Góðu næmingar og foreldur, nú nærkast summarfrítíðin.

Seinastu dagarnir verða skipaðir soleiðis:

 

Mikudagin 19. juni. Kl. 8:20, fara vit til Havnar at svimja. Vit møta sum vant í skúlanum. Minnist til matpakka, vatndunk, mánaðarkort – og sjálvsagt svimjiklæðini.

Hósdagin 20. juni er vanlig skúlagongd og yngri bólkur letir søgubók inn.

Fríggjadagin 21. juni er vanlig skúlagongd.

Mánadagin 24. juni er vanlig skúlagongd. Minnist til at taka allar ”taskubøkur” skúlans við – einnýtisbøkurnar eiga tit. Vit rudda eisini stovur og taka við heim.

Týsdagin 25. juni er vanlig skúlagongd – og vit rudda áfram. Neyðugt er at hava skúlatasku við, at bera ting heim.

Mikudagin 26. juni. Kl. 8:20, fara vit til Havnar at svimja. Vit møta sum vant í skúlanum. Minnist til matpakka, vatndunk, mánaðarkort – og sjálvsagt svimjiklæðini.

Hósdagin 27. juni er seinasti skúladagur. Vit møta kl. 09:30 og fáa frí kl. 11:30.

 

Við tøkk fyri í ár og bestu ynski um góða summarfrítíð.

Skúlaárið 2019/2020 byrjar mándagin 19. august.

 

Lærararnir í Nólsoyar skúla