Ansa eftir, hvat tú sært, eyga mítt, ansa eftir, hvat tú sært, eyga mítt, tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvat tú sært, eyga mítt!
:/: Ansa eftir, hvat tú sigur, muður mín, :/: tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvat tú sigur, muður mín!
:/: Ansa eftir, hvat tú gert, hondin mín, :/: tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvat tú gert, hondin mín!
:/: Ansa eftir, hvar tú stígur, fótur mín, :/: tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvar tú stígur, fótur mín!
:/: Ansa eftir, hvat tú trýrt, hjarta mítt, :/: tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvat tú trýrt, hjarta mítt!
Vinir
Eg bleiv so glað í morgun, tá ið eg kom út, tú stóðst og bíðaði uttan fyri portrið. Tú smíltist, og eg visti beinanveg, vit vóru vinir aftur, tú og eg.
Vit klandraðust í gjár, og tá lovaði eg, eg skuldi aldrin tosa aftur við teg. Nú súkkla vit í skúla, og tað er so gott. Vit eru vinir aftur tú og eg.
Tú segði, at eg altíð var so ráðarík. Eg segði, at tú vart ein grenjisurra. Tá tókst tú bóltin, rýmdi beinanveg, og eg fór heim, eg var í øðini.
Eg stongdi hurðina á mínum kamari, og eg vara bara inni allan dagin. Um kvøldið fekk eg sms frá tær: Tú ert tann besti vinurin hjá mær. Vit klandraðust í gjár…
Vit fara heim til mín at gera skúlating, tú dugir nógv betri enn eg at rokna! So spæla vit eitt spæl á telduni og baka vaflur, tí tað dugi eg! Vit klandraðust í gjár, og tá lovaði eg, eg skuldi aldrin tosa aftur við teg. Nú súkkla vit í skúla, og tað er so gott. Vit eru vinir aftur tú og eg.
“Tey standa og vagga og tráa, á akrinum stadnandi øks, og deila hin bjartoygda dáa sum upp millum teirra vøks.
Vit áttu at plágað og pínt teg og altíð at stungið tær skør, vit áttu at køvt teg og týnt teg, tú stendur á okkara jørð.
Og alla tøðuna átst tú og royndi at gera mein, og altíð so prangandi stóðst tú – Tú voldi, at vit eru sein.”
“Men dáin stendur í iva, og hann hevur ymsan lit: “Eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit.”
“Tá verða tey øks at tagna, tí tað segði dáin satt: Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað, og hvør eigur lívsins rætt!”
Imagine
Imagine there’s no heaven It’s easy if you try No hell below us Above us, only sky Imagine all the people Living for today I
Imagine there’s no countries It isn’t hard to do Nothing to kill or die for And no religion too Imagine all the people Living life in peace You
[Chorus] You may say I’m a dreamer But I’m not the only one I hope someday you’ll join us And the world will be as one
Imagine no possessions I wonder if you can No need for greed or hunger A brotherhood of man Imagine all the people Sharing all the world
[Chorus] You may say I’m a dreamer But I’m not the only one I hope someday you’ll join us And the world will live as one
Nú vakni øll úr svøvni glað, nú náttarstundin hvarv; nú sær mítt eyga ljósan dag, nú byrjar dagsins starv.
Nú sólin vísir andlit blítt, hon fer um fjørð og sund; hon vermir arma hjarta mítt og gleðir sára lund.
Hon minnir meg á morgun tann, tá hann úr deyða stóð, ið sigur yvir syndum vann og yvir deyðans tjóð.
Ja, glaður hvør til dagsverk fer í Jesu Kristi navn; og tá ið tað at kvøldi ber, hann førir oss í havn.
Lítli fuglur
Sig mær lítli fuglur, hví flýgur tú so seint, hvat er tað, sum feilar, hvat hevur teg nú meint, hví ert tú so svartur, har ið hvíta dúnið var, sig mær lítli fuglur, hvat er hent við tær?
Jú nú í morgum, eg fleyg mær ein túr, út yvir havið, eg lá upp á lúr eftir eini sild, ella hvat ið har nú var, at hava heim við til pisurnar hjá mær.
Tá fongurin var fingin, mót landi vendi eg, tá møðin meg nívdi, á sjógv eg setti meg, fyrst tá rakti eg við, men tá var ov seint hjá mær, at havið var dálkað og spilt í olju var.
Í evjuni eg stríddist, eg mátti sleppa heim til mínar svongu pisur og føði geva teim. Eg vann til síðst, men visti, at nú deyðadømd eg var, eg veit ei, um eg vinni heim til pisurnar hjá mær.
Høvdu vit tó kunnað lært um henda sorgarleik, um henda lítla fuglin, ið ei ungar sínar sveik. Flest øll vita um tað, men støðan versnar dag um dag, vit halda á at dálka, líka blind og líka glað.
1 Bottle of Pop
1 bottle of pop, 2 bottles of pop, 3 bottles of pop, 4 bottles of pop, 5 bottles of pop, 6 bottles of pop, 7 bottles of pop, pop!
Don’t throw your trash in my backyard, my backyard, my backyard, Don’t throw your trash in my backyard, My backyard’s full.
Fish and chips and vinegar, vinegar, vinegar, Fish and chips and vinegar, Pepper, pepper, pepper, pop!
Mín bátur er lítil, og havið so stórt; men Jesus meg tekur í hond. Hann bátinum stýrir, um bylgjan er høg, á leið móti himmalsins strond.
2. Men stormur kann hótta og bylgjurnar við; men Jesus meg tekur í hond.
3. Eg veit ei, nær ferð mín á fold endað er; men Jesus meg tekur í hond.
Sjá, tú blánar Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong, syngur tjóðin tær glaðasta song. Um enn nær ella fjart ert tú sál míni kært, sum tú fedrunum vart; tí tú glógvar so bjart sum tú sóleyga bart gjøgnum náttmyrkrið svart, blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt; og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg, síggi brim randa strendur og berg, hoyri vetrarins brot boða summarsins lot, hoyri heystmyrka lag, boða várljósan dag. Fylkjast rað vit í rað, kenna hjørtuni tað: vit við tær stevna stinnir avstað.
Grækaris Grashøvd Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum, Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum, eg minnist tað, sum tað var í gjár, Grækaris fylti 30 ár, hann feldi 179 tár, tí, á høvdinum var ikki eitt tað einasta hár, Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum, Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum. /:Hvussu kann hann hava ein hava á høvdinum, hava á høvdinum, hava á høvdinum:/
Grækaris vildi ikki hava einki hár, so hann setti seg at hugsa í fleiri, fleiri ár hann hugsaði so leingi, at heilin bleyv til mold, hann hugsaði hansara heila til mold, upp úr heilanum úr mold vaks grasið grønt, á høvdinum hjá Grækarisi grasið grønt har eru trø og blómur og eisini dýr, á høvdinum hjá Grækarisi standa fleiri kýr /:Hvussu kann ein kúgv standa á høvdinum, standa á høvdinum, standa á høvdinum:/
Brúka høvdið hugsa teg um, kúgvin stendur á beinunum, dýrini standa á beinunum, í havanum á høvdinum hjá Grækaris Grashøvd, Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum /:Eg vil eisini hava ein hava á høvdinum, hava á høvdinum, hava á høvdinum:/
Vem kan segla forutan vind? Vem kan ro uten årer? Vem kan skilles från vennen sin utan å felle tårer?
Jeg kan seile for uten vind Jeg kan ro uten årer Men ei skilles från vennen min utan å felle tårer.
Jesus, kom og ver hjá mær, aldri lat meg sleppa tær, tak í mínum hjarta búgv, gev mær vón og gev mær trúgv.
Allur hugur er til tín, eina tú ert gleði mín; ongan kennir sinnið frið uttan tann, tú kemur við.
Verøld eigur einki ráð, ið kann stilla hjartans trá; men um tú mær verður nær, hjartað alla sælu fær.
Fagra, fríða vársól blíða litar fjall og fjørð, blonk á bárum brandar. Alt í lýkku andar. Lundaskorin grør.
Fegið spælir millum smalur lítla lambið kátt stumpar móður júgur. Snípan, svinn sum brúður, hugsar: Her er gott.
Grønkast akrar. Blómur vakrar gera fólk so fró. Feitar kvígur skjølka, fagrar gentur mjólka, kvøða lystugt ljóð.
Sólin lækkar, brátt hon fjakkar undir bergið blátt; roðin sundið gyllir. Bátur rør so stillur, dyrgir fyri smátt.
I like the flowers, I like the daffodils I like the mountains I like the rolling hills I like the fireside when the light is low Bom-id-id-a-id Bom-id-id-a-id
Mong tey klaga um veður og vind. Onnur klaga um klæðir og mat. Men eg vil ikki vera ein av teim, milliónir ei hava mat og heim.
Fyri allar gávur lær at siga takk. Fyri allar gávur lær at siga takk. Mong droyma bert um tað, sum vit njóta dag um dag. Fyri allar gávur lær at siga takk.
Mong tey klaga um útsjónd og vekt. Onnur klaga um arbeiði og løn. Men eg vil ikki vera ein av teim, milliónir ei hava mat og heim.
Hulduríman
Burtur á heiði sat huldan og spann, meðan hon yskti sær mann. Trumm trumm trumm trumm trumm trumm trumm trumm tralala, trumm trumm trumm tralala.
Oman í bygdina stunandi rann huldan at finna sær mann. Trumm trumm…
Bóndin á bríkini huldan brátt fann: “Teg skal eg taka til mann!” Trumm trumm…
Svaraði bóndin: “Nei, so mín sann, ikki eg festa teg kann.” Trumm trumm…
Kvendið í øðini njelti: “Kom ann!” Syfti og jarðlegði hann. Trumm trumm…
Huldan á bóndanum lættliga vann, trettandu festi hon hann. Trumm trumm trumm trumm trumm trumm trumm trumm tralala, trumm trumm trumm tralala.
Här kommer Pippi Långstrump, tjolahopp tjolahej tjolahoppsan-sa Här kommer Pippi Långstrump, ja, här kommer faktisk jag.
Har du sett min apa, min fina söta lilla apa. Har du sett Herr Nilson, ja han heter faktisk så. Har du sett min villa, min Villa Villekullavilla Vill å vill du veta, varför villan heter så ?
Jo, för där bor ju Pippi Långstrump tjolahopp tjolahej tjolahoppsan-sa där bor ju Pippi Långstrump, ja, där bor faktisk jag.
Det är inte illa, jag har apa häst och villa, En kappsäck full med pengar är det också bra att ha. Kom nu, alla vänner, varenda kotte som jag känner, Nu ska vi leva loppan, Tjolahej tjolahoppsan-sa
Här kommer Pippi Långstrump, tjolahopp tjolahej tjolahoppsan-sa Här kommer Pippi Långstrump, ja, här kommer faktisk jag.
Mín Jesus, lat mítt hjarta fá ein slíkan hug at tær, at nátt og dag tú vera má ómissandi hjá mær.
Tá fer mín náðitíð og stund so sæl og góð og glað, tí at tú kemur á mín fund, mær signar hvønn ein dag.
Mítt hjarta, tá tað aftnar her, skal hvíla við títt navn, og tá mín sól til viðar fer, eg leggist í tín favn.
O, leið meg tá frá synd og sorg í hvítum rættferðskrúð til himmiríkis glæstriborg, til dýrd í himnabú.
Rulla páskaregg
Nú koma páskirnar. Børnini gleða seg, tí at tá páskaregg rulla tey. Niðan tey spenna, oman tey renna, bera so eggini niðan á heyg.
Mamma mín, pápi mín, abbi mín, omma mín fara at rulla sum børnini øll. Sigrun og Hanna rulla, og Anna sigur, at eggini brotna, er spell.
Dagurin líður, tíðin hon flýgur, eggini brotna nú so við og við. Børnini møðast, eisini tey frøast. Nú man tað síðsta skjótt fara í tvey.
Nú endar dagurin, børnini fara inn, fara at sova og eru so mett. Um summarið droyma tey, um lomb og um stóran seyð. Vakna um morgunin frísk og væl sett.
I danced in the morning when the world was begun And I danced in hte moon & the stars & the sun And I came down from heaven & I danced on the earth At Betlehem I had my birth
Dance, dance wherever you may be I am the Lord of the Dance said he And I´ll lead you all wherever you may be And I´ll lead you all in the dance, said he
I danced for the scribe & the pharisee But they would not dance & they would not follow me I danced for the fishermen, for James & John They came with me & the dance went on
I danced on the Sabbath & I cure the lame The holy people said it was a shame They whipped & they stripped & they hung me high And they left me there on a Cross to die
I danced on a Friday when the sky turned black It´s hard to dance with the devil on your back They buried my body & they thought I was gone But I am the dance & I stoll go one
They cut me down but I leaped up high For I am the dance that can never, never die I´ll live in you if you´ll live in me For I am the Lord of the Dance, said he!
Heilagt ljóð oss legg á tungu; himlafaðir, lær tey ungu rætt at takka tær, syngjandi tín prís við megi, sáandi títt orð við gleði her og víða hvar.
Himmals einglaherar glaðir syngja lov tær, ljósins faðir, øldir eftir øld; latum sálmasong vár ljóða upp frá jørð mót Guði góða árla dags og kvøld.
Kom út á víðu heiðar Kom út á víðu heiðar tað stillu kvøldarstund hoyr tjaldrið, tað letur og er so glatt í lund
Sá eg spóa suður í Flóa, syngur lóa úti í móa: Bí, bí, bí, bí. Vorið er komið víst á ný.
Go down Moses
When Israel was in Egypt’s land: Let my people go. Opress’d so hard that they could not stand, Let my people go.
Go down Moses Way down in Egypt’s land Tell ol’ Pharaoh, To let my people go.
Thus saith the Lord, bold Moses said: Let my people go. If not I’ll smite your firstborn dead, Let my people go.
Go down Moses Way down in Egypt’s land Tell ol’ Pharaoh, To let my people go.
O let us all from bondage flee; Let my people go. And let us all in Christ be free! Let my people go.
Morgunsólin longu lýsir høgt á bláum himni her. Lítli fuglur glaður syngur nú á síni ferð
Vennesangen
Jeg elsker at sidde alene og drømme og fantasere, men har jeg været længe nok alene, så jeg vil ikke være alene mere så er det godt at ha en rigtig ven og ha nogen at snakke med igen en man kan dele sine drømme med lege eller danse eller svømme med, det er rart at være alene men det er bedst at ha en ven.
Det er dejligt at vandre alene og kigge på blomst og bier og på fugle der sidder på grene, men så er der noget i mig der siger: Nu er det godt at ha en rigtig ven og ha nogen at snakke med igen enten en med bukser eller kjole på bare det er en man kan stole på det er rart at være alene men det er bedst at ha en ven
Jeg tænker hemmelige tanker som andre slet ikke aner og kun en ven skal man fortælle sine hemmelige planer, så er det godt at ha en rigtig ven og ha nogen at betro sig til igen. du kan være tynd eller temlig fed bare du kan holde på en hemlighed det er rart at være alene men det er bedst at ha en ven
jeg elsker at lege alene og tegne og modellere, men har jeg leget længe nok alene, så vil jeg ikke lege alene mere så er det godt at ha en rigtig ven og ha nogen at lege med igen. en man kan hoppe eller gynge med en man kan grine eller synge med det er rart at være alene men det er bedst at ha en ven
Hvør skapti blómurnar, stjørnurnar, fuglarnar, hvør skapti teg og meg? Gud í Himlinum.
Hvørjum skal eg siga takk…
Veðrið varð lýggjari
Veðrið varð lýggjari, fjøllini fríðari, grasið varð nýggjari, áin varð blíðari.
Fyrst komu snípurnar, tjøldrini, láirnar, so mýrifípurnar, fittar sum snáirnar.
