Hesa vikuna fara vit undir fyrireikingarnar til jólahaldið og jólaguðstænastuna.
Í morgunløtuni syngja vit:
Sálm nr. 132: Føgur er foldin
Føroyskan sang: Helena hara (slóðin er her)
Útlendskan sálm: Julen har bragt velsignet bud (slóðin er her)
Hesa vikuna fara vit undir fyrireikingarnar til jólahaldið og jólaguðstænastuna.
Í morgunløtuni syngja vit:
Sálm nr. 132: Føgur er foldin
Føroyskan sang: Helena hara (slóðin er her)
Útlendskan sálm: Julen har bragt velsignet bud (slóðin er her)
Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi
Nú jólini stunda til, verður nógv orka løgd í jólahald og jólaguðstænastu.
Tí verður vanligi skúladagurin broyttur innihaldsliga, tó at næmingarnir møta sum vant og somuleiðis fáa frí sum vant.
Fokus er á tey 17 heimsmálini og verður hetta eisini sjónligt í prýði og framførslu, har endurnýtsla verður týðandi partur.
Minnist til, at næmingarnir mugu lata inn pakka til jólakalendara. Treytirnar eru, at pakkarnir í mesta lagi kosta 30 krónur – og tað, ið er í pakkanum skal hóska bæði dreingi og gentu – og ikki vera etandi.
Vinarliga latið næmingarnar hava pakkan við í skúla í seinasta lagi hósdagin 29. nov. 2018.
Vísandi til ársætlan skúlans, ið liggur frammi á heimasíðuni, er serliga vert at hava hesar dagar í huga:
15. des., er jólahaldið í skúlanum (vit byrja kl. 17, stundisliga).
20. des., er jólaguðstænastan í Nólsoyar kirkju.
21. des. til 6. jan. er jólafrí.
Bestu jólaynski
Lærararnir
Stóra takk, tit, ið møttu til bókatiltakið í dag.
Hugaligt, at tit løgdu fram hugskot, ið vit kunnu nýta, at bókasavnið í Nólsoyar skúla verður gagnnýtt.
Avgjørt varð at lata bøkurnar liggja frammi aftur í annaðkvøld, tá ið kórvenjingin er, tí enn eru nakrar bøkur, ið fólk kunnu fáa sær ókeypis.
Spennandi verður at vita hvørji hugskot spretta til veruleika í jólamánaðinum.
Við bókakvøðu
JavS
Vælkomin í skúla, sunnudagin 18. november 2018 kl. 15 til 16:30
Luttakarar sleppa at velja sær ókeypis bók/bøkur, ið eru ruddaðar úr savninum. Av tí at nýggjar bøkur verða settar á hillarnar, rúmast ikki allar bøkur og ynskja vit at tær tó eru tykkum til gagns.
Vælkomin at lurta og kjakast um hvussu vit best nýta stóru bókarúgvu okkara.
Lærararnir
Góðu foreldur/avvarandi
Vinarliga leggið til merkis broytingarnar í komandi tveimum vikunum: Læraradagur og foreldraviðtalur.
Í ársætlanini eru tiløkini hetta skúlaárið.
Við ynskjum um góðar og læruríkar skúladagar.
Lærararnir og fyrstilærarin.