Góðu nólsoyingar!

Um líkindi eru til tess, renna 67 næmingar í SSS-samstarvinum (Velbastaður, Kaldbak og Nólsoy) vanligu rennileiðina í bygdini í Nólsoy!

Í morgin, hósdagin 10/10-2019 🙂

Lærarar eru sjálvsagt um næmingarnar, men heitt verður tó á tykkum, ið eru í ymsum akførum, at ansa serliga væl eftir í tíðarskeiðinum frá kl. 9:30 til 11:30.

Vinarliga
Jákup av Skarði

Ætlandi er SSS-rennidagur hósdagin. 

Tó kann veðrið spæla okkum eitt puss og broyta ætlanirnar. 

Men í morgin, mikudagin 9. okt., skulu næmingarnir verða fyrireikaðir til, at vit møguliga fara út í ítrótti – eisini fyri at ganga leiðina, ið er okkara renniteinur. Hóskandi klæði og vatndunk 🙂