Nú vit hava fingið eina skjaldbøku afturat, var gott høvið at vaska akvarium’ið.
Ragnhild og Perla trívast væl 😀
Góðu foreldur/avvarandi
Av tí at tað sær út til at fara at regna allan fyrrapartin, velja vit okkum heldur ein annan dag at fara til Havnar.
Vinarliga
Jákup
Hesi boð eru komin úr Mentamálaráðnum:
Til allar fólkaskúlar
Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum
Mikudagin 8. nov. 2017 skipa Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum.
Næmingarnir fáa frí ráðstevnudagin. Heitt verður á allar skúlaleiðarar um at kunna heimini, skúlastýrið og kommununa so skjótt sum til ber, so næmingarnir hava trygg viðurskifti henda dagin, eingin skúlagongd er, og kommunur møguliga kunnu útvega næmingunum í yngstu flokkunum pláss í frítíðarskúlanum ráðstevnudagin.
Endalig skrá fyri ráðstevnuna verður lýst seinni.
…leggið til merkis “Ársætlan 2017/1018”.
Vinarliga
Jákup av Skarði, fyrstilærari
62C22FA2-8DEF-44A7-B223-F752C38944FC
Tá starar kunnu vaska sær á vøllinum er tíðin komin at leggja nýtt asfalt.
Í hesi vikuni (V 40), 2.-6. okt. 2017, syngja vit:
Sálm nr. 541: Nú hvítna tindar
Føroyskur sangur: Eros
Útlendskur sangur: Siyahamba