Góðu foreldur

Nú 4. flokkur eisini kann møta í skúlanum verður heitt á øll foreldur (forskúli, 1. fl., 2. fl., 3. fl. og 4. fl.) at boða frá um barn tykkara møtir í skúla í komandi viku – 4. til. 7. mai 2020.

Vinarliga send sms til Jákup á tlf. 217001, skjótast gjørligt – og í seinasta lagi kl. 20 í kvøld.

JavS

 

Rætturin til egið flagg hjá Føroyum er ikki komin av sær sjálvum. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg á odda, ið tóku stig til flaggið.

Føroyingar fingu beinanvegin tokka til studentaflaggið, og brátt varð veittrað við tí á fólkafundum í Føroyum. Men tað er ikki fyrr enn skipini fara at sigla við tí, at stríð tekur seg upp við donsku myndugleikarnar.

Tað kemur til skarpskeringar Føroyar og Danmarkar ímillum eftir flaggøluna á Tingvøllum í Íslandi í 1930 og íkki minni á ólavsøku sama ár.

Tá ið Seinni Heimsbardagi brestur á, og bretar herseta Føroyar, er flaggspurningurin vorðin brennandi heitur. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.

TV2 hevur grein um at vaska sær um hendurnar, spritt, handkrem – og ovurviðkvæmi:

“For det første er det i forbindelse med håndvasken ifølge Tove Agner vigtigt at skylle sine hænder i lunkent vand, før man putter sæbe på hænderne. Lunkent vand, fordi koldt vand gør ondt på udtørrede hænder.

– Man kommer vand på hænderne først, fordi sæben på den måde irriterer huden mindre. Hvis man bruger flydende håndsæbe, er et tryk på pumpen nok – mange børn pumper løs, men jo mere sæbe, jo mere irritation, forklarer professoren.

Derefter skal al sæben skylles grundigt af og lige så vigtigt: Hænderne skal tørres, så de bliver helt tørre. Her vil blødt papir være det mest optimale, så man ikke slider på de i forvejen tørre hænder.”

Trýst her

JavS

 

Góðu næmingar og foreldur!

Nógv ivamál kunnu vera, nú skúlar í ávísan mun lata upp aftur.

Fyrst av øllum er at tryggja sær, at tey, ið møta, kenna seg frísk. Síðani er handreinføri afturvendandi áminning: Vaskað tær væl um hendurnar, beint sum tú kemur í skúla og somuleiðis í fríløtum.

Upplýsingar: Trýst á hesa slóð

Spurningar og svar: Trýst á hesa slóð

Vegleiðing í samband við skúlagongd: Trýst á hesa slóð

Eru ivamál um innihaldið í vegleiðingini, ber til at seta seg í samband við Koronaráðgevingina á telefon 304040 (koronalinjan) ella á telduposti corona@arb.fo

Vinarliga

Jákup av Skarði
Fyrstilærari