Í jólafrítíðini kunnu bilar setast í skúlagarðin.
Sum boðað tykkum í telefonketuni, er vegna veður, eingin jólaguðstænasta.
Tað var vónleyst at sleppa niðan í skúlan og somuleiðis oman í kirkjuna.
Lærarar og fyrstilærari ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.
Vit møta í skúlanum 4. januar 2017
Góðu næmingar og foreldur/avvarandi.
Stóra takk fyri væl eydnaða jólahugnan í skúlanum í kvøld.
Mánamorgunin byrjar skúladagurin sum vant kl. 8, og næmingar eru vælkomnir at møta kl. 7:45. Vit hugna, eftirmeta og rudda.
Týsmorgunin møta næmingarnir í skúlanum kl. 10. Jólaguðstænastan byrjar kl. 10:30 og fylgjast vit oman. Skúlin skipar jólaguðstænastuna og ynskja vit at bjóða øllum vælkomnum í Nólsoyar kirkju.
Eftir jólaguðstænastuna er jólafrí og møta vit aftur mikudagin 4. januar 2017.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eynduberandi nýggjár.
Góðu tit 🙂
Jólahaldið í skúlanum byrjar kl. 17:00,
leygardagin 17. des. 2016.
Hesa vikuna syngja vit:
Gleðilig jól
“Hvítar flykrur”
Gingle bells
Við bestu ynskjum um góða og læruríka skúlaviku.
Farnu tríggjar vikurnar hava vit í morgunløtuni m.a. sungið úr heftinum til jólaguðstænastuna:
Føgur er foldin
Nú birtast túsund jólaljós
Eitt fjós og ein krubba
Komandi vikuna syngja vit:
Julen har bragt velsignet bud
Sleturock
Faðirvor (íslendska)
Við ynskjum um gott vikuskiftið 🙂