Hønurnar gákandi, skrukka so tvørliga, kettan kom spákandi, brosar so smørliga.
Sov blítt og søtt, og droym um sól, sum lýsir yvir garð. Guð faðir, hann í himni er, skal ansa eftir tær.
Tær einglar sínar sendir hann, um vøggu standa teir; tí kanst tú sova trygt og væl og óttast einki meir.
Hann, sum etur fleskafeitt og stórar kotelettir, hann er eitt býtt og dovið eitt og darlar altíð eftir.
Men – Hann, sum etur gularøtur, rugmjølsdrýl og piparnøtir, hagaber og krákuber og hvíttkál og persillu, hann fær so passaligt í búkin, strálar sum ein sól um grúkin, lættur upp á sporið, at tú vildi tað forsvorið.
Teir, sum slíka alt í senn og eta sínar vinir, teir fáa allir ringar tenn og verða altíð linir.
Men – Hann, sum etur gularøtur, rugmjølsdrýl og piparnøtir, hagaber og krákuber og hvíttkál og persillu, hann er ókey, fær øll at grína, aldri vil hann vinir pína og fær góðar tenn at skína sum hjá krokodillu.
Guð, ger meg til eitt lítið ljós
um lívsins stutta skeið;
sum hjálpir teim á rætta kós,
ið viltust burt av leið.
2. Guð, ger meg til eitt blomstur blítt,
sum brosar øllum mót,
sum tekur bæði kalt og lýtt
við tol á síni rót.
3. Guð, ger meg til eitt signað lag,
sum lívgar hug og sál,
sum birtir sól og summardag
og doyvir storm og bál.
4. Guð, ger meg til ein sterkan stav
at styðja veikar væl,
hjálp, at tað ljós, sum tú mær gav,
eg nýti, sum eg skal.
5. Guð, ger mær lyndi reint og ljóst
við halgum sálmalag
at bera troyst í stúrin bróst
og gera syrgin glað.
Á mønu hjalsins stari
Á mønu hjalsins stari
Í morgun kaldur sat
Í heglingsæli hvøssum
Mær tokti, at hann græt
Og kavarokið versnar
Alt út ímóti nón
Og neyðar starin visti
Sær onga lívsins vón
Men tá tað móti kvøldi
Brádliga lýsti í
Og sólin fór at síggja
So blonk og mild og blíð
Tá fleyg í loft upp starin
Og sang eitt fagurt ljóð
Tá birtist vónin aftur
Í barmi, ljós og góð
Tann vón um vár og summar
Og eydnuríka tíð
Um reiður, maka, ungar
um lív og leik í líð.
Tí starin er so vorðin,
at vónin er hans alt;
ta stund, hon hvørvur burtur,
er lívið stirt og kalt.
Kumbaya
Kumbayah my Lord, Kumbayah,
Kumbayah, my Lord, Kumbayah,
Kumbayah, my Lord, Kumbayah,
Oh Lord, Kumbayah.
Some one’s crying my Lord, kumbaya
Some one’s praying my Lord, kumbaya
Some one’s singing my Lord, kumbaya
Some one’s crying my Lord, kumbaya
Some one’s praying my lord, kumbaya
Some one’s singing my Lord, kumbaya
Oh, Lord, kumbaya
Ongum er so trygt at fara
sum Guðs lítla barnaskara,
fugli ei í leyvi fjøldum,
stjørnu ei í himnatjøldum.
2. Harrin er á Sions fjøllum
vernd og skjøldur fólki øllum,
vil teim miskunnsamur vera
og á faðirørmum bera.
3. Eingin eydna, eingin vandi
slíta av skal barnabandið.
Hann sum vinur ber av øðrum,
veit um alt í øllum førum.
4. Hann øll hár á høvdi telur,
hann hvørt tár úr eyga fjelur,
okkum føðir, okkum klæðir,
gleðir, um so sorgin bagir.
5. Hvat hann tekur, hvat hann gevur,
faðirs hjartalag hann hevur,
og hans vilji er hin sami:
barnsins sanna gagn og frami.
6. Væl tær veri, lítla skara,
Jákups Guð teg væl skal varða;
honum, sum fekk megi alla,
fíggindar til jarðar falla.
7. Og tá her er farin dagur,
neyð er lokin, tagna klagur,
børn øll síni rødd hans kallar
heim til gleði ævir allar.
Sigmunds kvæði yngra
1. Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur itu teir.
Noregs menn! dansið væl í stillum;
stillið tykkum allar,
riddarar, Noregs menn!
dansið væl í stillum.
2. Sigmundur búði Skúvoy á,
Tróndur búði við Gøtuvág.
3. So grammur var Tróndur, hann hugsar ilt:
Sigmundur hevur vár’ veitslu spilt.
4. Tróndur hann situr í sínari lon:
“Tit heintið mær Sjúrða Tollaksson.
5. Tit heintið mær Gutta og láa Tór.”
Snarliga boð eftir teimum fór.
6. Inn komu garpar og søgdu so:
“Hvat vilt tú, Tróndur, tú sendi oss boð?”
7. “Eg havi sent tykkum boðini tey,
at tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.
8. Tit hvessið spjót, tit hvessið knív;
tað skal galda Sigmunds lív.
9. Hetta mítt ráð man vera gott,
vit skulu herja á hann á nátt.”
10. Teir savnaðu saman sveinar og menn,
teir gingu til strandar allir í senn.
11 So sigldi Tróndur Skúvoyarfjør,
skútan bognaði sum ein gjørð.
12. Myrk var náttin, skútan gekk,
so blíðan byrðin Tróndur fekk.
13. So myrk var náttin, skútan rann,
teir hildu beint mót Skúvoy fram.
14 Eingin vardi, teir komu hartil,
alt gekk til, sum Tróndur vil.
15. Skramblaðu teir við vápnum hart,
so hurðar gingu í smildur snart.
16. Sigmundur vaknar úr svøvni brátt:
“Hvør brýtur inn á meg í nátt?”
17. “Hann, sum brýtur tínar dyr,
tað er tann maður, tú háaði fyrr.
18. Sigmundur helt sítt svørð ímót,
fimm fullu høvur á Tróndar fót.
19. Sigmundur høggur av makt og vold,
trý fullu høvur á Tróndar skjold.
20. Tróndur hann var til ilsku fús:
“Tit setið nú eld á Sigmunds hús!”
Harra Guð, títt dýra navn og æra
skal um allan heim í metum vera,
hvør sálin sæla,
hvør tungt má træla,
alt, sum kann mæla,
skal teg umtala
og æra.
2. Guð er Guð, um land alt legðist oyðið,
Guð er Guð, um menniskjan øll doyði,
um ættir fara,
um øldir snara,
blant stjørnuskara
skal ótømd vara
Guðs grøði.
3. Høga høll og lága lon skal víkja,
jørð og himmal skulu bæði svíkja,
hvørt fjall, hvør sýna,
hvør tindur dvína,
men fram skal trína,
sum sólin skína
Guðs ríki.
Nú liggur ein kavafonn
1. Nú liggur ein kavafonn tindi á,
og gler er áum og tjørnum,
og stormurin leikar um fjøllini há;
nú er einki veður hjá børnum.
2. Nú dagur er stuttur, og nátt er long,
og glerpípur hanga úr taki,
og títtlingur høvur sítt undir vong
nú stingur hálvdeyður í raki.
3. Nú sita smábørn í stovu still
og lurta so væl eftir søgum
um menn so góðar og trøll so ill,
sum livdu í avgomlum døgum.
4. Vit hoyra um Øskudólg, dreingin tann,
sum kongsdóttur vann sær til brúður,
um Krákudóttur, sum fekk ein mann,
ið var sær ein kongssonur prúður.
5. Og vit hoyra sagnir úr fornu tíð,
um Trónd og um Sigmund hin reysta,
um bardagar miklar og harðligt stríð,
um vápnaleikin hin mesta.
6. Tær søgur, tær søgur, tær ljóða væl,
tær leggja vit okkum í minni,
tær læra vit fegin í hópatal
á kvøldi í stovuni inni.
7. Men uppaftur sólin vil ljóma á fjøll
á fagrasta hásummarsdegi,
og blómubros leikar um víðan vøll;
- tá fáa vit almikla gleði.
Nú vakni øll úr svøvni glað, nú náttarstundin hvarv; nú sær mítt eyga ljósan dag, nú byrjar dagsins starv.
Nú sólin vísir andlit blítt,
hon fer um fjørð og sund;
hon vermir arma hjarta mítt
og gleðir sára lund.
Hon minnir meg á morgun tann,
tá hann úr deyða stóð,
ið sigur yvir syndum vann
og yvir deyðans tjóð.
Ja, glaður hvør til dagsverk fer
í Jesu Kristi navn;
og tá ið tað at kvøldi ber,
hann førir oss í havn.
Øskudólgur og sópingarkona
Øskudólgur og sópingarkona
hildu sær at gaman,
hvussu skulu vit liva,
tá ið vit koma saman?
Vit skulu taka tráðu í hond,
ganga oman við á,
fiska okkum smásíl
og føða okkum svá.
Hvussu skulu vit liva,
tá ið síl eru eingi í á?
Vit skulu okkum í havið út
stóran fisk at fá.
Hvussu skulu vit liva,
tá ið fiskurin vil ikki bíta?
Vit skulu okkum í bóndans garð
at treskja kornið hvíta.
Hvussu skulu vit liva,
tá ið bóndin eigur einki korn?
Vit skulu taka lúður í hond
og blása hart í horn.
Hvussu skulu vit liva,
tá ið hornið vil ikki láta?
Vit skulu taka hamar og tong
og smíða skip og bátar.
Hvussu skulu vit liva,
tá ið báturin vil ikki ganga?
Far tær aftur í dungan út,
eg vil ikki við teg pranga!
Harra Pætur og Elinborg
Harra Pætur og Elinborg,
børn vóru tey so ung,
løgdu sínum ástum saman,
mongum eru forløg tung.
Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur grógva væl.
Harra Pætur og Elinborg,
børn vóru tey so rík
løgdu sínum ástum saman,
mongum er forløg slík.
Legði hann hendur á frúnnar háls,
myntist við hana blíða:
“Hvussu leingi vilt tú Elinborg,
festarmoy mín bíða?”
“Bíða vil eg í sjey vetur
uttan frænda ráð,
giftast ikki livandi manni,
meðan eg liva má,
Bíða vil eg sjey vetur
móti frænda vilja,
giftast ikki livandi manni,
um enn meg kongur giljar.”
Himnafaðir vár, vit biðja: Heilagt verði navnið títt, til oss komi, verði friðað ríkið títt so stórt og frítt.
Verði vilji tín, Guð faðir,
sum í himli so á jørð,
gev oss dagligt breyð hvønn dagin,
metta øll, sum sita sør.
Fyrigev tú skuldir várar,
góði Faðir, gev tín frið,
tá ið granni okkum sárar,
glað vit fyrigeva við.
Lat ei freisting okkum villa
-syndaløtt vit eru øll –
halt tú okkum frá tí illa,
lat oss standa stinn sum fjøll.
Sterki Guð, tú okkum leiðir,
ríki tínum valdar tú,
heiðurin tú ævigt eigur,
amen, prís tær veri nú!
Burtur á heiði Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur, har vaksa brobber, har veksur lyngur, har er korki og javni. Har er tað, menninir torvið skera, og konufólkini tað burtur bera. Hevur tú verið har, navni?
Har veit eg eitt so lítið reiður;
fýra ungar fuglurin eigur,
teir eru naknir og smáir,
djúpt í reiðrið teir bora seg niður,
tá ið teir vaksa, pápi mín sigur,
gerast teir brúnir og gráir.
Burtur á heiði neytini ganga –
har er ein tarvur, ið vanur er at stanga,
hann er reyður og hvítur.
Øll ræðast hann uttan pápi og Pætur,
ið mangan hevur havt á honum fatur
og eigur hundin, ið bítur.
Og ein lítlan putt, sum eg eigi,
hann skal eg hava burtur á heiði,
líka sum menninir plaga;
so torir tarvurin einki at gera.
Vilt tú við mær í ferðini vera,
navni mín, burtur í haga?
Kall og Svein ungi ”Hvar rakst tú neyt míni?”, segði Kall. ”Beint niðan í akur tín!”, segði Svein ungi.
”Skamm fái tú rekandi!”, segði Kall.
“So fái tú biðjandi!”, segði Svein ungi.
”Hevði eg hildi á spóni mínum!”, segði Kall.
“Staði fastur í góma tínum!”, segði Svein ungi.
”Hevði tú verið flongdur!”, segði Kall.
“Við mjúkari ostaflís!”, segði Svein ungi.
Minst til at biðja faðivár, minst til at signa teg; tá sendir Harrin eingil sín at hjálpa tær á veg.
Og Harrans góðska fylgir tær,
ið hvar tín fótur fer,
og eingilin við tína lið
tær altíð góður er.
Á songarstokki situr hann
og signar svøvnin tín;
hann gevur tær ein ljósan dreym
og leikur fríð og fín.
Og grætur tú, hann kínir tær
og turkar tíni tár,
tí skalt tú altíð signa teg
og biðja faðirvár.
Veturin kom við kulda og kava, ringt er hjá seyðinum, hart er at skava, kalt er í berligum bóli. Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir, burtur úr túninum hundurin rýmir, inni situr kúrandi Óli.
Gler er í á og skalvur í brekku; rínur og hvínur í hvørjari sprekku; Óli er grammur í huga, situr og hugsar um summar og gleði, fuglur var kátur, og lambið var fegið; nú hómast ikki ein fluga.
Omman á bríkini sigur frá søgum, abbin úr fjøruni kemur við øðum, oman kemur maður av Gørðum. “Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!” Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar. Har kemur Klæmint við kørðum.
Højt på en gren en krage – sim sala dim bam ba sala du sala dim – højt på en gren en krage sad.
Så kom en hæslig jæger
– sim sala dim bam ba
sala du sala dim –
så kom en hæslig jæger hen.
Han skød den stakkels krage
– sim sala dim bam ba
sala du sala dim –
han skød den stakkels krage ned.
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold, varð ljósið úr erva birt upp á fold. Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið, Harrans ár,
sum ber fagnaðarboð!
Páskamorgun, tá Krist reis úr grøv,
tá sigraði lívið um lond og høv.
Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið, Harrans ár,
sum ber fagnaðarboð!
Hvítusunnu tá var tað so brátt,
at andin gav veraldar veikleika mátt.
Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið, Harrans ár,
sum ber fagnaðarboð!
Harrans ár, ið ger hjørtuni glað,
nú ber okkum gleði hvønn Harrans dag.
Vælkomið nýar! Væl vær fagnum tær.
Byrur er, skipið fer langt til onnur lond, og kæra genta sjómansins hon syrgir eftir á strond.
Grát ei, genta góð,
turka burtur tár
og hugsa um meg og tað eydnustund,
sum kemur um eitt ár.
Silvur og gull, kistan full,
alt er gáva frá mær,
ja, eg havi silki og skrúð og skreyt,
og alt samalt gevi eg tær.
January, February, March, April, May June, July January, February, March, April, May June, July
August, September, October
November, December
August, September, October
November, December
Julen har bragt velsignet bud, nu glædes gamle og unge. Hvad englene sang i verden ud, nu alle små børn skal sjunge. Grenen fra livets træ står skønt med lys som fugle på kviste; det barn, som sig glæder fromt og kønt, skal aldrig den glæde miste.
Glæden er jordens gæst i dag
med Himmel-kongen, den lille.
Du fattige spurv, flyv ned fra tag
med duen til julegilde!
Dans, lille barn, på moders skød!
En dejlig dag er oprunden:
I dag blev vor kære frelser fød
og Paradis-vejen funden.
