Góðu næmingar og foreldur

Hvussu fyrihalda vit okkum til tilmælini, tá ið tað javnan hoyrist: “Ja, men smittan er ikki í Føroyum”?

Í skúlatíð hava vit ofta tosa um “privata økið”. Hetta sama økið, hava vit í morgunløtuni í dag práta um, í mun til at bróta smittukeldu. 

Tí halda vit fast, í skúlatíð, at minna næmingarnar á frástøðuna, inni og úti. Tað er ikki altíð lætt, men tað er neyðugt.

Við bestu ynskjum, at vit draga felags línu við atliti at frástøðu og reinføri.

Vinarliga

Jákup av Skarði, fyrstilærari

Góðu foreldur.

Nú vit øll eru aftur í skúla, skulu vit sjálvsagt hugsa um handreinførið. Harafturat er týdningarmikið at vit fylgja tilmælum um frástøðu, soleiðis at smitta ikki verður borin í skúlan at smitta flokksfelagar.

Hesar vikurnar til summarfrítíðina verða skipaðar eftir korona-tilmælum, ið vit øll verða kunnaði um av og á. Havast skal millum annað í huga, at mælt verður til at verða nógv uttandura og heita vit tí á øll at møta í hóskandi klæðum.

Samstundis arbeiða vit nú við brotnu tímatalvuni (ugeskemarevolutionen) og hevur tað við sær, at næmingarnir í stóran mun velja hvørjar uppgávur tey loysa fyrst og hvussu vikan harvið er skipað.

Afturat brotnu tímatalvuni er m.a. hetta at minnast til:

Forskúli: Lesið við barni tykkara hvønn dag. Prátið eisini um tað tit hava lisið.

Yngri bólkur: Lat barnið lesa 20 min. hvønn dag. Minnist eisini til at lata inn søgubók, týsdag.

Eldri bólkur: Lat barnið lesa í minsta lagi 20 min. um dagin og eisini eina løtu fyri onkrum vaksnum.

Við ynskjum um góðar skúladagar

Anna Marna, Bára og Jákup

Í dag er á ein hátt “seinasti korona-skúladagurin”. Forskúli og yngri bólkur hava verið í skúla, meðan eldri bólkur hevur verið á Teams.

Mánadagin 11. mai møta øll í skúla og tískil verður neyðugt at taka upp aftur leiðreglurnar og tilmælini – serliga um handreinførið.

Gott verður at nærkast “vanliga skúladegnum” tó at vit framhaldandi skulu fyrihalda okkum til ymsu korona-tilmælini.

Við ynskjum um góðar skúladagar.

Jákup av Skarði

Forskúlin heldur til í sínum flokshøli.

4. fl. er í høllini saman við yngra bólki hesa vikuna.

11. mei møtir 5. fl. – og í samráð við foreldrini, møtir 6. og 7. fl. eisini. Tá húsast allur eldri bólkur í sínum flokshøli.

Vit minnast til reinførið og frástøðuna 🙂

Vinarliga

Jákup av Skarði