Starv sum reingerðarfólk í Nólsoyar skúla
Søkt verður eftir reingerðarfólki at vaska í Nólsoyar skúla at byrja 1. august 2019.
Starvið umfatar dagliga reingerð í skúlanum, umframt høvuðsreingerð eina ferð um árið – beint fyri skúlaársbyrjan.
Sóknast verður eftir reingerðarfólki, sum er nærlagt í sínum arbeiði, fyrikomandi og opið fyri at laga seg til at broytingar kunnu koma fyri í uppgávuni. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir av líknandi slag.
Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt, 4 tímar um dagin í skúlaárinum (t.e. 198 dagar). Harafturat er høvuðsreingerðing beint fyri skúlaársbyrjan.
Starvið verður sett 1. august 2019 og verður fyrsta árið roknað sum royndarár.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar
Meira fast at vita um starvið við at venda sær til fyrstalæraran, Jákup av Skarði, á telefon nr. 217001.
Umsókn
Umsókn saman við CV og viðmælum frá royndum skal vera fyrstalæraranum, Jákupi av Skarði, í Stong 1, 270 Nólsoy, í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. juli 2019, kl. 12.
Umsóknirnar kunnu sendast við t-posti til jakupavs@skulin.fo
Nólsoyar skúli – www.nolsoyarskuli.fo