Frelseren selv var barn som vi,
i dag han lå i sin vugge.
Den have, Guds engle flyve i,
vil Jesus for os oplukke.
Himmerigs konge blandt os bor,
han juleglæden os bringer;
han favner hver barnesjæl på jord
og lover os englevinger.
Tá milliónir tendra ljós renna tankar til eitt fjós á himli hevur stjørnan bjørt til fjósið vísmenn ført
Jólakvøld tá sita mong
minnast Kristus nýggja kong
kærleiksboð um land og hav
hann menniskjunum gav
Náttúran er ísakøld Hetta vakra jólakvøld kavin fýkur um fjallatrom bygdin liggur von
Til hirðarnar á markini
eingil boðar “hoyri meg”
heimsins kongur føddur er
til tykkum frælsi ber
Í hjørtunum vit siga takk
nú friðarvón til jarðar rakk
stjørnan blonk á himli skein
foldin skær og rein
Náttúran er ísakøld Hetta vakra jólakvøld kavin fýkur um fjallatrom bygdin liggur von
Desember
Her í desember renna vit lið um lið,
øll skulu stákast, binda ongantíð frið.
Gávur at gera, so skal alt gerast reint,
jólakort sendast áðrenn tað er ov seint.
Og baka jólabreyð,
og kóka kleynur,
kóka jólagreyt.
Vit baka jólabreyð
og kóka kleynur,
kóka jólagreyt.
Happy Xmas
So this is Xmas And what have you done Another year over And a new one just begun And so this is Xmas I hope you have fun The near and the dear one The old and the young
A very Merry Xmas
And a happy New Year
Let’s hope it’s a good one
Without any fear
And so this is Xmas
For weak and for strong
For rich and the poor ones
The world is so wrong
And so happy Xmas
For black and for white
For yellow and red ones
Let’s stop all the fight
A very Merry Xmas
And a happy New Year
Let’s hope it’s a good one
Without any fear
And so this is Xmas
And what have we done
Another year over
A new one just begun
And so happy Xmas
We hope you have fun
The near and the dear one
The old and the young
A very Merry Xmas
And a happy New Year
Let’s hope it’s a good one
Without any fear
War is over, if you want it
War is over now
«Gleðilig jól! Gleðilig jól!» ljóðar av himli einglalag. «Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: :,: «Jesus er føddur í dag.» :,: »
Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt;
:,: veri um ævi tær dýrd. :,:
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:
Lítla fitta nissa mín
Lítla fitta nissa mín,
tú skalt fáa greyt í trygil tín.
Jólagreyt við mandlu í,
Ja, so oysa vit uppí.
Mandlan melur bert í kring,
melur runt í greytinum í ring.
Hvar man mandlan vera nú,
nissa mín, hvat heldur tú?
Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld?
Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld?
Frosturin bítur, men eingi eru køld.
Dagur var strævin, men eingi sýnast móð,
hví eru øll so blíð og fró?
Tað er jólaaftan! Klokkan ring!
Bing bang bing! Bing bang bing!
Brátt er træið tendrað – slá so ring,
dansa, kvøð og syng.
Myrkt er og kalt er og følnað hvør urt
sólin hin bleika næstan kámast burt,
smáfuglar stirdir ei orka á flog –
tá sendir sólin gleðiboð:
Tað er jólaaftan! Klokkan ring!
Bing bang bing! Bing bang bing!
Missið ikki mótið – sláið ring,
dansa, kvøð og syng.
Fjart er hon stødd, men vit hoyra tað ljóð,
børn síni minnist sólarmamman góð:
Eg komi aftur til alt tað, sum grør
og andar á tí køldu jørð.
Tað er jólaaftan! Klokkan ring!
Bing bang bing! Bing bang bing!
Missið ikki mótið – sláið ring,
dansa, kvøð og syng.
Børn eru børn og tað verða vit við,
tá vit um jólatræið lið um lið
dansa og minnast á summar og sól,
meðan vit kvøða hátt um jól.
Tað er jólaaftan! Klokkan ring!
Bing bang bing! Bing bang bing!
Nú er træið tendrað – sláið ring,
dansa, kvøð og syng.
Rudolph, the Red-nosed reindeer had a very shiny nose. And if you ever saw him, you would even say it glows.
All og the other reindeer
used to laugh and call him names.
They never let poor Rudolph
join in any reindeer games.
Then one foggy Christmas Eve
Santa came to say:
´Rudolph with your nose so bright,
won´t you guide my sleigh tonight?´
Then all the reindeer loved him
as they shouted out with glee,
Rudolph, the Red-nosed reindeer,
you´ll go down in history.
Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá, so skirvin var beður, har frelsarin lá. Men stjørnan á himni, so vøkur og von, ber kvøðu til nýfødda lítla Guds son.
Og einglarnir syngja hitt heilaga lag.
og náttin hon hvørvur og verður til dag.
Nú myrkrið er farið, og ljóst er í lon,
vær tøkkum tí Harra, sum gav oss sín son.
Hann lívbjarga okkum úr vanda og neyð
so vit kunnu liva, tá vit eru deyð.
Eg síggi, hann smírist bak stjarnanna fjøld,
har savnar hann børn síni øld eftir øld.
Millum jólanna
Ein skuldi verið fýra ár á jólum
og fylgst við gentu, ið var skær og rein,
og bæði skuldu latið seg í skreytir
og vitja inn á fjálgt eitt ommuheim,
Og klokkan skuldi verið mitt um dagin,
og gøtan skuldi verið løtt og mjá,
og hundar skuldu verið innandura,
og allir bilar skuldu stillir stá.
Um ein møtti børnum fleir á vegnum,
sum fegin flentu, vildu sleppa við,
tá skuldi beiggi mín í fimta flokki,
mær rudda slóð, so gangast kann í frið,
Og ommuheimið skuldi mest sum sovið,
og handan tjøld tú skuldi ongan sjá,
fyrr enn tey fingu stilla seg í duri
og finna tóna, síðan banka á.
Tey skuldu gingið inn á tungum hælum
og heilsa teimum, ynskt “Gott kvøld, gott kvøld.”
Og djúpt úr stólinum skal omman svara:
“So komu jólabørn til fólk so køld.”
Ein skuldi verið fýra ár á jólum,
tá jólaljós tey brenna uttan gang,
og vælvera var hús við fýra veggum,
har sælan var so fjálgt eitt ommufang.
Nissumamma og nissupápi
Nissumamma og nissupápi,
nissugenta og -drongur,
nissumatur og nissuborð,
nissufólkakongur.
Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar tær glampa,
allar nissur trampa.
Reyða húgvu, hosur gráar
allar nissur eiga,
renna so um jólatræið,
og hvønn annan leiða,
troyggjan reyð, og skeggið grátt
á, sum nissan hon er flott,
stjørnurnar tær glampa,
allar nissur trampa.
Rísingreyt og ræstan fisk,
bomm og stóran pakka,
nissubørn tey ynskja sær,
og tey bara snakka –
tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa.
Stjørnurnar tær glampa,
allar nissur trampa!
Mary´s boy child
Long time ago in Bethlehem,
so the Holy Bible says,
Mary´s boy child Jesus Christ
was born on Christmas Day
Corus: Listen, hear the angels sing: A new king´s born today. And man will live forever more because of Christmas Day.
While shepherds watched their flocks by night,
they saw a bright new shining star;
and then they heard a choir sing –
the music seemed to come from afar.
When Joseph and his wife Mary
came to Bethlehem that night,
they found no place to bear the child;
not a single room was in sight.
By and by they found a little nook
in a stable all forlorn;
and in a manger cold and dark
Mary´s little boy was born.
Nú birtast túsund jólaljós
Nú birtast túsund jólaljós í hesi myrku stund, og túsund onnur glógva nú á himna bláu grund.
Og yvir bý og land í kvøld
fer jólaboð av stað,
at føddur Harrin Kristus er.
Tí eru vit so glað.
Tú stjørna yvir Betlehem,
á, lat títt milda ljós
nú lýsa inn við friði og vón
í vára heim og hús!
Í hvørt eitt hjarta, tungt og myrkt,
tín glæma lýsti blíð,
ein glæma av Guðs kærleiks lind,
í hesi jólatíð!
Sleturokk Lat teg væl í tak sleðuna við jaaaa! Skjótt fara vit omaneftir á glið. halt fast Tí tað rýkur so illa tá í mær annars liggja vit eftirá Brekkan er brøtt, og sleðan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Eru øll her,
sum starturin er?
jaaa!
Nú ræður um at fáa sær ferð.
halt fast
Tí tað rýkur so illa tá
í mær
annars liggja vit eftirá
Brekkan er brøtt,
og sleðan gongur skjótt,
hon flýgur sum ein rakett.
Jarðrokk og blues
kitlandi brús,
bert kuldakrákur
fara til hús.
halt fast
Tí tað rýkur so illa tá
í mær
annars liggja vit eftirá
Brekkan er brøtt,
og sleðan gongur skjótt,
hon flýgur sum ein rakett.
Koma á mál
við róp og skrál.
jaaa!
Klárt nummar eitt
hendan sletan er hál
halt fast
Tí tað rýkur so illa tá
í mær
annars liggja vit eftirá
Brekkan er brøtt,
og sleðan gongur skjótt,
hon flýgur sum ein rakett.
Onkur datt av
vit rendu útav
og eftir høvdinum
øll undir kav.
halt fast
Tí tað rýkur so illa tá
í mær
annars liggja vit eftirá
Brekkan er brøtt,
og sleðan gongur skjótt,
hon flýgur sum ein rakett.
Frelsarin føddur, boðar eingla ljóð, bjarging er vunnin nú til heimsins tjóð. Hastið hirðar, berið kvøðu, barninum av himni høgum. Lovið Guði hátt, lovið Guði hátt.
Tú himnadrottur borin ert í kvøld
borin av kvinnu undir stjørnufjøld,
knæ vit boyggja, eyðmjúk verða,
foldar børn tær kvøðu bera.
Kvøð halleluja, kvøð halleluja.
Harranum bera kvøðu vit og prís,
menniskjans børnum er nú frelsan vís
Harrin vísti heimi náði,
friður, semja tí nú ráði,
eins og jólanátt, eins og jólanátt.
This little light of mine I’m going to let it shine Oh, this little light of mine I’m going to let it shine This little light of mine I’m going to let it shine Let it shine, let it shine, let it shine
Tað lítla ljós eg fekk
nú skal tað lýsa bjart .
Tað lítla ljós eg fekk
nú skal tað lýsa bjart .
Tað lítla ljós eg fekk
nú skal tað lýsa bjart .
Lýsa bjart, bjart, bjart.
Lýsa bjart
Føgur er foldin, dýrdarríkur himin, sæl er sálanna jorsalferð, um allan heimin, um allar ævir tað syngjandi at himni ber.
Øldirnar fara,
øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkur undir mold.
Onga tíð tagnar
ljóðið av himni,
sum gleðir sálir her á fold.
Einglar tað kvóðu
jólanátt for hirðum,
mann eftir mann hoyrdist sama lag:
Friður á foldum,
menniskja, frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.
Náttin svørt yvir landið lá, fólkið tað mesta alt svav. Veðrið var gott, og mánin sá, sólin var gingin í kav.
Ein var maður, úti hann stóð
hesa somu nátt.
Náttina dámar ei øllum gott.
Gævi tað lýsti brátt.
Heyggjarnir runt um opna seg,
huldufólk koma í dyr.
Hesin maður tað sýnið sá,
hevði ei sæð tað fyrr.
Vakrar moyggjar í skarlak reyð, klæddar frá topp til tá, skunda sær út av hvørjum heyg, allar til dans at gá.
Á fríðari fløtu tey sláa ring, gentur og ungir menn, ofta tey gera so knapplig sving, dansa so runt í senn.
Ein kom smílandi, har eg stóð,
sýntist at vera so blíð.
Aldri sá eg vænari fljóð,
hvørki í bygd ella bý.
“Kom og dansa ein dans við mær!” talar hon orðum blítt. Við mína lið eg havi teg kær, heim mítt skal vera tær frítt.
“Góða genta, tað tori eg ei, tí eg havi hoyrt sagt, tit kunnu skjótt fortrølla meg, fáa tit yvir mær makt”.
This little light of mine I’m going to let it shine Oh, this little light of mine I’m going to let it shine This little light of mine I’m going to let it shine Let it shine, let it shine, let it shine
Uttan teg Uttan teg var tøgnin tóm, ljósið uttan lit og ljóm. Ælabogin gráur var um ei, Faðir, tú vart har.
Uttan teg var dagur nátt,
sólin átti ongan mátt.
Uttan teg var glóðin køld,
uttan teg var morgun kvøld.
Tá mín brekka gerst ov brøtt,
tá mær tokan gerst ov tøtt.
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei.
Hvirlur bresta á mín rút,
tigandi eg hyggi út.
Mann í storminum tá eg,
Harri, aftur tekkja teg?
Verjugarður mín ver tú;
vakta, Harri, mína búð.
Faðir, ver tú styrki mín,
leið meg loksins heim til tín.
Tá mítt berg mær gerst ov høgt,
tá hvørt vitaljós er sløkt,
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei.
Í handil mín fer Lotta inn
Í handil mín fer Lotta inn.
Í handil mín fer Lotta inn.
Hon keypir sodavatn og kaku.
Í handil mín fer Lotta inn.
Í handil mín fer Lotta inn.
Í handil mín fer Lotta inn.
Hon keypir súrepli og dadlur.
Í handil mín fer Lotta inn.
Í handil mín fer Lotta inn.
Í handil mín fer Lotta inn.
Hon keypir brússukur og mellur.
Í handil mín fer Lotta inn.
Í handil mín fer Lotta inn.
Í handil mín fer Lotta inn.
Hon keypir flættubond og perlur.
Í handil mín fer Lotta inn.
Vit fara heim, vit fara heim,
vit fara nú øll somul heim.
Vit hava ikki fleiri pengar.
Vit fara nú øll somul heim.
Per spelmann han hadde ei einaste ku Per spelmann han hadde ei einaste ku Han bytte bort kua, fekk fela igjen Han bytte bort kua, fekk fela igjen Du gamle gode fiolin, du fiolin, du fela mi!
Per spelmann han spela, og fela ho lét
Per spelmann han spela, og fela ho lét
Så gutane dansa og jentene gret
Så gutane dansa og jentene gret
Du gamle gode fiolin, du fiolin, du fela mi!
Per Spelmann han spela, og fela var god
Per Spelmann han spela, og fela var god
Så gutane dansa og jentene lo
Så gutane dansa og jentene lo
Du gamle gode fiolin, du fiolin, du fela mi!
Og om eg vert gammal som stein under bru,
Og om eg vert gammal som stein under bru,
Nei, aldri eg byter bort fela for ku.
Nei, aldri eg byter bort fela for ku.
Du gamle gode fiolin, du fiolin, du fela mi!
Og om eg vert gammal som mose på tre,
Og om eg vert gammal som mose på tre,
Så aldri eg byter bort fela for fé
Så aldri eg byter bort fela for fé
Du gamle gode fiolin, du fiolin, du fela mi!
Og om eg vert gammal som skorpe på graut
Og om eg vert gammal som skorpe på graut
Så aldri eg byter bort fela for naut
Så aldri eg byter bort fela for naut
Du gamle gode fiolin, du fiolin, du fela mi!
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær.
Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
gloym tað ónda, ið vil sára teg,
tá so fagrir sangir skulu ljóða
fyri tær á øllum tínum veg.
Mangt í heiminum er vánt at kenna,
alt tað besta heldist fyri spott;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjarta reint og gott.
Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
troysta tey, ið eru veik og arm.
Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
tekur tær úr hjarta sorg og harm.
Kemur tú framvið, har klokkur ringja,
steðga tá og bið títt faðirvár,
tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
Um tú snávar, miss ei fótafestið,
minst bert til, at Guð er altíð nær.
