

Uml. kl. 11 fara forskúlabørnini saman við Sari og Annu Marnu oman á Látrið.

Við ynskjum um spennandi og mennandi skúlaár.

Látrið og Nólsoyar skúli.

Góðu næmingar og foreldur

Nú Anja er til arbeiðis, meðan Jákup er í sóttarhaldið, verða skúlatíðirnar soleiðis í komandi viku:

Mánadagin eru 1.-2. fl. í skúla til kl. 10:45, og 3.-6. fl. til kl. 11:30
Týsdagin eru 1.-3. fl. í skúla til kl. 11:3o og 4.-6. fl. til kl. 12:30
Mikudagin eru 1.-3. fl. í skúla til kl. 11:3o og 4.-6. fl. til kl. 12:30
Hósdagin eru øll í skúla til kl. 11:30
Fríggjadagin eru 1.-3. fl. í skúla til kl. 10:45, og 3.-6. fl. til kl. 11:30

Allir næmingar møta kl 8:00 og hava matpakka við 🙂

Eins og fyri summarfrítíðina, verður arbeitt við “brotnu tímatalvuni” / “vikuskema”, har næmingarnir leggja sær arbeiðið til rættis.

Við korona-tilmælum í huga, verður staðiliga heitt á foreldur at práta við næmingarnar um reinførið og frástøðu. Harafturat eigur eingin at møta í skúlanum, ið kennir sær okkurt sjúkueyðkenni.

Við ynskjum um mennandi og spennandi skúladagar.

Lærararnir í Nólsoyar skúla.

Góðu næmingar og foreldur

Vónandi eru allar korona-testirnar negativar. Tað er tó av alstórum týdningi, at eingin møtir í skúla, um sjúkueyðkenni eru.

Fyri at fylgja korona-tilmælunum er alneyðugt, at næmingarnir hava reinførið í huga. Bæði at vaska sær væl um hendurnar og at hvør næmingur hevur síni egnu amboð (blýant, spískara, saks, viskileður, litblýantar, límstift o.s.fr.).

Heitt verður á foreldur og næmingar at práta um týdningin, at vit alla tíðina hugsa um reinføri og frástøðu.

Eru ivamál eru tit vælkomin at ringja til Jákup, á tlf. 217001.

Góðu foreldur og næmingar

Vegna korona-støðuna, er skúlabyrjanin í morgin broytt soleiðis:

Týsdagin 18. aug. 2020 

Yngri bólkur (1.-3. fl) er í skúla kl. 09:00 til 09:45  
– foreldur í 1. fl. eru vælkomin við. 

Anja Hartman Wardum er saman við yngra bólki til kl 11:30, tá ið hon fylgir næmingunum oman á Látrið.

Eldri bólkur (4. og 5. fl.) kl. 10:00 til 10:45.

Seinni í dag er bræv í postkassa tykkara.

Vinarliga

Jákup av Skarði, fyrstilærari

Góðu næmingar og foreldur

Komandi týsdag, 18. aug. møta allir næmingar í 1.-6. fl. kl. 10 í Nólsoyar skúla. Foreldur at næmingum í 1. fl. eru vælkomin við og skipa vit okkum eftir korona-tilmælum.

Tað er av alstórum týdningi, at eingin møtur, ið hevur sjúkueyðkenni. 

Vit gleða okkum at byrja nýggja skúlaárið.

Bára, Anna Marna og Jákup

 

Góðu næmingar og foreldur

Havandi hesi orð mentamálaráðharrans í huga verður enn arbeitt við tí í huga, at næmingarnir möta týsdagin 18. aug. 2020.

Lærararnir eru til arbeiðis fríggjadagin og mánadagin og leggja vit eisini til rættis trygga skúlabyrjan.

Við bestu ynskjum um spennandi og mennandi skúlaár.

Jákup av Skarði, fyrstilærari