Vit eru farin upp á gólv – í morgunløtunum.

Afturat teimum stuttu vísunum, ið tit finna á hesi heimasíðu (skrivað t.d. Kall – í leitirútin), fara vit eisini at taka hetta upp aftur:

Lag: Revurin reyði

Í Skotlandi búði ein kongur ríkur
Í Føroyum var eingin honum líkur

Í Korndali búði kongsdóttirin fagra

Kongurin átti so fagra dóttir
ið ást hevði lagt á ein ungan mann

Av hesum máttu tey burtur flýggja
Tí kongurin vildi ikki mannin síggja

Á havinum róku tey vikurnar tvá
tá fyrstani fingu tey Nólsoy at sjá

Á havinum róku tey vikurnar tríggjar
tá fyrstani fingu tey Nólsoy at síggja

Í Korndali settu tey niður búgv
Har kundu tey verða hvørjum øðrum trúgv

Kongurin frættir hvagar tey eru rýmd
í skundi hann siglir teim aftaná

Kongsdóttir hon kennir nú seglini reyð
hon væntar at hetta verður teirra deyð

Kongurin gleðist um dóttir og børn
og siglir tí aftur til Skotlands tjørn

Í friði í Nólsoy livdu tey væl
far út í Korndal tú síggja tað skal.

Góðu næmingar
– og foreldur, at næmingum í Nólsoyar skúla

Látrið og skúlin samstarva, komandi 10 vikurnar, um lektiu-café, fyri næmingarnar, ið ganga í Nólsoyar skúla. Hetta er ætlað sum hjálpandi hond, vitandi, at nógv foreldur hava langan arbeiðsdag.

Vit ætla ikki at taka ábyrgdina frá tykkum, men heldur at stuðla undir – og lætta um. Ynskiligt er tó, at m.a. fasti tátturin “Les við mær” heldur á, heima.

Bára og Anna Marna samskipa lektiu-café’ina og fara at halda til í “Starvsfólkarúminum” á Látrinum, týsdag, mikudag og hósdag, kl. 13-14:30. Orsøkin, at tiltakið er á Látrinum er, at so er lættari hjá næmingunum at skiftast um at nýta eina løtu at arbeiða við ymiskum heimaarbeiði.

Byrjað verður týsdagin 22. januar 2019. Talan er ikki um tilmelding, men heldur at næmingar og foreldur práta um hendan møguleikan at lætta um heimaarbeiðið.

Eru spurningar, kunnu tit venda tykkum til lærarar skúlans, Guðrun ella Jákup.

Vónandi stuðla tit væl undir hugaligum arbeiði.

Guðrun og Jákup

Góðu foreldur!

Mánadagin 14. jan. 2019, kl. 17-19, eru tit vælkomin niðan í skúlan at skriva børn tykkara í 1. flokk 2019/2020.

Samstundis er eisini møguleiki at skriva seg inn til forskúlalíknandi tilboðið, ið aftur verður boðið fram komandi skúlaár – í samstarvi við Látrið.

Kunning um talgilda innskriving er her

Slóðin til talgilda innskriving er her

Minnist til dópsseðil/navnabræv og p-tal.

Við ynskjum um gott skúlaár og gott samstarv.

Jákup av Skarði, fyrstilærari

Góðu næmingar og foreldur!

Í morgin fara vit aftur í skúla 🙂

Tímatalvan er tann sama og sum vant eru næmingarnir vælkomnir niðan kl. 7:45.

Síggjast.

Jákup