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.
Finn hevur stolið ein slikkipinn, men tað er ikki loyvt at stjala, tí tá ið man tekur ein slikkipinn, so skal mann jú eisini betala.
Nú hevur hann goymt seg – hvar er Finn?
Hví er hann ei saman við vinum?
Hann krógvar seg og ongin sleppur inn.
Hann er bangin fyri politinum.
Finn, Finn, Finn. Kunnu vit koma inn?
Ella kom, kom, kom út at spæla.
Tú skalt leggja aftur tín slikkipinn,
og ongantíð aftur stjala.
Puff, the magic dragon, lived by the sea And frolicked in the autumn mist in a land called Honalee Little Jackie Paper loved that rascal Puff And brought him strings & sealing wax & other fancy stuff O-Puff…
Together they would travel on a boat with billowed sail
Jackie kept a lookout perched on Puff’s gigantic tail
Noble kings & princes would bow whene’er they came
Pirate ships would lower their flags when Puff roared out his name
A dragon lives forever, but not so little boys
Painted wings & giants’ rings make way for other toys
One gray night it happened, Jackie Paper came no more
And Puff that mighty dragon, he ceased his fearless roar
His head was bent in sorrow, green scales fell like rain
Puff no longer went to play along the cherry lane
Without his lifelong friend, Puff could not be brave
So Puff that mighty dragon sadly slipped into his cave
Faðir, fylg mær henda dag, vend til tín mítt sinnalag, troystaríka trúgv mær gev, glaðan hug til dagsins strev; villist eg so vís mær slóð, goym øll míni heil og góð, Faðir, signað land og tjóð!
Barnið Tú bar mær tað sól sum í skýggjum var goymd tú bar mær boð um sjálvt lívið tú rætti mær stjørnur og mána í hond tú bar meg heim gjøgnum dreymanna lond tú vakti mítt hjarta til lívið
Eg syngi tær alt
sum eg syngja tær kann
eg syngi tær um sjálvt lívið
eg syngi tær stjørnur og mána í hond
eg syngi teg inn í dreymanna lond
eg syngi ein sang um sjálvt lívið.
Tú bar mær tað sól sum í skýggjum var goymd
eg syngi tær um sjálvt lívið
tú rætti mær stjørnur og mána í hond
eg syngi teg inn í dreymanna lond
tú vakti mítt hjarta til lívið.
I have a dream, a song to sing To help me cope with anything If you see the wonder of a fairy tale You can take the future, even if you fail
I believe in angels
Something good in everything I see
I believe in angels
When I know the time is right for me
I’ll cross the stream
I have a dream
I have a dream, a fantasy
To help me through reality
And my destination makes it worth the while
Pushing through the darkness; still another mile
I believe in angels
Something good in everything I see
I believe in angels
When I know the time is right for me
I’ll cross the stream
I have a dream
I’ll cross the stream
I have a dream
Á morgni árla vit Guði lova, sum lærdi okkum so trygt at sova í Jesu navni um náttartíð sum børn á armi hjá móður blíð’.
Á morgni sólin í líðum hongur;
og til sítt arbeiði maður gongur;
sum fuglur vítt yvir landið fer,
mín morgunsongur úr hjarta ber.
Á morgni árla av gulli lýsir,
og hugin gleðini inni hýsir;
er sælur dagur, um tárið rann,
tá til Guðs æru tú livdi hann.
So gangi hvør til sítt egna yrki,
og byggi hvør so Guðs hús og kirkju;
tá fært tú eydnu og huga til
at gera gagn, rætt sum Guð tað vil.
Heystkanón
Heystið, tað er júst nú komið
og tí hugsi eg barasta um várið
Eg síggi grønkast líð og dal
viðhvørt eitt vátaslettingsæl
Men tað er long tíð enn
várið kemur til sjóndar
Every time I’m away from Liza Water come to me eye Every time I’m away from Liza Water come to me eye
Come back Liza, come back girl
Wipe the tear from my eye
Come back Liza, come back girl
Wipe the tear from my eye
I remember when love was new
Water come to me eye
There was one, but now there’s two
Water come to me eye
Come back Liza, come back girl
Wipe the tear from my eye
Come back Liza, come back girl
Wipe the tear from my eye
When the evening starts to fall
Water come to me eye
I need to hear my Liza’s call
Water come to me eye
Come back Liza, come back girl
Wipe the tear from my eye
Come back Liza, come back girl
Wipe the tear from my eye
In the shadow I stand a while
Water come to me eye
Soon I’ll see my Liza’s smile
Water come to me eye
Come back Liza, come back girl
Wipe the tear from my eye
Come back Liza, come back girl
Wipe the tear from my eye
Himnafaðir vár, vit biðja: Heilagt verði navnið títt, til oss komi, verði friðað ríkið títt so stórt og frítt.
Verði vilji tín, Guð faðir,
sum í himli so á jørð,
gev oss dagligt breyð hvønn dagin,
metta øll, sum sita sør.
Fyrigev tú skuldir várar,
góði Faðir, gev tín frið,
tá ið granni okkum sárar,
glað vit fyrigeva við.
Lat ei freisting okkum villa
-syndaløtt vit eru øll –
halt tú okkum frá tí illa,
lat oss standa stinn sum fjøll.
Sterki Guð, tú okkum leiðir,
ríki tínum valdar tú,
heiðurin tú ævigt eigur,
amen, prís tær veri nú!
Elisabet og Elinborg
Lítla søta Elinborg við sóljugulum hári
hon syngur og hon dansar frítt
og frøist nú um várið.
Hon spælir sær við blómurnar
hon elskar vakrar litir
sum ein føgur sóljudrotning
í grasinum hon situr.
Elisabet Maria við vøkrum, bláum eygum
hon málar vakrar málningar
við gulum og við reyðum.
Hon málar allar litirnar,
sum dagurin man eiga,
sum ein føgur stjørnusól
Elisabet Maria.
Brátt so verður friðarligt
og fuglaveingir hvíla
sólin bjarta svevur nú,
og mánin fer at skína.
Tá fara tær til pápa sín
sum søgur veit at siga
og nú svevur lítla Elinborg
og Elisabet Maria.
All night, all day, angels watcing over me, my Lord. All night, all day, angels watcing over me.
Day is dyin´ in the west.
Angels watcing over me, my Lord.
Sleep my child, and take your rest.
Angels watcing over me.
All night, all day,…
Now I lay me down to sleep.
Angels watcing over me, my Lord.
Pray the Lord my soul to keep.
Angels watcing over me
All night, all day,…
If I die before I wake,
Angels watcing over me, my Lord.
Pray the Lord my soul to take..
Angels watcing over me
All night, all day,…
Mána og sól, veður og vind og blómur og børn skapaði Guð. Himin og jørð, alt eigur hann, Harranum vilja vit takka. Harri, vit takka tær, Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Jesus, á fold
livdi sítt lív
og doyði for oss,
livir í dag,
ja, hann er her,
ja, hann er her,
Harranum vilja vit takka.
Harri, vit takka tær,
Harri, vit prísa tær.
Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Andi tín, Guð,
uggari vár,
so livandi er,
ber okkum boð
gjøgnum øll ár
um tína náð.
Harranum vilja vit takka.
Harri, vit takka tær,
Harri, vit prísa tær.
Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Ommur siga søgur og bjóða børnum bomm Mín snakkar mest um Harley Davidson Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið Og børnini tey siga, hon er onki ommulig
Men hon er omma mín, hon er omma mín (x2)
Gamlir menn teir tosa um útróður og jørð
Abbi mín keypti sær trummusett í fjør
Eisini ein gittar, hann smíða vil eitt hitt
Og børnini tey siga, tað er onki abbaligt
Men hann er abbi mín, hann er abbi mín (x2)
Mammur vaska klæðir og baka onkuntíð.
Tá vit sparka fótbólt, mamma vil uppí.
Hon rópar og hon skumpar, er nokkso ógvuslig.
Og børnini tey siga, hon er onki mammulig
Men hon er mamma mín, hon er mamma mín (x2)
Nógvir pápar fiska, pápi byggir um.
Kjallarin skal verða eitt akvarium.
Gongur millum krabbar, fluguskáp og blikk.
Og børnini tey siga, tað er onki pápaligt
Men hann er pápi mín, hann er pápi mín (x2)
Leaving On A Jet Plane Lyrics All my bags are packed I’m ready to go I’m standin’ here outside your door I hate to wake you up to say goodbye But the dawn is breakin’ It’s early morn The taxi’s waitin’ He’s blowin’ his horn Already I’m so lonesome I could die
So kiss me and smile for me
Tell me that you’ll wait for me
Hold me like you’ll never let me go
‘Cause I’m leavin’ on a jet plane
Don’t know when I’ll be back again
Oh babe, I hate to go
There’s so many times I’ve let you down
So many times I’ve played around
I tell you now, they don’t mean a thing
Ev’ry place I go, I’ll think of you
Ev’ry song I sing, I’ll sing for you
When I come back, I’ll bring your wedding ring
So kiss me and smile for me
Tell me that you’ll wait for me
Hold me like you’ll never let me go
‘Cause I’m leavin’ on a jet plane
Don’t know when I’ll be back again
Oh babe, I hate to go
Now the time has come to leave you
One more time
Let me kiss you
Then close your eyes
I’ll be on my way
Dream about the days to come
When I won’t have to leave alone
About the times, I won’t have to say
Gakk tú fram við góðum treyst, tú ert ei aleina; Harrin tó er tann, ið best leiðirnar kann beina.
Firnast ikki myrkur svart,
bjartar stjørnur standa;
hevur faðirvár tú lært,
óttast tú ei vanda.
Fyri tí, tú veitst, er rætt,
doyggj, um so má vera;
tá skal lívið falla lætt,
deyðin einki gera.
Føroyar Kaga upp í himmalin, sært tú fuglin har? Frælsur vil hann flúgva nógvar túsund míl frá tær, hann breiðir sínar veingir út, veittrar tær farvæl, tá ferðin er at enda, tú aftur fuglin sær, tá er hann komin heim til Føroya.
Á køldum opnum havi spjaddar liggja tit, grønar vakrar oyggjar, hetta landið eiga vit. Tú dregur, tú argar, tað er títt sinnalag, títt freka blíða lyndi, sjarmerandi er tað, soleiðis kenna vit teg, Føroyar.
Flúgva fagrir fuglar, byggja reiður her, og fiskur býr í sjónum, so langt sum eygað ber. At vitja fjallatindar mangur gleðir seg, og spríkja goymdar keldur, um vit bora ígjøgnum teg, og verða vit ríkari tá, Føroyar, og hvør verður ríkari tá, Føroyar?
Hvat heldur tú um okkum? Vit rópa okkum tjóð á flaggdegi, um várarnar, tá tjøldur setast móð. Hvar eru tey, sum lovaðu at lekja tíni sár, sum misprýða og vanvirða ár eftir ár eftir ár eftir ár, hvat heldur tú um føroyingar, Føroyar?
Við gittara og sangi eg spæli nú mítt lag, sum um Føroyar var mín móðir og bað meg skriva tað. So eiggilig og gomul hon teskar: Barnið mítt, eg vildi, at mítt ríkidømi so væl varð býtt ímillum tey, sum búgva her í Føroyum, ímillum tey, sum búgva her í Føroyum, so javnt millum føroyingar, Føroyar.
Hvis du ser en krokodille
Hvis du ser en krokodille i dit badekar,
skal du ikke være bange for den er så rar,
når du gir den en kop kaffe og en god cigar!
Hvis der sidder en gorilla i dit cykelskur,
skal du bare ta’ det roligt, den bli’r ikke sur,
når den får et par bananer og en cykeltur.
Hvis der ligger en løve på dit skrivebord,
skal’ du ikke løbe ud og si’ det te’ din mor.
Når du klapper den på ryggen, gør den ikke spor.
Boðar tú til allar tjóðir: “Æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móður, so tær fylgir signing mín. Landið gevi eg tær tá, leingi tú har liva má, fólkið títt tá skal eg kenna meðan øld um øldir renna.”
Føroya mál á manna tungu
merkir: Her býr Føroya fólk.
Slektir fornu og tær ungu
eyðkendu seg sum ein bólk,
ið helt fast við fedramál,
virdu tað av hug og sál,
gloymdu ikki ættarbandið;
byggja tí enn hetta landið.
Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.
Bamsuvinarsangur
Um tú sært, at onkur argar onnur børn, so kedd tey verða,
skalt tú ikki hyggja burt av teim og einki við tað gera,
tí børn teim tørvar vinir góðar, slíkar sum tey kenna,
um tey so eita Ibraham, Hans Jákup ella Femja.
So lat oss halda saman og royna tað at sjá,
at hóast vit so ymisk, nøkur stór og onnur smá,
so skulu fitt vit vera og hjálpa har til ber,
um tað genta fýra ár, ella gamal maður er.
Row, row, row your boat Gently Down the stream. Merrily, merrily, merrily, merrily, Life is but a dream
Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð, og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.
Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
til dagsins yrki fer hann nú so lættur,
og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
hann vitjar til ungar sínar aftur.
Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið.
Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund;
við songi eg Guði mínum lovi.
Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
nú sólin í fjøll og líð man roða.
Tango-kettan Eg eigi eina kettu við longum hvítum hala, Og tá vit bæði spæla, hon sigur bara mjav! Hon sleikir sær og murrar, og aldri er hon ill! Tað er bert, tá hon murrar, at hon verður vill!
Mín ketta dansar tango, tango, tango. Hon dansar sum ein drotning, so vøkur og so fín. Hon dansar altíð tango, tango, tango, Og hon er verðins fittasta, lítla ketta mín! Mijav!
Maria hevur fuglar, og Karin hevur hundar, og Per sær altíð skundar, tá hesturin skal inn. Øll djór tey eru stuttlig, men um tú spyrt meg hví, eg elski mína kettu, ja, so er tað tí:
Mín ketta dansar…
Eitt sirkus kom og spurdi, um kettan var til sølu! Eg gjørdi eina gølu, tí kettan er jú mín. Tú heldur, at eg lúgvi! Tað síggi eg á tær, Men tú kanst bara koma heim til mín við mær!
Mín ketta dansar tango, tango, tango. Hon dansar sum ein drotning, so vøkur og so fín. Hon dansar altíð tango, tango, tango, Og hon er verðins fittasta, lítla ketta mín! Mijav!
My Bonnie is over the ocean, my Bonnie is over the sea, My Bonnie is over the ocean, O bring back my Bonnie to me.
Bring back, bring back, O bring back my Bonnie to me, to me:
Bring back, bring back, O bring back my Bonnie to me.
Last night as I lay on my pillow, Last night as I lay on my bed, Last night as I lay on my pillow, I dreamt that my Bonnie was dead.
Bring back, bring back….
The winds have blown
over the ocean,
The winds have blown over the sea,
The winds have blown over the ocean,
And brought back my Bonnie to me.
Brought back, brought back, brought back my Bonnie to me, to me.
Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim!
Ein lítil laksur eri eg, eg havi so ringan maga ti har eg búgvi, tí har eg búgvi, eru folk so gírig.
Eg fái sild, ja altíð sild, men tað vil eg ikki hava, eg vil heldur, ja eg vil heldur hava cokacola og ís.
Cockles and mussels
In Dublin’s fair city, Where the girls are so pretty, I first set my eyes on sweet Molly Malone, As she pushed her wheelbarrow Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
Now she was a fishmonger, And sure t’was no wonder, For so were her mother and father before. And they each wheeled their barrow, Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
Alive, alive oh…
She died from a fever, And no-one could save her, And that was the end of sweet Molly Malone. Now her ghost wheels her barrow, Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
Alive, alive, oh…
Faðir, fylg mær henda dag, vend til tín mítt sinnalag, troystaríka trúgv mær gev, glaðan hug til dagsins strev; villist eg so vís mær slóð, goym øll míni heil og góð, Faðir, signað land og tjóð!
