Góðu foreldur/avvarandi
Frá 1. juli er nýggj skipan galdandi fyri mánaðarkortini. Næmingarnir fáa skriv heim í dag.
Í stuttum kann sigast, at galdandi skipan heldur á til 30. juni. Frá 1. juli verður skipanin broytt, at mánaðarkortini verða galdandi í hálvt ár – fyri síðani at verða endurnýggjað 1. januar 2016.
Tað verður staðiliga heitt á foreldur at ansa eftir at næmingar hava mánaðarkort við sær, tá ið farið verður av oynni við skúlanum. Hevur næmingur ikki mánaðarkortið, kann SSL krevja at goldið verður út aftur!