Góðu næmingar og foreldur/avvarandi!
Takk fyri skúlaárið 2014/2015.
Bestu ynski um góða summarfrítíð 🙂
Jákup av Skarði
Góðu næmingar og foreldur/avvarandi!
Takk fyri skúlaárið 2014/2015.
Bestu ynski um góða summarfrítíð 🙂
Jákup av Skarði
Góðu næmingar og foreldur/avvarandi
Seinasta vikan verður skipað soleiðis, at afturat gerandis undirvísingaravbjóðingum, skulu vit eisini “rudda av” og hugna okkum.
Felags vikuseðilin er hesin:
Mánadagin og týsdagin skulu næmingarnir taka við sær onkran posa – afturat skúlataskuni – at tey kunnu bera ymiskt heim við sær.
Mikudagin fara vit at renna og svimja í Havn. Teir næmingar, ið vilja sleppa at svimja í klæðum, mugu hava rein klæði við sær at taka við í svimjihøllina.
Hósdagin er trøllarenning á skránni.
Fríggjadagin møta næmingarnir kl. 10 og eru í skúla til kl. 12. Tá verður hugnaløta saman við flokslærara og síðani felagsløta at siga 7. flokki farvæl.
Tað hevði verið framúr at fingið pengarnar (í sambandi við myndatøkuna) sum skjótast.
Best um øll hava latið Jákupi pengarnar í seinasta lagi mikudagin 17. juni.
Ætlandi fáa tit myndirnar í seinasta lagi 23. juni.
Minnist til at myndatøka er í morgin – fríggjadagin 12. juni.
Vónandi hava øll sett kross við hvørji “mynda-ynskini” eru.
Børn og starvsfólk á Látrinum koma niðan uml. kl. 9, at ymsu systkinamyndirnar kunnu takast fyrst.
Einstaklingamyndir, floksmyndir o.s.fr., verða skipaðar sum tað hóskar best.
SSS-Ítróttardagurin 2015 – týsdagin 9. juni!
Vit møta sum vant í skúlanum. Kl. 8:20 fara vit til Havnar, har bussur stendur fyri okkum. Ítróttardagurin er í Kaldbak. Vit fara aftur til Nólsoyar kl. 12:30.
Minnist til:
– mánaðarkortið
– hóskandi klæði
– góðan matpakka og vatndunk
SSS-Ítróttardagurin er lutur í samstarvinum millum skúlarnar í Kaldbak, á Velbastað og í Nólsoy 🙂