Renn av stað, tú skalt í skúla, skalt í skúla, hoyr nú! Skúlaklokkan ringir, klokkan ringir: Bimm, bamm, bimm, bamm, bimm, bamm.
Kumbayah my Lord, Kumbayah, Kumbayah, my Lord, Kumbayah, Kumbayah, my Lord, Kumbayah, Oh Lord, Kumbayah.
Some one’s crying my Lord, kumbaya
Some one’s praying my Lord, kumbaya
Some one’s singing my Lord, kumbaya
Some one’s crying my Lord, kumbaya
Some one’s praying my lord, kumbaya
Some one’s singing my Lord, kumbaya
Oh, Lord, kumbaya
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær.
Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
gloym tað ónda, ið vil sára teg,
tá so fagrir sangir skulu ljóða
fyri tær á øllum tínum veg.
Mangt í heiminum er vánt at kenna,
alt tað besta heldist fyri spott;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjarta reint og gott.
Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
troysta tey, ið eru veik og arm.
Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
tekur tær úr hjarta sorg og harm.
Kemur tú framvið, har klokkur ringja,
steðga tá og bið títt faðirvár,
tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
Um tú snávar, miss ei fótafestið,
minst bert til, at Guð er altíð nær.
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.
Gentur og dreingir
Dreingir, teir eru droyir. Dreingir gera fortreð. Teir eru nakrar boyur, og teir bara arga, og teir kitla meg.
Gentur, tær eru veikar. Grenja og gráta so lætt. Gentur mussa sjeikar og halda altíð, tað er´ tær, sum hava rætt.
Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Fótbóltur er til tey býttu. Sveitti, bardagi, skrál. Tað er til onga nyttu, at onkur sparkar eina kúlu í eitt mál.
Fótbóltur, tað er tað besta! Ítróttur er nummar eitt! Spenntir, so vit næstan bresta, tá ið vit sparka, krússa – á, sum tað er feitt!
Tað er nakað roks! …
Best er at hoppa lastikk. Enna og hoppa band. Tað er heilt fantastiskt at spæla diskotek og dansa kulan dans.
Hvør tímir at hoppa lastikk. Sóritt tápuligt fjas. Ger´ heldur okkurt praktiskt: smíða smáttur, fanga kombikk í eitt glas.
Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Bele Mama, Bele Mama ehh (klapp) Bele Mama, Bele Mama ehh (klapp) Bele Mama, Bele Mama, Bele Mama, Bele Mama, Bele Mama, Bele Mama ehh (klapp)
349 Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim!
H. Agerbek um 1850. Símun av Skarði. Lag: Sl. 188.
Dukka mín er blá, hestur mín er svartur, ketta mín er grá, máni mín er bjartur, gyllir hvørja á.
Og ein summardag fara vit at ferðast langa leið av stað, tá skal dukkan berast, tá er systir glað.
Hans A. Djurhuus
Lítli fuglur Orð og lag: Anfinn T. Nielsen Sig mær lítli fuglur, hví flýgur tú so seint, hvat er tað, sum feilar, hvat hevur teg nú meint, hví ert tú so svartur, har ið hvíta dúnið var, sig mær lítli fuglur, hvat er hent við tær?
Jú nú í morgun, eg fleyg mær ein túr, út yvir havið, eg lá upp á lúr eftir eini sild, ella hvat ið har nú var, at hava heim við til pisurnar hjá mær.
Tá fongurin var fingin, mót landi vendi eg, tá møðin meg nívdi, á sjógv eg setti meg, fyrst tá rakti eg við, men tá var ov seint hjá mær, at havið var dálkað og spilt í olju var.
Í evjuni eg stríddist, eg mátti sleppa heim til mínar svongu pisur og føði geva teim. Eg vann til síðst, men visti, at nú deyðadømd eg var, eg veit ei, um eg vinni heim til pisurnar hjá mær.
Høvdu vit tó kunnað lært um henda sorgarleik, um henda lítla fuglin, ið ei ungar sínar sveik. Flest øll vita um tað, men støðan versnar dag um dag, vit halda á at dálka, líka blind og líka glað.
Vinir
Eg bleiv so glað í morgun, tá ið eg kom út, tú stóðst og bíðaði uttanfyri portrið. Tú smíltist, og eg visti beinanveg, vit vóru vinir aftur, tú og eg.
Vit klandraðust í gjár, og tá lovaði eg, eg skuldi aldrin tosa afturvið teg. Nú súkla vit í skúla, og tað er so gott. Vit eru vinir aftur, tú og eg.
Tú segði, at eg altíð var so ráðarík. Eg segði, at tú vart ein grenjisurra. Tá tókst tú bóltin, rýmdi beinanveg, og eg fór heim, eg var í øðini.
Eg stongdi hurðina í mínum kamari, og eg var bara inni allan dagin. Um kvøldið fekk eg sms frá tær: Tú ert tann besti vinurin hjá mær.
Vit klandraðust í gjár, og tá lovaði eg, eg skuldi aldrin tosa afturvið teg. Nú súkla vit í skúla, og tað er so gott. Vit eru vinir aftur, tú og eg.
Vit fara heim til mín at gera skúlating, tú dugir nógv betri enn eg at rokna! So spæla vit eitt spæl á telduni og baka vaflur, tí tað dugi eg.
Vit klandraðust í gjár, og tá lovaði eg, eg skuldi aldrin tosa afturvið teg. Nú súkla vit í skúla, og tað er so gott. Vit eru vinir aftur, tú og eg.
Hvis du ser en krokodille i dit badekar, ska’ du ikke være bange for den er så rar, hvis du gi’r den en kop kaffe og en go’ cigar!
Hvis der sidder en gorilla i dit cykelskur, ska’ du bare ta’ det roligt, den bli’r ikke sur, når den får et par bananer og en cykeltur.
Hvis der ligger en løve på dit skrivebord, ska’ du ikke løbe ud og si’ det te’ din mor. Når du klapper den på ryggen, gør den ikke spor.
Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur, har vaksa brobber, har veksur lyngur, har er korki og javni. Har er tað, menninir torvið skera, og konufólkini tað burtur bera. Hevur tú verið har, navni?
Har veit eg eitt so lítið reiður; fýra ungar fuglurin eigur, teir eru naknir og smáir, djúpt í reiðrið teir bora seg niður, tá ið teir vaksa, pápi mín sigur, gerast teir brúnir og gráir.
Burtur á heiði neytini ganga – har er ein tarvur, ið vanur er at stanga, hann er reyður og hvítur. Øll ræðast hann uttan pápi og Pætur, ið mangan hevur havt á honum fatur og eigur hundin, ið bítur.
Og ein lítlan putt, sum eg eigi, hann skal eg hava burtur á heiði, líka sum menninir plaga; so torir tarvurin einki at gera. Vilt tú við mær í ferðini vera, navni mín, burtur í haga?
Every time I’m away from Liza Water come to me eye Every time I’m away from Liza Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
I remember when love was new Water come to me eye There was one, but now there’s two Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
When the evening starts to fall Water come to me eye I need to hear my Liza’s call Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
Standing there in the marketplace Water come to me eye Soon I’ll feel her warm embrace Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
In the shadow I stand a while Water come to me eye Soon I’ll see my Liza’s smile Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
EM´ARIN
Hvít sum kavin, blá sum havið reyð sum blóðið, tað eru vit Runt um allar fótbólts vøllir buka vit tær stóru stjørnur Fá vit eru, men tó vit kunnu standa saman her og nú
Malargrót og hømiliur seyðarhøvd og skerpikjøt turran fisk og grind og spik alt tað hava vit
Hvít sum kavin, blá sum havið reyð sum blóðið, tað eru vit Runt um allar fótbólts vøllir buka vit tær stóru stjørnur Fá vit eru, men tó vit kunnu standa saman her og nú
Málini vit kunnu skora tá ið harðast leikar á Verjan stinn sum Føroya fjøll og vit syngja øll
Hvít sum kavin, blá sum havið reyð sum blóðið, tað eru vit Runt um allar fótbólts vøllir buka vit tær stóru stjørnur Fá vit eru, men tó vit kunnu standa saman her og nú…
Orð: Vera Bjørgvin, Elin K. Mouritsen, Gundur Mortensen, Hans C. Tórgarð, Gudmundur Joensen og Terji Rasmussen Lag: Terji Rasmussen
Gentur og dreingir
Dreingir, teir eru droyir. Dreingir gera fortreð. Teir eru nakrar boyur, og teir bara arga, og teir kitla meg.
Gentur, tær eru veikar. Grenja og gráta so lætt. Gentur mussa sjeikar og halda altíð, tað er´ tær, sum hava rætt.
Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Fótbóltur er til tey býttu. Sveitti, bardagi, skrál. Tað er til onga nyttu, at onkur sparkar eina kúlu í eitt mál.
Fótbóltur, tað er tað besta! Ítróttur er nummar eitt! Spenntir, so vit næstan bresta, tá ið vit sparka, krússa – á, sum tað er feitt!
Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Best er at hoppa lastikk. Enna og hoppa band. Tað er heilt fantastiskt at spæla diskotek og dansa kulan dans.
Hvør tímir at hoppa lastikk. Sóritt tápuligt fjas. Ger´ heldur okkurt praktiskt: smíða smáttur, fanga kombikk í eitt glas.
Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Oh you cannot go to heaven
V24, 12. juni – 16. juni 2023
705 Mána og sól, veður og vind og blómur og børn skapaði Guð. Himin og jørð alt eigur hann. Harranum vilja vit takka. Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Jesus, á fold livdi sítt lív og doyði for oss, livir í dag, ja, hann er her, ja, hann er her. Harranum vilja vit takka.
Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Andi tín, Guð, uggari vár, so livandi er, ber okkum boð gjøgnum øll ár um tína náð. Harranum vilja vit takka.
Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Vinir eru reyða gull
Øllum tørvar vinarbond Gott at hava vin í nánd Ein ið aldrin sigur nei Ein ið fylgir tær á leið
Vinir lýsa upp tín dag Vilja verja teg Deila tínar dreymar Og gloyma sjálvan seg
Vinir eru reyðagull Uttan teir fert tú á rull Vinir eru reyðagull Ah ja Ah ja
Tømið eina vinarskál Leskið tykkar sinn og sál Um so eydnan flýggjar burt frá tær Vinurin er altíð har
Rættir vinir fylgja við Eru altíð tær við lið Vinir kanst tú líta á Tá øll onnur falla frá
Tá tær tørvar frið í sál Tiga teir við tær Vinir eru har í ódn Og tá sólin sær
Vinir eru reyðagull Uttan teir fert tú á rull Vinir eru reyðagull Ah ja Ah ja
Tømið eina vinarskál Leskið tykkar sinn og sál Um so eydnan flýggjar burt frá tær Vinurin er altíð har
Og tá tín fótur snávar á Og tín megi horvin er Tá er vinur tín tær hjá Hann teg fram á vegnum ber

Um so eydnan flýggjar burt frá tær Vinurin er altíð har
Hine ma tov uma nayim shevet achim gam yachad. Hine ma tov uma nayim shevet achim gam yachad.
Hine ma tov shevet achim gam yachad. Hine ma tov shevet achim gam yachad.
V23, 6. juni – 9. juni 2023
549 Nú vakni øll úr svøvni glað, nú náttarstundin hvarv; nú sær mítt eyga ljósan dag, nú byrjar dagsins starv.
Nú sólin vísir andlit blítt, hon fer um fjørð og sund; hon vermir arma hjarta mítt og gleðir sára lund.
Hon minnir meg á morgun tann, tá hann úr deyða stóð, ið sigur yvir syndum vann og yvir deyðans tjóð.
Ja, glaður hvør til dagsverk fer í Jesu Kristi navn; og tá ið tað at kvøldi ber, hann førir oss í havn.
Jacob Hansen 1907. Lag: Sl. 254.
Eg veit eitt spógvareiður, eg sigi ikki meir. Tveir ungar spógvin eigur i – i – so láta teir.
Og spógvarnir teir smúgva um heyg og gil og lág, um torvaeygu – og flúgva við sangi til og frá.
Av palli áin fossar. Og lotið fleyrar milt. Teir munnu kenna á sær, eg vil teim einki ilt.
Tá fæ og fuglur tigur, tá livnar mangt í mær, tí seti eg meg niður. Eg sigi ikki hvar.
Í støðum lykkur sita. Og børn tey henta ber. Men eingin fær at vita, hvar spógvareiðrið er.
Svenskur tjóðardagur, 6/6
Colours
V22, 30. mai – 2. juni 2023
539 Vælkomin summartíðin við sól um fjøll og fjørð! Sjá, blomsturskrýdda líðin av signing Guðs væl grør; tað, vetrarfonnin fjaldi, Guð gav so góðan blund, at styrknað tað upp nældi á vársins lýggju stund.
Nú fríðkast væl á bøi! Úr Harrans mildu hond alt livandi fær føði av fjalli ytst á strond. Hoyr, títlingarnir glaðir blítt yvir land og hav nú syngja takkarkvæði til hans, sum lív teim gav.
So vakurt havið logar, har sólin stendur á; og hvar várt eyga skoðar, Guðs góðska er at sjá. Ver, Harri, tú várt gaman ta stund, vit vála her, tá sæl vit koma saman, har altíð summar er.
Ja, Guð, tín miskunn blíða væl fevnir alla fold, so lat vár’ lovsong stíga til himmals upp frá mold; og lat oss tolin streva, Guð lættir vára sorg, hann gleði vil oss geva í síni himlaborg.
Mikkjal á Ryggi. Lag: Sl. 368.
Kennir tú blómurnar sum vaksa her í Føroyum sólju og summardá blákollu og baldursbrá díkimuru danadá og vøkru akkuleyu
Kennir tú grøsini sum vaksa her í Føroyum fjørugras og fransagras húsagras og hjartagras mánagras og mannagras og mong mong onnur fleiri
Kennir tú berini sum vaksa her í Føroyum bláber og krákuber brobber og rossaber einiber og dunnuber og summi kanst tú eta
Mangt ljóðar undarligt sum veksur her í Føroyum rossatunga mýggjagras hostajavni nalvagras apublóma loppugras ja nógv er í at velja
Sá eg spóa suður í Flóa, syngur lóa úti í móa: Bí, bí, bí, bí. Vorið er komið víst á ný.
V21, 22.-26. mai 2023
Sov blítt og søtt, og droym um sól, sum lýsir yvir garð. Guð faðir, hann í himni er, skal ansa eftir tær.
Tær einglar sínar sendir hann, um vøggu standa teir; tí kanst tú sova trygt og væl og óttast einki meir.
Á mønu hjalsins stari Í morgun kaldur sat Í heglingsæli hvøssum Mær tokti, at hann græt
Og kavarokið versnar Alt út ímóti nón Og neyðar starin visti Sær onga lívsins vón
Men tá tað móti kvøldi Brádliga lýsti í Og sólin fór at síggja So blonk og mild og blíð
Tá fleyg í loft upp starin Og sang eitt fagurt ljóð Tá birtist vónin aftur Í barmi, ljós og góð
Tann vón um vár og summar Og eydnuríka tíð Um reiður, maka, ungar um lív og leik í líð.
Tí starin er so vorðin, at vónin er hans alt; ta stund, hon hvørvur burtur, er lívið stirt og kalt.
Sá eg spóa suður í Flóa, syngur lóa úti í móa: Bí, bí, bí, bí. Vorið er komið víst á ný.
V20, 15.-17. mai 2023
545 Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart, sjálvur ert ljóskeldan reina; aldri seg nærkar tær myrkrið so svart, sólin har vald hevur eina.
