Summarguðstænasta: Nýggj dagfesting! Fríggjadagin 07. juni.
Í morgin, mikudagin 22. mai, verður almenn konsert í Nólsoyar skúla.
Orkestur 1, úr Tórshavnar Musikkskúla, vitjar í Nólsoyar skúla og í hesum sambandi er almenn konsert í fimleikahøllini, kl. 10:30.
Konsertin er ókeypis.
Góðu næmingar og foreldur
Í morgin, mánadagin 20. mai, møta næmingarnir sum vant, men fylgjast síðani við Báru út á Klivar. Vit fara til Barnasangfagnaðin í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er kl. 9-15 og koma næmingarnir tískil út aftur kl. 16:20. Minnist til matpakka, vatndunk og mánaðarkort.
Týsdagin er vanlig skúlagongd.
Mikudagin 22. mai, vitjar “Orkestur 1” úr Tórshavnar Musikkskúla. Kl. 10:30 er almenn konsert, í skúlanum. Kl. 13:00 fara vit á seturskúla (næmingarnir fáa brævið við í morgin).
Hósdagin eru vit á seturskúla.
Fríggjadagin koma næmingarnir út við Ternuni kl. 12:30.
Vinarliga
Jákup
Góðu foreldur at næmingum í Nólsoyar skúla
Tykkum kunnugt, settu vit seturskúlan at verða 22.-24. mai.
Eins og undanfarnu árini geva vit næmingunum onkrar ábendingar, at tey gera sær tankar, hvagar vit fara.
Fyrsta ábendingin var, at vit skulu sigla og koyra (t.v.s., at vit í hvussu er fara av oynni).
Í sambandi við evnið “Fast fashion” í umhvørvisvikuni, er heitt á næmingarnar at taka eina troyggju við í skúlan í morgin.
Hesi “krøv” eru sett til troyggjuna:
- Heimabundin
- Mynstrut
Eingi krøv eru sett til stødd og “mynstrut” merkir ikki neyðturviliga, at troyggjan er í fleiri litum.
Ynskiligt er, at troyggjurnar kunnu hanga í framsýning – í skúlanum. Næmingarnir fáa síðani troyggjuna við heim fríggjadagin.
Vinarliga
Jákup