Góðu foreldur

Nú hava vit í 6 vikur, havt lektiu-café á Látrinum, týsdag, mikudag og hósdag.

Bára og Anna Marna hava skiftst um, at nýta eina løtu, at arbeiða við ymiskum heimaarbeiði. Hetta er ætlað sum hjálpandi hond, vitandi, at nógv foreldur hava langan arbeiðsdag. Talan er ikki um tilmelding, men heldur, at næmingar og foreldur práta um hendan møguleikan, at lætta um heimaarbeiðið.

Vit síggja longu nú, at næmingar, ið møttir eru til lektie-café, nógv lættari arbeiða áfram í tímanum. Hetta er hugaligt og vóna vit, at tit framhaldandi stuðla væl undir hugaligum arbeiði.

Tórshavnar kommuna játtaði okkum fígging til 10 vikur, tí er hendan royndin bert til vikuna fyri páskir.

Nólsoyar skúli, 13. mars 2019.