Góðu næmingar og foreldur/avvarandi!

Sum kunnað varð um á foreldrafundinum – og í vikuseðlunum, fara vit at renna í Kaldbak í morgin.

Vit fara til Havnar kl. 7:20 og koma aftur kl. 12:30.

 

Góðu næmingar (og foreldur/avvarandi)!

Á hesi slóð er møguleiki at venja guitar, ukulele og klaver til sangin “Hvis du ser en krokodille i dit badekar”.

Trýst her

Í viku 39 syngja vit:
Mána og sól (Sálmabóka-uppískoytið)
Eg vil telja strjørnurnar
Hvis du ser en krokodille i dit badekar

Góðu foreldur

Vit vilja fegin bjóða tykkum til felags foreldrafund. Fundurin verður hildin saman við foreldrum í Eysturskúlanum og Sankta Frans skúla.

Danski sálafrøðingurin Jens Andersen fer at halda fyrilestur fyri okkum um tann týdning, ið foreldur hava á barnisins menning, felagskap, trivnað og læring í skúlanum.

Fyrilesturin er serstakliga um, at vit sum foreldur eru fyrimyndir hjá okkara børnum og um ta ábyrgd, sum foreldraleikluturin hevur við sær, t.d. um samstarv, menning av felagsskapum og um at seta børnum krøv.

Jens Andersen er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari, sum nýtir skemt og ítøkilig dømi úr gerandisdegnum at lýsa barnauppaling og familjulív.

Dato: Mánakvøldið 19. september 2016
Kl.: 19 – 20.30
Stað: Eysturskúlin

Vinarliga
Nólsoyar skúli