Hesa vikuna er útlendski sangurin “Going on a lion hunt”.
Niðanfyri eru tríggjar ymsar slóðir.

1) Hendan slóðar tykkum til eina frálíka “framløgu”: Trýst

2) Ein onnur versión sæst við at trýsta á play:

3) …og hesa slóðina hava vit nýtt í gjár og í dag: Trýst

Góður næmingar og foreldur/avvarandi

Fríggjadagin 7. okt. skipa Látrið og skúlin fyri rennidegnum 2016.

Vit møta sum vant í skúlanum og byrja við grundtímum. Eftir morgunløtuna fáa næmingarnir stundir at seta seg við matpakkum og vatni, áðrenn vit fylgjast út á Veg – har vit hita upp kl. 10.

Runnið verður sum vant niðri í bygdini og út á Klivar – har rennileiðin er 1 km runt.

Eftir renningina fara vit á Látrið at drekka kakao og eta bollar – og so er heystfrí.

Fyrstu vikuna eftir heystfrítíðina vitjar “kreativa breytin” á námsvísindadeildini á Setrinum. Hetta verður fyrra evnisvikan um myndaarbeiði á brimgarðinum í Nólsoy.

Bestu ynski um góðar skúladagar og góða heystfrítíð.