Góðu næmingar og foreldur/avvarandi!
Tykkum kunnugt, er ætlanin at fara til Havnar í morgin (mikudagin 17. des. 2014).
Vit møta sum vant í skúlanum.
Kl. 08:20 verður farið til Havnar
kl. 09:15 eru vit boðin á Tjóðpallin at hyggja at leiki, ið frískúlin í Havn framførðir.
kl. 10:00 fara vit á Reyða kross – næmingarnir kunnu taka við sær kr. 30,- í part.
kl. 11:00 fara vit at skoyta
kl. 12:30 koma vit út aftur til Nólsoyar
…minnist til góðan matpakka/vatndunk og minnist til at lata tykkum í heit klæði. Havið í huga, at á skoytubreytini kann verða vátt 🙂

Skipanin við mánaðarkortunum er henda:

Tit fara á Farstøðina í Havn. Upplýst verður navn á næmingi og føðingardagur. Goldnar verða kr. 500,-. Av hesum peningi fáa tit kr 450,- aftur frá Tórshavnar kommunu, um tit bera teimum (Mentamáladeildini – Katrin Ellingsgaard) kvittanina. Kr. 50,- eru fyri plastkortið, ið Tórshavnar kommuna ikki afturrindar.

Við hesum gjaldið, hava tit goldið fyri tveir mánaðir. Fyrstu ferð tit aktivera kortið – umborð á Ternuni – fer teljarin í gongd og tit síggja hvussu nógvir dagar eru eftir á kortinum fyrra mánaðin. Leggið til merkis, at kortið telir bert fyri ein mánaða í senn, tó at tit hava goldið fyri tveir mánaðir.

Tá ið fyrri mánaðurin “er uppi”, byrjar kortið at telja aftur, tá ið kortið aftur verður nýtt. T.v.s., at um fyrri mánaðurin endar upp undir frídagar, er ikki neyðugt at aktivera seinna mánaðin fyrr enn tit aftur fara at ferðast.

Eru spurningar, kunnu tit ringja til fyrstalæraran, ella venda tykkum til annaðhvørt Strandferðsluna ella Mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu.

Hesar vikur undan jólaguðstænastuni venja vit afturvendandi sálmarnar/sangirnar:
Føgur er foldin
Nú birtast túsund jólaljós
Eitt fjós og ein krubba
Gleðilig jól
…og vit halda fast í traditiónini í Nólsoy, eisini at syngja “Julen har bragt velsignet bud”.

Góðu næmingar og foreldur!
Við hesum verður heitt á tykkum at eftirkanna, at samsvar er millum tað tit gjalda og dagatalið SSL setir á kortið.
Orsøkin er, at eg havi fingið fráboðan, at okkurt kort vísir “30 dagar”, tó at goldið er fyri tveir mánaðir.

Næmingarnir fingu fríggjadagin bræv um skipanina við mánaðarkortum. Í stuttum kann sigast, at tit skulu inn á Farstøðina at rinda fyri tveir mánaðir – fyri síðani at fáa pengarnar aftur frá kommununi.

Mánaðarkortini “gingu út” í gjár, talan er tí um at gjalda fyri desember í ár og fyri januar 2015.