Góðu næmingar og foreldur
“Flestu húski við børnum kenna til barnaorm. Barnaormur kemur fyri allastaðni í heimi og hjá øllum fólki á øllum aldri, tó er hann vanligastur hjá børnum og ungum.”
Slóð til frágreiðing um barnaorm er her
Brot úr tekstinum:
“Barnaormur verður viðgjørdur við mebendazol (Vermox®) ella pyrvin (Vanqiun®). Alt húskið skal viðgerast samstundis.
Mebendazol: Mebendazol fæst ávikavíst sum tablettir og flótandi á apotekinum eftir forskrift. Heilivágurin skal gevast tríggjar ferðir við á leið 2 vika millumbili. Vanliga er ein viðgerð nóg mikið. Mebendazol virkar á tann hátt, at ormurin upptekur ikki so lætt sukur, og tá doyggja bæði tann vaksni ormunin og ormveran. Eggini kunnu yvirliva. Tá ið ormarnir eru deyðir, hvørva teir við skarninum.”