Skýggini dimmu nú hvørva so brátt, dagurin bjarti nú rísur; stjørnur, sum glógvaðu myrklongu nátt, blikna, nú sólbirtan lýsir.
Frísk vit frá náttarrógv glað eru nú tøkk tær við songi at veita; náttina starblindu burt beindi tú, dagsljósið aftur man leita.
Halt allar freistingar okkum ífrá og alt, sum tungliga bagir! Við tínum kærleika ver okkum hjá, halgi og algóði faðir!
Vreiðini steðga, tí hon veldur neyð! Gleði og frið gev í sinni! Fátæka manni gev dagliga breyð! Leið tú oss úti og inni.
Styrk tú og styðja oss, fast vit tá stá, stríða og sigra í stríðum! Frelsari vár, tú skalt æruna fá nú og í ævigum tíðum.
C.J. Brandt 1874. Símun av Skarði. Lag: Sl. 110.
Hinumegin vindeygað Í mínum urtagarði Stendur lítið roynitræ Og í tí býr ein stari
Starahúsið bygdi eg Ein dag í stórum skundi So at kaldi vinur mín Har inni kroka kundi
Starin nú so fegin er Hann málar og hann smíðar Meðan konan reiðrarkát Í roynitrænum bíðar
Sitandi á greinini Hon dandar upp og niður Yndisliga látandi Hvat er tað nú hon sigur
Góði starabassi mín Mín hjartans kæri vinur Slepp mær nú í køkin inn Eg seyma skal gardinur
Siti eg við vindeygað Í garðin út eg stari Nú er kvirt í húsinum Tí ljósið tað er farið
17. mai er tjóðardagur Noregs
Ja, vi elsker dette landet, som det stiger frem furet, værbitt over vannet med de tusen hjem, elsker, elsker det og tenker på vor far og mor //: og den saganatt, som senker drømme på vår jord. ://
Dette landet Harald berget med sin Kjemperad, dette landet Håkon verget, medens Øyvind kvad: Olav på det landet malte korset med sitt blod, //: fra dets høye Sverre talte Roma midt imot. ://
Bønder sine økser brynte, hvor en hær drog frem; Tordenskiold langs kysten lynte, så den lystes hjem. Kvinner selv stod op og strede, som de vare menn, //: andre kunne bare grede, men det kom igjen! ://
Visstnok var vi ikke mange, men vi strakk dog til, da vi prøvdes noen gange, og det stod på spill; ti vi heller landet brente, enn det kom til fall; //: husker bare, hva som hendte ned på Fredrikshald! ://
Hårde tider har vi døyet, ble til sist forstøtt; men i verste nød blåøyet frihet ble oss født. Det gav faderkraft å bære hungersnød og krig, //: det gav døden selv sin ære – og det gav forlik. ://
Fienden sitt våpen kastet, opp visiret fór, vi med undren mot ham hastet; ti han var vår bror. Drevne frem på strand av skammen gikk vi søderpå; //: nu vi står tre brødre sammen, og skal sådan stå! ://
Norske mann i hus og hytte, tak din store Gud! Landet ville han beskytte, skjønt det mørkt så ut. Alt, hva fedrene har kjempet, mødrene har grett, //: har den Herre stille lempet, så vi vant vår rett. ://
Ja, vi elsker dette landet, som det stiger frem furet, værbitt over vannet med de tusen hjem. Og som fedres kamp har hevet det av nød til seir, //: også vi, når det blir krevet, for dets fred slår leir. ://
V19, 08.-12. mai 2023
29 Alt, sum frítt og fagurt er, alt, sum blítt á foldum fer, er tað lítið, er tað stórt, góði Guð tað hevur gjørt.
Summarfleyr um bygd og bø, sólskin yvir reyn og røð, glitrandi sum gull á vág, góðum Guði kemur frá.
Blomstur smá um dal og líð, yndislig á summartíð, brosandi í litum bjørt, góði Guð tey hevur gjørt.
Gróður upp úr døkku mold heldur ferføtt dýr við hold; fugl í haga, fisk í hav, góði Guð teim lívið gav.
Títlingar um líð og ong teir sín glaða sólskinssong senda yvir fjøll og dal; «Alt Guð gjørdi okkum væl.»
Fólki gav hann vit og mál, kraft í kensluríka sál, troyst og hjálp á mangan hátt. O, sum Guð vár ger oss gott!
Blíður hann sítt sannleiksorð sendi okkum higar norð, vítt um heim hans náði røkk. Honum veri prís og tøkk!
Mikkjal á Ryggi. Lag: Sl. 7.
Lítli fuglur Orð og lag: Anfinn T. Nielsen
Sig mær lítli fuglur, hví flýgur tú so seint, hvat er tað, sum feilar, hvat hevur teg nú meint, hví ert tú so svartur, har ið hvíta dúnið var, sig mær lítli fuglur, hvat er hent við tær?
Jú nú í morgum, eg fleyg mær ein túr, út yvir havið, eg lá upp á lúr eftir eini sild, ella hvat ið har nú var, at hava heim við til pisurnar hjá mær.
Tá fongurin var fingin, mót landi vendi eg, tá møðin meg nívdi, á sjógv eg setti meg, fyrst tá rakti eg við, men tá var ov seint hjá mær, at havið var dálkað og spilt í olju var.
Í evjuni eg stríddist, eg mátti sleppa heim til mínar svongu pisur og føði geva teim. Eg vann til síðst, men visti, at nú deyðadømd eg var, eg veit ei, um eg vinni heim til pisurnar hjá mær.
Høvdu vit tó kunnað lært um henda sorgarleik, um henda lítla fuglin, ið ei ungar sínar sveik. Flest øll vita um tað, men støðan versnar dag um dag, vit halda á at dálka, líka blind og líka glað.
1 Bottle of Pop
1 bottle of pop, 2 bottles of pop, 3 bottles of pop, 4 bottles of pop, 5 bottles of pop, 6 bottles of pop, 7 bottles of pop, pop!
Don’t throw your trash in my backyard, my backyard, my backyard, Don’t throw your trash in my backyard, My backyard’s full.
Fish and chips and vinegar, vinegar, vinegar, Fish and chips and vinegar, Pepper, pepper, pepper, pop!
Minst til at biðja faðivár, minst til at signa teg; tá sendir Harrin eingil sín at hjálpa tær á veg.
Og Harrans góðska fylgir tær, ið hvar tín fótur fer, og eingilin við tína lið tær altíð góður er.
Á songarstokki situr hann og signar svøvnin tín; hann gevur tær ein ljósan dreym og leikur fríð og fín.
Og grætur tú, hann kínir tær og turkar tíni tár, tí skalt tú altíð signa teg og biðja faðirvár.
Á summardái –
kavin bráðnar, várið komið er.
Á summardái –
hvíta blóma, boð um summar ber.
Kvøldið kemur, kámast allir litir.
Trøll og dvørgar kanska seg í myrkri krógva.
Sovnar fuglurin í træi situr.
Allastaðni rundan um meg stjørnur glógva.
Á summardái –
enn er dagur stuttur, náttin long
Á summardái –
sovni eg í summardáasong.
Á summardái –
enn er dagur stuttur, náttin long
Á summardái –
sovni eg í summardáasong.
All night, all day, angels watcing over me, my Lord. All night, all day, angels watcing over me.
Day is dyin´ in the west. Angels watcing over me, my Lord. Sleep my child, and take your rest. Angels watcing over me.
All night, all day,…
Now I lay me down to sleep. Angels watcing over me, my Lord. Pray the Lord my soul to keep. Angels watcing over me
All night, all day,…
If I die before I wake, Angels watcing over me, my Lord. Pray the Lord my soul to take.. Angels watcing over me
All night, all day,…
Faðir, fylg mær henda dag, vend til tín mítt sinnalag, troystaríka trúgv mær gev, glaðan hug til dagsins strev; villist eg so vís mær slóð, goym øll míni heil og góð, Faðir, signað land og tjóð!
Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong, syngur tjóðin tær glaðasta song. Um enn nær ella fjart ert tú sál míni kært, sum tú fedrunum vart; tí tú glógvar so bjart sum tú sóleyga bart gjøgnum náttmyrkrið svart, blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.
Mary had a little lamb, it´s fleece was white as snow. Everywhere that Mary went, the lamb was sure to go.
It followed her to school one day,
which was against the rule.
It made the children laugh and play
to see a lamb at school.
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær.
Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
gloym tað ónda, ið vil sára teg,
tá so fagrir sangir skulu ljóða
fyri tær á øllum tínum veg.
Mangt í heiminum er vánt at kenna,
alt tað besta heldist fyri spott;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjarta reint og gott.
Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
troysta tey, ið eru veik og arm.
Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
tekur tær úr hjarta sorg og harm.
Kemur tú framvið, har klokkur ringja,
steðga tá og bið títt faðirvár,
tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
Um tú snávar, miss ei fótafestið, minst bert til, at Guð er altíð nær. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær.
Ein lítil laksur eri eg, eg havi so ringan maga ti har eg búgvi, tí har eg búgvi, eru folk so gírig.
Eg fai sild, ja altíð sild, men tað vil eg ikki hava, eg vil heldur, ja eg vil heldur hava cokacola og ís.
Ging gang goolie goolie goolie goolie watcha, Ging gang goo, ging gang goo. Ging gang goolie goolie goolie goolie watcha, Ging gang goo, ging gang goo. Hayla, hayla shayla, hayla shayla, shayla, oh-ho, Hayla, hayla shayla, hayla shayla, shayla, oh. Shally wally, shally wally, shally wally, shally wally Oompah, oompah, oompah, oompah
Allastaðir, hvar eg eri, Jesus mær í huga veri, yvir hav og fjøll og dal hann mítt álit vera skal.
Eg frá heimsins stríð og møði heim til himmiríkis frøi eri ferðabúgvin til, tá mín harri Jesus vil
Frelstur av Guðs góðu náði lív og sælu har eg fái. O, sum sál mín verður glað í tí halga himlastað!
Har skal frítt úr hjørtum ljóða takk og prís til Guð vár góða, sæl í fylgi einglanna syngja vit halleluja.
Fagra, fríða vársól blíða litar fjall og fjørð, blonk á bárum brandar. Alt í lýkku andar. Lundaskorin grør.
Fegið spælir
millum smalur
lítla lambið kátt
stumpar móður júgur.
Snípan, svinn sum brúður,
hugsar: Her er gott.
Grønkast akrar.
Blómur vakrar
gera fólk so fró.
Feitar kvígur skjølka,
fagrar gentur mjólka,
kvøða lystugt ljóð.
Sólin lækkar, brátt hon fjakkar undir bergið blátt; roðin sundið gyllir. Bátur rør so stillur, dyrgir fyri smátt.
Three blind mice, three blind mice, See how they run, see how they run, They all ran after the farmer’s wife, Who cut off their tails with a carving knife, Did you ever see such a thing in your life, As three blind mice?
O, Jesus, bróðir besti og barnavinur mesti, tú breiði signing tína á barnalívstíð mína.
Mær gott barn gev at vera og góðan ávøkst bera; halt frá mær alt hitt illa, so meg tað ei kann spilla.
Lat starv mítt altíð vera tær lov og tøkk at bera, tín kærleik altíð goyma, lívsorðið aldri gloyma.
Tín umsjón lívd mær gevi í lívsins øllum strevi; tín kærleikshond meg leiði og lívsins vegir greiði.
Og styrk meg, barn títt veika, í ódnum, um meg leika; títt lívsins ljósið bjarta tá ljómi mær í hjarta.
Við blíðum barnaorðum mín bøn fram veri borin: gev, gott barn títt eg verði og góðan ávøkst beri.
Mamma mín, pápi mín,
abbi mín, omma mín
fara at rulla sum børnini øll.
Sigrun og Hanna
rulla, og Anna
sigur, at eggini brotna, er spell.
Dagurin líður,
tíðin hon flýgur,
eggini brotna nú so við og við.
Børnini møðast,
eisini tey frøast.
Nú man tað síðsta skjótt fara í tvey.
Nú endar dagurin,
børnini fara inn,
fara at sova og eru so mett.
Um summarið droyma tey,
um lomb og um stóran seyð.
Vakna um morgunin frísk og væl sett.
Ganga, flúgva, hoppa,
Alt í senn
Klappa, snara, lakka,
Alt í senn.
Píkasjey og fimm
Píkasjey og fimm
Píkasjey og fimm
Nú bleiv eg heilt bimmelimm
Bimmelimm, bimmelimm, bimmelimm, bimmelimm
I danced in the morning when the world was begun, And I danced in the moon and the stars and the sun, And I came down from heaven and I danced on the earth: At Bethlehem I had my birth. Dance, dance, wherever you may be, I am the Lord of the dance, said he, And I’ll lead you all, wherever you may be, And I’ll lead you all in the dance, said he.
I danced for the scribe and the Pharisee, But they would not dance and they wouldn’t follow me; I danced for the fishermen, for James and John; They came with me and the dance went on: Dance, dance, wherever you may be, I am the Lord of the dance, said he, And I’ll lead you all, wherever you may be, And I’ll lead you all in the dance, said he.
I danced on the Sabbath and I cured the lame: The holy people said it was a shame. They whipped and they stripped and they hung me on high, And they left me there on a cross to die: Dance, dance, wherever you may be, I am the Lord of the dance, said he, And I’ll lead you all, wherever you may be, And I’ll lead you all in the dance, said he.
I danced on a Friday when the sky turned black; It’s hard to dance with the devil on your back. They buried my body and they thought I’d gone; But I am the dance, and I still go on: Dance, dance, wherever you may be, I am the Lord of the dance, said he, And I’ll lead you all, wherever you may be, And I’ll lead you all in the dance, said he.
They cut me down and I leapt up high; I am the life that’ll never, never die. I’ll live in you if you’ll live in me: I am the Lord of the dance, said he. Dance, dance, wherever you may be, I am the Lord of the dance, said he, And I’ll lead you all, wherever you may be, And I’ll lead you all in the dance, said he.
Heilagt ljóð oss legg á tungu; himlafaðir, lær tey ungu rætt at takka tær, syngjandi tín prís við megi, sáandi títt orð við gleði her og víða hvar.
Himmals einglaherar glaðir
syngja lov tær, ljósins faðir,
øldir eftir øld;
latum sálmasong vár ljóða
upp frá jørð mót Guði góða
árla dags og kvøld.
Sá eg spóa suður í flóa, syngur lóa út’ í móa. Bí, bí, bí, bí. Vorið er komið víst á ný.
Morgunsólin longu lýsir høgt á bláum himni her. Lítli fuglur glaður syngur nú á síni ferð.
Kom út á víðu heiðar tað stillu kvøldarstund hoyr tjaldrið, tað letur og er so glatt í lund
63 Jesus besta navnið er, tungur kunnu nevna, hvør, sum sorg í barmi ber, kann til Jesus stevna; gerst á foldum trong mín leið, Jesus, veit eg, svíkur ei, hann vil síni fevna.
Jesus gav mær sálartroyst, svárur var mín vandi, Jesus hevur av mær loyst harða syndabandið, styðjar meg og gevur mátt, um eg dag og døkka nátt fast hjá honum standi.
Renna burt tey røsku ár; mangt vit mundu tráa; heysta væl tey hvítu hár, tá ið væl var sáað; hvør, sum Jesus fevndi her, sælur til Guð faðir fer, har skal frið hann fáa.
Mikkjal á Ryggi. Lag: sum Sl. 304.
V4 (23.-27.01.2023)
192 Mín Jesus, lat mítt hjarta fá ein slíkan hug at tær, at nátt og dag tú vera má ómissandi hjá mær.
Tá fer mín náðitíð og stund so sæl og góð og glað, tí at tú kemur á mín fund, mær signar hvønn ein dag.
