Sum vant, slerdu vit tunnu, ótu føstulávintsbollar (ið foreldur høvdu bakað), drukku kaka og fóru upp á gólv. Í ár nýttu vit eisini høvið at lata næmingarnar royna seg við gamla spælinum “at trilla gjørð” – torført í fyrstanini, men tey dugdu skjótt heilt væl.
Franski drongurin, Alex, vitjaði og gjørdist annar kattakongurin. Bjarni varð kattakongur í eldra bólkinum. Vinningarnir eru frálíkar føroyskar bøkur.
Manga takk og góða vetrarfrítíð 🙂
Lærararnir