Hvussu gongur við styrkivenjingunum?

Minnist til, at Toni Dam eisini segði:

  1. Bert venja styrki einar tríggjar ferðir um vikuna
  2. Byrja við fáum venjingum
  3. Ansið eftir teknikkinum – og fylgið vegleiðingunum

Hinar dagarnar kunnu tit renna/ganga ein túr, súkkla, hoppa band, spæla við bólt… – alt við frástøðu í hesi koronatíð.

Bestu ynski

JavS

Góðu næmingar og foreldur

Fyrstu vikuna í hesi korona-tíðini, løgdu vit uppgávur á heimasíðuna til hvønn dagin.

Men okkum dámar betur skipanina vit hava nýtt hesa vikuna (brotnu tímatalvuna) og leggja tykkum tí hesa brotnu tímatalvu til komandi viku: Brotin tímatalva NS_v14_2020

Eru spurningar til uppgávurnar kunnu tit altíð senda teldupost ella sms – og sjálvsagt kunnu tit eisini ringja í skúlatíð.

Eldri bólkur møtti aftur á Teams í dag kl. 11 og vit eru aftur á Teams týsdagin 31. mars kl. 11.

Við bestu ynskjum um trygt og gott vikuskiftið 
– og góða netskúlaviku.

Anna Marna, Bára og Jákup

Góðu næmingar og foreldur 🙂

Hvussu gongur við uppgávunum í brotnu tímatalvuni? Minnist til, at lærararnir eru tøkir, so eru spurningar kunnu tit altíð senda teldubræv ella sms. Sjálvsagt eru tit eisni vælkomin at ringja, í skúlatíð – tó kann henda, at lærararnir eru á fundi.

Anna Marna og Bára fara at ringja til tykkara, í forskúla og yngra bólki at vita hvussu gongur. Jákup og eldri bólkur fara at samskifta á Teams, kl. 13 í dag.

1) Eldri bólkur: Tit skulu bara tendra net-telduna (Chrome-book), logga á sum næmingur við NOLn1970, velja seinna skiljiblaðið og har logga á O365. Síðani velja tit álmanakkan og melda til fundin, ið eg havi boðið tykkum til. Hugsið um hvar tit eru stødd, tí eg fari at biðja tykkum tendra myndatólið á telduni, so øll síggja hvønn annan 🙂

2) Næmingar og foreldur kunnu taka O365 niður á telefon, teldu, teldil, ið tit sjálvi eiga, eins og víst verður til á hesi slóð. Hetta er ókeypis hjá øllum, ið hava O365-brúkara frá skúlanum. Ringið til Jákup (tlf. 217001), um tykkum tørvar hjálp at taka forritið niður.

Í gjár var lærarafundur á Teams og har avgjørdu vit, at brotna tímatalvan til komandi viku verður løgd á heimasíðuna eftir døgurða fríggjadagin. 

Hendan skúlatíðin á netinum er nokkso løgin, men týdningarmikið er, at vit øll halda okkum til, ikki falla í fátt, men læra av ymsu avbjóðingunum.

Við vón um góða og trygga skúlatíð á netinum.

Lærararnir og fyrstilærarin.

Góðu næmingar og foreldur

Vónandi gongur tykkum væl við brotnu tímatalvuni og uppgávunum hesa vikuna 🙂

Í barnaútvarpinum í morgun varð m.a. prátað við fakfólk, ið minti á, at børn hava tørv á í minsta lagi 60 minuttir rørslu um dagin. Samstundis sum tilráðingar eru at hava frástøðu, eigur eisini at verða havt í huga týdningin at verða uttandura. So… fríska luft og trygga frástøðu!

Tit hava í miðlunum hoyrt nógv um “Teams”, ið vit eisini fara at gera okkum royndir við. Tit kunnu fyrireika tykkum á hesi slóð.

Við bestu ynskjum

JavS

Góðu næmingar og foreldur 🙂

Heldur enn at leggja nýggjar uppgávur út hvønn dag, velja vit nú at leggja tykkum hesa brotnu tímatalva fyri viku 13 (23.-27mars 2020)..

Í komandi viku fara leiðslur og lærarar at gera fleiri royndir við “Teams, í O365”. Hetta verður síðani fyrst lagt til eldra bólk at royna seg við. 

Við ynskjum um góða skúlaviku, har vit ansa væl eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum – minnist til at verða saman við frástøðu.

Bára, Anna Marna og Jákup

Fólkakirkjan hevur áður boðað frá, at ongar gudstænastur eru í kirkjunum kring landið vegna Covi-19. Hetta er galdandi til og við sunnudagin 29. mars.

Komandi sunnudag, sum er miðføstusunnudagur, verður tó ein gudstænasta í Havnar kirkju, dómkirkjuni. Tað verður Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum prædikar. Gudstænastan er løgd til rættis í góðum samstarvi við Kringvarpið.

Gudstænastan verður uttan kirkjufólk. Kringvarpið sendir gudstænastuna í útvarpi og sjónvarpi sunnudagin kl. 11.00.

 

www.kvf.fo 

 

Góðu næmingar og foreldur.

Landsstýrismaðurin í Undirvísingarmálum, hevur á tíðindafundi boðað, at skúlanir lata ikki upp aftur fyrr enn eftir páskir – 3. páskadag.
 
Við ynskjum um gott vikuskiftið.
Jákup av Skarði, fyrstilærari

Góðan morgun góðu næmingar – og foreldur 🙂

Nú er seinasti skúladagurin í hesi fyrstu “net-vikuni”. 

Forskúli:
Lesið og roknið saman við børnunum. Lat barnið tekna eina mynd, ið “tekur samanum” hesa fyrstu net-vikuna.

Yngri bólkur:
Lesið 15 min. um dagin og roknið somuleiðis. Setið nøkur orð á hesa fyrstu net-vikuna: Hvussu dámdi tær at vera í skúla heima?, kundi okkurt verið øðrvísi/betri?

Eldri bólkur:
Takið samanum hesa fyrstu net-vikuna. Hyggið at heimasíðuni og eftirmetið tykkara egna arbeiðslag. Í komandi viku fara vit eisini at gera royndir á O365 – um tit ikki minnast brúkaranavn/loyniorð, mugu tit ringja til Jákup á tlf. 217001.

Øll:
Tó at boðini ikki eru greið, er mest sannlíkt, at vit ikki hittast fyrr enn eftir páskir. Tá hevði verið stuttligt at skipa eina framsýning við myndum við heitinum: “Skúladagarnir heima í korona-tíðini 2020”.

Kahoot í dag, 20. mars 2020: “Landalæra”

Eru spurningar? Skrivað ella ring til lærararnar.

Við ynskjum um góðan net-skúladag 🙂
– og gott vikuskiftið

Lærararnir og fyrstilærarin