Í morgin, mikudagin 3/4-19, møta vit í skúlanum sum vant. Vit fylgjast út á Klivar og fara til Havnar kl 8:15.

Kl. 10:05 sleppa vit til “Veiða vind” í Norðurlandahúsinum 😊

Vit koma aftur til Nólsoyar kl 12:30.

Minnist til mánaðarkort, matpakka og vatn-dunk (og klæði hóskandi veðrinum).

Vinarliga
Jákup av Skarði

Hesa vikuna syngja vit:

Sálmur: 406
Bið, o, Jesus, fyri mær,
bið meg heim í hús hjá tær,
har at liva væl í frið
hjá tí halga einglalið.

2. Lat meg altíð elska teg;
gott tú biður fyri meg.
Hoyr meg, Guð, mín vinur ver
fyri Jesu frelsugerð.

Gomul donsk barnabøn. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 208.

 

Føroyskur sangur:

/: Omma Ludvík hon er stór og sterk
og so er hon altíð glað :/
Tá ið abbi fer at kóka rís
lakkar omma paradís.
Omma Ludvík hon er stór og sterk
og so er hon altíð glað

 

Útlendskur sangur:

All of me. Slóðin er her