Mítt hjarta, tá tað aftnar her, skal hvíla við títt navn, og tá mín sól til viðar fer, eg leggist í tín favn.
O, leið meg tá frá synd og sorg í hvítum rættferðskrúð til himmiríkis glæstriborg, til dýrd í himnabú.
Bjørn Lund 1764. J. Dahl 1925. Lag: Sl. 227 a og b.
Tórgrímur talar til sveinar tveir: “Tit vitið, um har er nakað meir.”
Inn koma dreringir og siga frá, at stórur maður í tara lá.
Ein stórur maður í tara lá, ongum líkari enn Sigmund’ at sjá.
Torgrímur tekur sær øks í hond, so gongur hann at sjóvarstrond.
Torgrímur niður í taran sær, maktarleysur lá Sigmundur har.
Torgrímur talar til sveinar sín’: “Gullringur Sigmunds skal vera mín.”
“Dreingir, tit haldið mær í hans hár, meðan eg gevi honum banasár.
Dreingir, tit haldið hans hár í topp, meðan eg skilji høvur frá kropp’.”
Dreingirnir hildu í hans hár, meðan hann gav honum banasár.
Dreingirnir hildu hans hár í topp, meðan hann skilti høvur frá kropp’.
Gullringin bóru teir heim til hús, men kroppin teir gróvu í sand og grús.
Ein slíkan enda Sigmundur fekk, hans líki ei í Føroyum gekk.
Jens Chr Djurhuus (1773-1853), Sjóvarbóndin, yrkti. Kvæðið er yrkt í sama ørindislag sum Sigmund Brestissons tættir, eisini kallað Sigmunds kvæði eldra. Kvæðið er prentað í Dimmalætting 1.7.1882. Fyrsta kvæðabók, sum hevði tað við, man vera Gyltabók 1925.
V50 (12.-16.12.2022)
106 Her koma, Jesus, tíni smá til tín í Betlehem at gá; upplýs tú okkum sál og sinn at finna vegin til tín inn!
So glað vit skunda tær ímót og kyssa dustið við tín fót; o, stundin sæla, náttin klár, tá tú vart føddur, Drottur vár!
Vælkomin hátt frá himnasal’ til henda heimsins neyðardal, hvar heimur tær ei annað beyð enn fjós og krubbu, kross og deyð’!
Men, Jesus, hvussu ber tað til, so fáur gætur geva vil tí hjartans kærleika hjá tær, teg dró frá himli ørmum nær!
Tú okkum smáu drag til tín, o, góði sálarvinur mín, at fegin hvør av okkum svá í trúnni fast teg fevna má!
Lat verøld ei við síni makt oss vika burt frá dópsins pakt, men gev, vár longsil allur má til tín, til tín í heilum stá!
Tá skulu vit víst einaferð við gleðirødd í hini verð við halgum í Guðs paradís tær lova hátt á eingla vís.
Her standa vit í flokk’ og rað um teg, várt fagra hjartablað, o, hjálp, at vit í himli tá um trónu tína standa svá!
Brorson 1732. Emil Joensen. Lag: Sl. 133.
132 Føgur er foldin, dýrdarríkur himin, sæl er sálanna jorsalferð, um allan heimin, um allar ævir tað syngjandi at himni ber.
Øldirnar fara, øldir munnu koma, ætt eftir ætt søkkur undir mold. Onga tíð tagnar ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.
Einglar tað kvóðu jólanátt for hirðum, mann eftir mann hoyrdist sama lag: Friður á foldum, menniskja, frø teg, tær føddur frelsari er í dag.
Ingemann 1850. J. Dahl 1912. Lag: Sl. 78.
137 Fagur himin er at sjá, stjørnuglógvan, luftin blá, stjørnur glampa, stjørnur bleiktra, blídliga tær okkum veittra upp til himmals foldum frá.
Stjørnulýsið jólanátt skein sum vant á himni hátt, alt í einum var at skoða stjørna blonk á himnaboga sum ein lítil stjørnusól.
Tá ið stjørna blonk og blíð kom til sjóndar náttartíð, søgnin var, at kongur ríkur, ongum øðrum kongum líkur, skuldi føðast her á fold.
Eystan fóru vísmenn, tá henda stjørna var at sjá, merkiskong teir vildu finna, honum allar sømdir vinna, sum her borin var í heim.
Komu teir til Dávids bý, sum teir hittu kongin í, eingin kongaborg at finna, lítil smátta, fátæk kvinna ruraði sítt barn í blund.
Stjørna leiddi vísmenn fyrst, so teir funnu Jesus Krist; okkum við ein stjørna leiðir, okkum lívsins gøtu greiðir, so vit finna Jesus Krist.
Gøtan liggur ljós og bein, tí vár stjørna, bjørt og rein, er Guðs sannleiksorðið ríka, sum man aldri, aldri svíkja, lýsir heim í faðirs høll.
Grundtvig 1810. J. Dahl 1912. Lag: Sl. 68 a og b.
95 «Gleðilig jól! Gleðilig jól!» ljóðar av himli einglalag. «Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: :,: «Jesus er føddur í dag.» :,: »
Faðir vár! Faðir vár! Høgt tó tú á himli býrt, ikki gloymdi tú barnið títt, elskaði syndiga hjarta mítt; :,: veri um ævi tær dýrd. :,:
Frelsari mín! Frelsari mín! Náði tín hon er mítt skjól. Paradísportrið er opnað mær, aldri kann eg fulltakka tær :,: fyri gleðilig jól. :,:
Fr. Petersen 1891. Lag: Sl. 84.
V49 (5.-9. des. 2022)
Nú birtast túsund jólaljós í hesi myrku stund, og túsund onnur glógva nú á himna bláu grund.
Og yvir bý og land í kvøld fer jólaboð av stað, at føddur Harrin Kristus er. Tí eru vit so glað.
Tú stjørna yvir Betlehem, á, lat títt milda ljós nú lýsa inn við friði og vón í vára heim og hús!
Í hvørt eitt hjarta, tungt og myrkt, tín glæma lýsti blíð, ein glæma av Guðs kærleiks lind, í hesi jólatíð!
Sleðurokk
Lat teg væl í Tak sleðuna við – jaaa! Skjótt fara vit omaneftir á glið. Halt fast – Tí tað rýkur so illa tá Í mær – annars liggja vit eftirá Brekkan er brøtt, og sleðan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Eru øll her, Sum starturin er? – jaaa! Nú ræður um at fáa sær ferð. Halt fast – Tí tað rýkur so illa tá Í mær – annars liggja vit eftirá Brekkan er brøtt, og sleðan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Jarðrokk og blues kitlandi brús, bert kuldakrákur fara til hús. Halt fast – Tí tað rýkur so illa tá Í mær – annars liggja vit eftirá Brekkan er brøtt, og sleðan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Koma á mál við róp og skrál. – jaaa! Klárt nummar eitt – Hendan sletan er hál. Halt fast – Tí tað rýkur so illa tá Í mær – annars liggja vit eftirá Brekkan er brøtt, og sleðan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Onkur datt av. vit rendu útav og eftir høvdinum øll undir kav. Halt fast – Tí tað rýkur so illa tá Í mær – annars liggja vit eftirá Brekkan er brøtt, og sleðan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Føgur er foldin, dýrdarríkur himin, sæl er sálanna jorsalferð, um allan heimin, um allar ævir tað syngjandi at himni ber.
Øldirnar fara, øldir munnu koma, ætt eftir ætt søkkur undir mold. Onga tíð tagnar ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.
Einglar tað kvóðu jólanátt for hirðum, mann eftir mann hoyrdist sama lag: Friður á foldum, menniskja, frø teg, tær føddur frelsari er í dag.
Ingemann 1850. J. Dahl 1912. Lag: Sl. 78.
Santa Mortan Mær gav Santa Mortan tjúgunda kvøldið jóla 20 stútir, nú eru jólini úti, 19 kvígur, nú munnu jólini líða, 18 stakkar, nú munnu jólini lækka, 17 kjólar, gav hon teim til jóla, 16 hindir, allar vóru blindar, 15 svanir, allir vóru trænir, 14 ostar, fullu so væl í tostar, 13 húðir, strekkja við sínar búðir, 12 dreingir, bæði við reip og streingir, 11 bukkar, fullu so væl í tokkar, 10 tunnur bjór, tað var teirra dreingja kór, 9 langskip við rá, 8 gangarar grá, 7 silvurskálir, 6 dúvur blá, sótu mær íhjá, 5 fæ, 4 fár, 3 flikki, 2 gæs, 1 fjøður av teim fugl’, ið væl kundi at flúva.
Santa Simeon Stat op Santa Simeon, Simeon var den tolvte – en 12 var Apostlene, 11 var Disciplerne, 10 er de ti Guds bud, 9 er vor Englekor, 8 er vor Salighed, 7 er vor Skabelse, 6 var de Stenkar, som var sat i Kana i Galilea, 5 Mosebøger, 4 Evangelister, 3 Patriarker, Abraham, Isak og Jakob, 2 Lovens Tavler, Den ene var den Herre Gud, som regerer alle ting
Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá, so skirvið var beðið, har frelsarin lá. Men stjørnan á himni, so vøkur og von, ber kvøðu til nýfødda lítla Guds son.
Og einglarnir syngja hitt heilaga lag, og náttin hon hvørvur og verður til dag. Nú myrkrið er farið, og ljóst er í lon, vær tøkkum tí harra, sum gav oss sín son.
At lívbjarga okkum úr vanda og neyð, so vit kunnu liva, tá vit eru deyð. Eg síggi, hann smírist bak stjarnanna fjøld, Har savnar hann børn síni øld eftir øld.
468 Frelsari, hevði ikki eg teg funnið, og hevði blóð títt fyri mær ei runnið, hvar skuldi so eg armingin mær venda, bøn mína senda?
Sælu og frið eg uttan teg ei fái, tí hvar er hjarta fult sum títt av náði, tú ert, o Jesus, tú Guðs lambið reina, skjól mítt aleina.
Chr. Gregor. G. Bruun. Lag: sum Sl. 107 b.
Kall og Svein ungi
1.”Hvar rakst tú neyt míni?”
Segði Kall.
”Beint niðan í akur tín!”
Segði Svein ungi.
2.”Skamm fái tú rekandi!”
“So fái tú biðjandi!”
3.”Hevði eg hildi á spóni mínum!”
“Staði fastur í góma tínum!”
4.”Hevði tú verið flongdur!”
“Við mjúkari ostaflís!”
5.”Við skørpum áli!”
“Ryggur tín ligið undir!”
6.”Hevði eg hildið á knívi mínum!”
“Staði fastur í lívi tínum!”
7.”Hevði tú hingið í berginum!”
“Góða línu á mær!”
8.”Einfaldur hosnatráður!”
“Sjálvur tú á endanum!”
9.”Hevði tú flotið á havinum!”
“Góður bátur undir mær!”
10.”Hvørki ár ella eyskar”
“Lotið ligið at landinum!”
There’s nothing holding me back
V45 (7.-11. nov. 2022)
544 Tíðin rennur sum streymur í á, títt munnu bylgjurnar falla; lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla.
Hvør ein løta og hvør ein stund at stóra fossinum dregur; treingist mítt hjarta, tyngist mín lund, hvar er úr neyðini vegur?
Hvør hevur vinur vilja og mátt at bjarga mær til landa? Allir teir eru á líkan hátt staddir sum eg í vanda.
Ein hevur vinurin vilja og mátt at bjarga mær frá grandi; Jesus kann føra mín lítla bát trygt at himnasandi.
Tíðin rennur sum streymur í á fram í Harrans navni! Lítlum báti eri eg á, – himnastrond fyri stavni.
Fr. Petersen 1892. Lag: Sl. 332 a og b.
Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur, har vaksa brobber, har veksur lyngur, har er korki og javni. Har er tað, menninir torvið skera, og konufólkini tað burtur bera. Hevur tú verið har, navni?
Har veit eg eitt so lítið reiður; fýra ungar fuglurin eigur, teir eru naknir og smáir, djúpt í reiðrið teir bora seg niður, tá ið teir vaksa, pápi mín sigur, gerast teir brúnir og gráir.
Burtur á heiði neytini ganga – har er ein tarvur, ið vanur er at stanga, hann er reyður og hvítur. Øll ræðast hann uttan pápi og Pætur, ið mangan hevur havt á honum fatur og eigur hundin, ið bítur.
Og ein lítlan putt, sum eg eigi, hann skal eg hava burtur á heiði, líka sum menninir plaga; so torir tarvurin einki at gera. Vilt tú við mær í ferðini vera, navni mín, burtur í haga?
Højt på en gren en krage, simsaladim bamba saladu saladim – højt på en gren en krage sad.
Så kom en hæslig jæger, simsaladim bamba saladu saladim – så kom en hæslig jæger hen.
Han skød den stakkels krage, simsaladim bamba saladu saladim – han skød den stakkels krage ned.
Nu er den stakkels krage, simsaladim bamba saladu saladim – nu er den stakkels krage død.
Tekst: Johan Ludvig Heiberg Melodi: Tysk folkemelodi
V44 (31.okt.-4.nov. og leygardagsskúlin 5. nov.)
63 Jesus besta navnið er, tungur kunnu nevna, hvør, sum sorg í barmi ber, kann til Jesus stevna; gerst á foldum trong mín leið, Jesus, veit eg, svíkur ei, hann vil síni fevna.
Jesus gav mær sálartroyst, svárur var mín vandi, Jesus hevur av mær loyst harða syndabandið, styðjar meg og gevur mátt, um eg dag og døkka nátt fast hjá honum standi.
Renna burt tey røsku ár; mangt vit mundu tráa; heysta væl tey hvítu hár, tá ið væl var sáað; hvør, sum Jesus fevndi her, sælur til Guð faðir fer, har skal frið hann fáa.
Mikkjal á Ryggi. Lag: sum Sl. 304.
Hann sum etur fleskafeitt Og stórar kotelettir, Hann er eitt býtt og dovi eitt Og darlar altíð eftir.
Men – Hann, sum etur gularøtur, Rugmjølsdrýl og piparnøtir, Hagaber og krákuber Og hvítkál og persillu, Hann fær so passaligt í búkin, Strálar sum ein sól um grúkin, Lættur upp á sporið, at tú vildi tað forsvorið.
Teir, sum slúka alt í senn Og eta sínar vinir, Teir fáa allir ringar tenn Og vera altíð linir.
Men- Hann, sum etur gularøtur, Rugmjølsdrýl og piparnøtir, Hagaber og krákuber Og hvítkál og persillu, Hann er okey, fær øll at grína, Aldri vil hann vinir pína Og fær góðar tenn at skína Sum hjá krokodillu.
Cucels and musles
Cockles and mussels In Dublin’s fair city, Where the girls are so pretty, I first set my eyes on sweet Molly Malone, As she pushed her wheelbarrow Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”! Alive, alive oh! Alive, alive oh! Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
Now she was a fishmonger, And sure t’was no wonder, For so were her mother and father before. And they each wheeled their barrow, Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
She died from a fever, And no-one could save her, And that was the end of sweet Molly Malone. Now her ghost wheels her barrow, Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
Fiskurin bítur
Fiskurin bítur, nú nýtast raskar hendur, royni seg nú tann, ið eigur nakran mátt; stokkut er stundin, til sjóvarfallið vendir, eydnan á útróðri skiftir ofta brátt. Nýt hesa stund: egn teg við skund, lat so renna niður, til loddið er á grund.
Kvikhentur maður, meðan snørið man renna, sløgir og foragn og beitur sær sker; ræsir og heintar – og toskur er at kenna, bregður væl við, so hann ongulfastur er. Liðmjúkan arm, sveittan í barm; grenjar í tolli, men ongan annan larm.
