Góðu foreldur/avvarandi.
Í samráð við næmingarnar, er broyting ásett um fartelefonir – í partinum “LEIÐREGLUR SKÚLANS / TRIVNAÐARÆTLAN”.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Soleiðis er orðað á Snar.fo:
“Forritið, ið skipanin byggir á, megnaði ikki í okkara uppseting at svara fyrispurningum frá teimum uml. 700 næmingunum nóg skjótt.
Tí fingu flestu skúlarnir trupulleikar at avgreiða royndina. Royndin í morgun bleiv tískil avlýst.
Hóast tillagingar í tøkni og útgerð mugu vit staðfesta, at forritið ikki megnar at avgreiða royndina hjá øllum næmingunum nóg væl, og tí verða landsroyndirnar 2017 avlýstar á hesum sinni.”
Góðu foreldur/avvarandi
Nú eru aftur trupulleikar við telduskipanini handan landsroyndina.
Næmingarnir í 4. fl. loysa hesa fyrru uppgávuna, men so verður ikki meira í dag – t.v.s., at tað eisini er avlýst fyri 6. fl. í dag.
Enn er óvist, hvussu verður við landsroyndini í morgin og í ovurmorgin, men næmingarnir møta sum vant.
Vinarliga
Jákup av Skarði, fyrstilærari
Tíðarkarmar fyri landsroyndina 2017
Trýst her