Næmingar og foreldur møta kl. 10:00
Fyrrapartin arbeiða vit við gips-skortum og føstu-prýði.

Kl. 13:00 eru øll vælkomin niðan at dansa føroyskan dans.
Vísurnar eru tær somu, ið vit hava vant í vetur.
– legg til merkis okkurt nólsoyar-frávik.

Veturin kom við kulda og kava

  1. Veturin kom við kulda og kava,
    ringt er hjá seyðinum, hart er at skava,
    kalt er í berligum bóli.
    Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir,
    burtur úr túninum hundurin rýmir,
    inni situr kúrandi Óli.
  2. Gler er í á og skalvur í brekku;
    rínur og hvínur í hvørjari sprekku;
    Óli er grammur í huga,
    situr og hugsar um summar og gleði,
    fuglur var kátur, og lambið var fegið;
    nú hómast ikki ein fluga.
  3. Omman á bríkini sigur frá søgum,
    abbin úr fjøruni kemur við øðum,
    oman kemur maður av Gørðum.
    “Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!”
    hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.
    Har kemur Klæmint við kørðum.

 

Burtur á heiði

1. Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur,
har vaksa brobber, har veksur lyngur,
har er korki og javni.
Har er tað, menninir torvið skera,
og konufólkini tað burtur bera.
Hevur tú verið har, navni?

2. Har veit eg eitt so lítið reiður;
fýra ungar fuglurin eigur,
teir eru naknir og smáir,
djúpt í reiðrið teir bora seg niður,
tá ið teir vaksa, pápi mín sigur,
gerast teir brúnir og gráir.

3. Burtur á heiði neytini ganga –
har er ein tarvur, ið vanur er at stanga,
hann er reyður og hvítur.
Øll ræðast hann uttan pápi og Pætur,
ið mangan hevur havt á honum fatur
og eigur hundin, ið bítur.

4.Og ein lítlan putt, sum eg eigi,
hann skal eg hava burtur á heiði,
líka sum menninir plaga;
so torir tarvurin einki at gera.
Vilt tú við mær í ferðini vera,
navni mín, burtur í haga?

 

 

Fiskurin bítur

  1. Fiskurin bítur, nú nýtast raskar hendur,
    royni seg nú tann, ið eigur nakran mátt;
    stokkut er stundin, til sjóvarfallið vendir,
    eydnan á útróðri skiftir ofta brátt.
    Nýt hesa stund: egn teg við skund,
    lat so renna niður, til loddið er á grund.
  2. Kvikhentur maður, meðan snørið man renna,
    sløgir og foragn og beitur sær sker;
    ræsir og heintar – og toskur er at kenna,
    bregður væl við, so hann ongulfastur er.
    Liðmjúkan arm, sveittan í barm;
    grenjar í tolli, men ongan annan larm.
  3. Fýra eru á. O, vælsignaða fløkja!
    Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn.
    Stendur illa í? So mást tú teir krøkja;
    høgg teimum kleppin í nakka ella kinn.
    Syft teir inn um stokk, gev teimum á knokk,
    slagbeit og greið so, tí kurlað er tað nokk.
  4. Blankur sum messing og feitur og rundur,
    nýkomin fiskur av fagrasta slag;
    royna vit mugu at halga hann uppundir;
    fæst hann at elta, so draga vit í dag
    mangan góðan drátt, fylla bátin brátt,
    damla so heim eftir innskotum í nátt.

 

 

Øskudólgur og sópingarkona

  1. Øskudólgur og sópingarkona
    hildu sær at gaman,
    hvussu skulu vit liva,
    tá ið vit koma saman?

Øll eru tey grønu grøs forgingin

  1. Vit skulu taka tráðu í hánd,
    ganga oman við á,
    fiska okkum smásíl
    og føða okkum svá.
  2. Hvussu skulu vit liva,
    tá ið síl eru eingi í á?
    Vit skulu okkum í havið út
    stóran fisk at fá.
  3. Hvussu skulu vit liva,
    tá ið fiskurin vil ikki bíta?
    Vit skulu okkum í bóndans garð
    at treskja kornið hvíta.
  4. Hvussu skulu vit liva,
    tá ið bóndin eigur einki korn?
    Vit skulu taka lúður í hánd
    og blása hart í horn.
  5. Hvussu skulu vit liva,
    tá ið hornið vil ikki láta?
    Vit skulu taka hamar og tong
    og smíða skip og bátar.
  6. Hvussu skulu vit liva,
    tá ið báturin vil ikki ganga ?
    Far tú tær til meinvitis,
    eg vil ikki við teg pranga!

 

Nykurs vísa

  1. Nykurin letur sær klæði skera,
    Harra mín
    tí hann vildi ein riddari vera.
    Um summarið, tar allir fuglar syngja væl.
  2. Nykurin gongur í kirkjuna inn,
    prestar hildu messur fimm.
  3. Nykurin gongur á kirkjugólv,
    prestar hildu messur tólv.
  4. Elsa lítla smílir undir lín:
    “Krist gevi, tann riddari hann var mín!”
  5. Han trådte over skamler en og to:
    “Else lille, giv mig tro!
  6. Else lille, troloves mig!
    otte borger giver jeg dig.”
  7. Else lille rækker hånden fra sig:
    “jeg giver dig tro og følger dig.”
  8. Der de komme i rosenslund,
    da lyster Else lille at hvile en stund.
  9. “Hør du, ridder, hvad jeg spør dig:
    hvor ere de borge, du lovede mig?”
  10. “Eitt er í vatni, annað er í sjógv,
    fært tú meg, tá hevir tú nógv.”
  11. Elsa lítla lítur seg upp í fjøll:
    “eg meini, tú ert eitt nykartrøll.”
  12. Nykurin leyp í vatnið út; –
    eftir stóð Elsa lítla við sorg og sút.
  13. Nykurin leyp í vatnið kátur,
    hálvur maður og hálvur bátur.
  14. Skundaði hon so snarliga heim,
    hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein.

 

Kall og Svein ungi

1.”Hvar rakst tú neyt míni?”
Segði Kall.
”Beint niðan í akur tín!”
Segði Svein ungi.

2.”Skamm fái tú rekandi!”
“So fái tú biðjandi!”

3.”Hevði eg hildi á spóni mínum!”
“Staði fastur í góma tínum!”

4.”Hevði tú verið flongdur!”
“Við mjúkari ostaflís!”

5.”Við skørpum áli!”
“Ryggur tín ligið undir!”

6.”Hevði eg hildið á knívi mínum!”
“Staði fastur í lívi tínum!”

7.”Hevði tú hingið í berginum!”
“Góða línu á mær!”

8.”Einfaldur hosnatráður!”
“Sjálvur tú á endanum!”

9.”Hevði tú flotið á havinum!”
“Góður bátur undir mær!”

10.”Hvørki ár ella eyskar”
“Lotið ligið at landinum!”

 

 

Santa Simeon

Stat op Santa Simeon, Simeon var den tolvte – en

12 var Apostlene,
11 var Disciplerne,
10 er de ti Guds bud,
9 er vor Englekor,
8 er vor Salighed,
7 er vor Skabelse,
6 var de Stenkar, som var sat i Kana i Galilea,
5 Mosebøger,
4 Evangelister,
3 Patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 Lovens Tavler,
Den ene var den Herre Gud, som regerer alle ting