Musikteatret SAUM (DK) vitjaði í Nólsoyarskúla mikudagin 20. mars við sjónleikinum “Askur og prinsessan á tí hvíta hestinum. Ein stuttligur og poetiskur sjónleikur um vinarlag og ymisleika. Aftan á framsýningina var verkstova, har næmingar fingu høvi til, at spyrja tónleikarar og sjónleikarar, og eisini at læra sangir úr tónleikasjónleikinum.
Nólsoyar skúli er sum tann fyrsti í kommununi nú knýttur í Skúlanet. Talan er um eitt uppbýtt internet, sum allir skúlar í kommununi skulu vera í. Alt netið er skift út, og fleiri sonevnd Access Points sett upp, so har eigur at vera høg ferð.
Lyklaskipanin aftanfyri er eisini skift. Nýggj lyklaboks og nýggjur lykil. Boðað er frá, at yngri børn hava verið inni í rúminum um kvøldið, so vit hava skift kotuna, men hon er ikki ætlað børnum. Umráðandi er at læsa hurðina og heingja lykilin aftur í boksina, tá farið verður út haðani.
Vinaliga
Edmund Joensen
747203
Fyri veður verður eingin skúlagongd í morgin 31. januar 2024
Vinaliga
Edmund Joensen, fyrstilærari
Sum flestum kunnugt verður samhugaverkfall í morgin fríggjadagin 3. novembur 2023.
Tískil verður eingin skúlagongd í morgin.
Edmund Joensen, fyrstilærari
Felagsforeldrafundur verður týskvøldið 19. septembur 2023 kl. 19-21
Vit hava fingið fráboðan um lús í Nólsoyar skúla. Tað er sera umráðandi at kemba og kanna heima. Sí ráð frá Gigni her.
Edmund Joensen, fyrstilærari
tlf. 747203
Í morgin 22. august fara vit at vitja á Jarfeingi í Havn í sambandi við, at vit hava grót sum evni hesa vikuna.
Vit møta á skúlanum kl 8 og ganga so til Ternuna. Vit sigla aftur av Havnini kl 12.30.
Hava við: Matpakka, drekkidunk, ílatin eftir veðri, ternukort.
Mikudagin 16. august fara vit aftur í skúla.
Allir næmingar møta kl. 10 í ítróttarhøllini.
Góðu starvsfelagar, næmingar, foreldur/avvarandi og øll onnur, ið eg í leiðslu- og lærarastarvi mínum havi samskift við.
Nú stendur mær nýtt fyri framman. Fyrst Rynkeby-túrurin til París og síðani verður spennandi hvat arbeiðið er fyri framman, nú farloyvið byrjar.
Takk, øll somul, fyri samstarv, arbeiðsroyndir og avbjóðingar.
Bestu ynski.
Jákup av Skarði