Fýra eru á. O, vælsignaða fløkja! Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn. Stendur illa í? So mást tú teir krøkja; høgg teimum kleppin í nakka ella kinn. Syft teir inn um stokk, gev teimum á knokk, slagbeit og greið so, tí kurlað er tað nokk.
Blankur sum messing og feitur og rundur, nýkomin fiskur av fagrasta slag; royna vit mugu at halga hann uppundir; fæst hann at elta, so draga vit í dag mangan góðan drátt, fylla bátin brátt, damla so heim eftir innskotum í nátt.
588 Boðar tú til allar tjóðir: “Æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móður, so tær fylgir signing mín. Landið gevi eg tær tá, leingi tú har liva má, fólkið títt tá skal eg kenna meðan øld um øldir renna.”
Føroya mál á manna tungu merkir: Her býr Føroya fólk. Slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk, ið helt fast við fedramál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættarbandið; byggja tí enn hetta landið.
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av; tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja.
Jóannes Patursson. Lag: Sl. 22 a og b ella sum Sl. 183.
https://youtu.be/hSw57M1O6gk
V42 (17.-21.10.22)
369 Gakk tú fram við góðum treyst, tú ert ei aleina; Harrin tó er tann, ið best leiðirnar kann beina.
Firnast ikki myrkur svart, bjartar stjørnur standa; hevur faðirvár tú lært, óttast tú ei vanda.
Fyri tí, tú veitst, er rætt, doyggj, um so má vera; tá skal lívið falla lætt, deyðin einki gera.
Chr. Richardt 1867. J.H. Poulsen og Niels Winther 1895. Lag: Sl. 79.
Gentur og dreingir
Gentur Dreingir, teir eru droyir. Dreingir gera fortreð. Teir eru nakrar boyur, og teir bara arga, og teir kitla meg.
Dreingir Gentur, tær eru veikar. Grenja og gráta so lætt. Gentur mussa sjeikar og halda altíð, tað er´ tær, sum hava rætt.
Øll Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Gentur Fótbóltur er til tey býttu. Sveitti, bardagi, skrál. Tað er til onga nyttu, at onkur sparkar eina kúlu í eitt mál.
Dreingir Fótbóltur, tað er tað besta! Ítróttur er nummar eitt! Spenntir, so vit næstan bresta, tá ið vit sparka, krússa – á, sum tað er feitt!
Øll Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Gentur Best er at hoppa lastikk. Enna og hoppa band. Tað er heilt fantastiskt at spæla diskotek og dansa kulan dans.
Dreingir Hvør tímir at hoppa lastikk. Sóritt tápuligt fjas. Ger´ heldur okkurt praktiskt: smíða smáttur, fanga kombikk í eitt glas.
Øll Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Morning has broken Like the first morning Blackbird has sproken Like the first bird Praise for the singing Praise for the morning Praise for them springin Fresh from the world
Sweet the rain’s new fall Sunlit from heaven Like the frist dew-fall On the first grass Praise for the sweetness Of the wet garden Sprung in completeness Where his feet pass
Mine is the sunlight Mine is the morning Born of the one light Eden saw play Praise with elation Praise ev’ry morning God’s rec recreation Of the new day
Morning has broken Like the first morning blackbird has spoken like the first bird praise for the singing praise for the morning praise for them springin fresh from the world
V40 (03.-07.10.22)
541 Nú hvítna tindar fjøllum á, og gulnar gras í dali, hitt síðsta tjaldrið landi frá fleyg burt við túsundtali.
Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt, tað er nú tómt og oyðið, har ikki sæst eitt fuglakykt, ei heldur meir á heiði.
Har sátur stóðu fram við á, er alt nú snøgt og nakið, og epli, røtur, hvørt eitt strá er komið undir takið.
Har summargrøna velta var, bert slokkastrúgvar spjaddir, á bø er komið lamb og ær, tí kalt er millum hæddir.
Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav av bøi og av fjalli, og alt, sum ført varð yvir hav, og tað, sum er í hjalli.
Takk fyri hetta árið við og alt á sjógv og landi. Tú yvir vaksin lýs tín frið og hvønn ein pilt á sandi!
Tey renna skjótt tey stuttu ár, til heim tú manst mær boða; og eftir vetur kemur vár við sól og fjallaroða.
Og eina ferð vit fáa boð, tá síðstu ferð vit anda. Úr heiminum vit fara so, hjá tær um ævir standa.
Grundtvig 1844. Robert Joensen (leysliga). Lag: Sl. 243.
Heystkanón
Heystið, tað er júst nú komið og tí hugsi eg barasta um várið Eg síggi grønkast líð og dal viðhvørt eitt vátaslettingsæl Men tað er long tíð enn várið kemur til sjóndar
370 Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær.
Hýs í hjarta tínum bert tí góða, gloym tað ónda, ið vil sára teg, tá so fagrir sangir skulu ljóða fyri tær á øllum tínum veg.
Mangt í heiminum er vánt at kenna, alt tað besta heldist fyri spott; minst tó til, at tá tey óndu flenna, skalt tú halda hjarta reint og gott.
Teim, ið treingja, skalt tú vera góður, troysta tey, ið eru veik og arm. Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður, tekur tær úr hjarta sorg og harm.
Kemur tú framvið, har klokkur ringja, steðga tá og bið títt faðirvár, tað er bøn, ið styrkir og kann yngja, sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
Um tú snávar, miss ei fótafestið, minst bert til, at Guð er altíð nær. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær.
H.A. Djurhuus 1915. Lag: Sl. 80 ella sum Sl. 310.
Byrur er, skipið fer langt til onnur lond, og kæra genta sjómansins hon syrgir eftir á strond.
Grát ei, genta góð, turka burtur tár og hugsa um meg og tað eydnustund, sum kemur um eitt ár.
Silvur og gull, kistan full, alt er gáva frá mær, ja, eg havi silki og skrúð og skreyt, og alt samalt gevi eg tær.
Old Mister Johnson had troubles of his own He had a yellow cat which wouldn’t leave its home; He tried and he tried to give the cat away, He gave it to a man goin’ far, far away.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
The man around the corner swore he’d kill the cat on sight, He loaded up his shotgun with nails and dynamite; He waited and he waited for the cat to come around, Ninety seven pieces of the man is all they found.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
He gave it to a little boy with a dollar note, Told him for to take it up the river in a boat; They tied a rope around its neck, it must have weighed a pound Now they drag the river for a little boy that’s drowned.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
He gave it to a man going up in a balloon, He told him for to take it to the man in the moon; The balloon came down about ninety miles away, Where he is now, well I dare not say.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
He gave it to a man going way out West, Told him for to take it to the one he loved the best; First the train hit the curve, then it jumped the rail, Not a soul was left behind to tell the gruesome tale.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
The cat it had some company one night out in the yard, Someone threw a boot-jack, and they threw it mighty hard; It caught the cat behind the ear, she thought it rather slight, When along came a brick-bat and knocked the cat out of sight
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
Away across the ocean they did send the cat at last, Vessel only out a day and making water fast; People all began to pray, the boat began to toss, A great big gust of wind came by and every soul was lost.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
On a telegraph wire, sparrows sitting in a bunch, The cat was feeling hungry, thought she’d like ’em for a lunch; Climbing softly up the pole, and when she reached the top, Put her foot upon the electric wire, which tied her in a knot.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
The cat was a possessor of a family of its own, With seven little kittens till there came a cyclone; Blew the houses all apart and tossed the cat around, The air was full of kittens, and not a one was ever found.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
The atom bomb fell just the other day, The H-Bomb fell in the very same way; Russia went, England went, and then the U.S.A. The human race was finished without a chance to pray.
But the cat came back the very next day, The cat came back, we thought he was a goner But the cat came back; it just couldn’t stay away. Away, away, yea, yea, yea
V37 (12.-16.09.2022)
406 Bið, o, Jesus, fyri mær, bið meg heim í hús hjá tær, har at liva væl í frið hjá tí halga einglalið.
Lat meg altíð elska teg; gott tú biður fyri meg. Hoyr meg, Guð, mín vinur ver fyri Jesu frelsugerð.
Gomul donsk barnabøn. Mikkjal á Ryggi. Lag: sum Sl. 208.
V36 (05.-09.09.2022)
1 Harra Guð, títt dýra navn og æra skal um allan heim í metum vera, hvør sálin sæla, hvør tungt má træla, alt, sum kann mæla, skal teg umtala og æra.
Guð er Guð, um land alt legðist oyðið, Guð er Guð, um menniskjan øll doyði, um ættir fara, um øldir snara, blant stjørnuskara skal ótømd vara Guðs grøði.
Høga høll og lága lon skal víkja, jørð og himmal skulu bæði svíkja, hvørt fjall, hvør sýna, hvør tindur dvína, men fram skal trína, sum sólin skína Guðs ríki.
Petter Dass 1698. J. Dahl 1925. Lag: Sl. 121.
Kom og heintið nakrar summardáar. Du di dey, du di dey. Ikki nógvar, bara nakrar fáar. Du di dey, di dey.
Í hvørjum summardáa býr ein søga. Du di dey, du di dey. Sum kann eitthvørt barnahjarta fløva. Du di dey, di dey.
Summardáar vaksa handan fjallið. Du di dey, du di dey. Vaksa, meðan eg meg sjálvan balli. Du di dey, góða nátt. Du di dey, góða nátt. Du di dey, góða nátt
V35 (29.08 – 02.09)
349 Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim!
H. Agerbek um 1850. Símun av Skarði. Lag: Sl. 188.
Kennir tú blómurnar sum vaksa her í Føroyum sólju og summardá blákollu og baldursbrá díkimuru danadá og vøkru akkuleyu.
Kennir tú grøsini sum vaksa her í Føroyum fjørugras og fransagras húsagras og hjartagras mánagras og mannagras og mong mong onnur fleiri.
Kennir tú berini sum vaksa her í Føroyum bláber og krákuber brobber og rossaber einiber og dunnuber og summi kanst tú eta.
Mangt ljóðar undarligt sum veksur her í Føroyum rossatunga mýggjagras hostajavni nalvagras apublóma loppugras ja nógv er í at velja.
Orð: Sólrún Michelsen Lag: Pauli Hansen
Ten green bottles
V33 og V34 (18.-19. aug., og 22.-26.aug.)
555 Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð, og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.
Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong, til dagsins yrki fer hann nú so lættur, og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong, hann vitjar til ungar sínar aftur.
Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund, í Harrans hond so søtt eg havi sovið. Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund; við songi eg Guði mínum lovi.
Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð, mær givið evni til títt verk at skoða; fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út, nú sólin í fjøll og líð man roða.
Símun av Skarði 1907. Lag: Sl. 250.
Summardáasangur (tónleikur)
I like the flowers, I like the daffodils I like the mountains I like the rolling hills I like the fireside when the light is low
Bom-id-id-a-id Bom-id-id-a-id
— — —
Seinasti skúladagur 2021/2022
Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim!
H. Agerbek um 1850. Símun av Skarði. Lag: Sl. 188.
Kom til Nólsoyar
Kom til Nólsoyar, tí her er liviligt at vera summar og vetur vakrasta stað ið tú her finna kann tað Nólsoy vera man Her er friðaligt og eingir bilar, her er gott hjá børnum at vera á vetrardegi tey í bønum aka sletuni á
Tí tað er í Nólsoy eg vil búgva her er so friðaligt og stilt tá fuglur um heiðarnar man flúgva og tá lotið er milt Tá nýsur í fjørðinum sær spæla aldurnar sláa móti strond tá grasið í líðunum man næla festast míni bond.
Tá ið menn av útróðri koma, teir nógvan fisk hava fingið tá verður arbeiði til mangan mann ið enn sær ragga kann Og í bønum sær tú mangan mannin við sínum spaka í hendi tá ið so dagur aftnar teir sær venda til húsa heim.
Tí tað er í Nólsoy eg vil búgva her er so friðaligt og stilt tá fuglur um heiðarnar man flúgva og tá lotið er milt Tá nýsur í fjørðinum sær spæla aldurnar sláa móti strond tá grasið í líðunum man næla festast míni bond.
Millumspæl

V24 (13.-17.06.2022)
Vit venja sálmarnar seinastu 4 vikurnar, teir, ið vit nýta í summarguðstænastuni.
V23 (7.-10.06.2022)
370 Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær.
Hýs í hjarta tínum bert tí góða, gloym tað ónda, ið vil sára teg, tá so fagrir sangir skulu ljóða fyri tær á øllum tínum veg.
Mangt í heiminum er vánt at kenna, alt tað besta heldist fyri spott; minst tó til, at tá tey óndu flenna, skalt tú halda hjarta reint og gott.
Teim, ið treingja, skalt tú vera góður, troysta tey, ið eru veik og arm. Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður, tekur tær úr hjarta sorg og harm.
Kemur tú framvið, har klokkur ringja, steðga tá og bið títt faðirvár, tað er bøn, ið styrkir og kann yngja, sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
Um tú snávar, miss ei fótafestið, minst bert til, at Guð er altíð nær. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær.
H.A. Djurhuus 1915. Lag: Sl. 80 ella sum Sl. 310.
Kennir tú blómurnar
Kennir tú blómurnar sum vaksa her í Föroyum Sólju og summardá blákollu og baldursbrá díkimura, danadá og vökru akkuleygu
Kennir tú grösini sum vaksa her í Föroyum fjörugras og fransagras húsagras og hjartagras mánagras og mannagras og mong mong onnur fleiri
Kennir tú berini sum vaksa her í Föroyum bláber og krákuber brobber og rossaber einiber og dunnuber og summi kanst tú eta
Mangt ljóðar undarligt sum veksur her í Föroyum rossatunga, mýggjagras, hostijavni, nalvagras, apublóma, loppugras ja, nógv er í at velja
V21 & V22
723 Mong tey klaga um veður og vind, onnur klaga um klæðir og mat. Men eg vil ikki vera ein av teim, milliónir ei hava mat og heim.
Fyri allar gávur lær at siga takk, fyri allar gávur lær at siga takk. Mong tey droyma bert um tað, sum vit njóta dag um dag. Fyri allar gávur lær at siga takk.
Mong tey klaga um útsjónd og vekt, onnur klaga um arbeiði og løn. Men eg vil ikki vera ein av teim, milliónir ei hava mat og heim.
Hagin eigur nógv sum grør, alt so vakurt er, beiggi mín í báti rør ský um himmal fer. ský um himmal fer.
Geri mær ein lítlan bil, her eg siti sjálv, róðrið er einsummardá, krákuber til hjól krákuber til hjól.
Nummarplátan er eitt blað, takið er bert gras, so er tað motorurin, nei, tað er bert fjas nei, tað er bert fjas.
Lyktir eru sóljur tvær, skína bjart og gult. Skína, sjálvt tá regnið er fáa seg ei dult fáa seg ei dult.
Síðuspeglið er ein urt, eg ei kenni til. Skuldi kanska pápa spurt, um hann hjálpa vil um hann hjálpa vil.
Átta ár,tað eri eg eigi fínan bil. Sólin kínur enninum, gott at vera til gott at vera til.
Jeg elsker at side alene/Vennesang Musik & Tekst: Benny Andersen
Jeg elsker at side alene, og drømme og fantasere, men har jeg været længe nok alene, vil jeg ikke vær´ alene mere, så er det godt at ha’ en rigtig ven, og ha’ nogen at snakke med igen. En man kan dele sine drømme med, lege eller danse eller svømme med, det er rart at være alene – men det er bedst at ha’ en ven!
Det er dejligt at vandre alene, og kigge på blomster og bier, og på fugle der sidder på grene, men så er der nog´t i mig der siger: Nu er det godt at ha’ en rigtig ven og ha’ nogen at snakke med igen. Enten en med bukser eller kjole på, bare der er en man kan stole på. det er rart at være alene – men det er bedst at ha’ en ven.
Jeg tænker hemmelige tanker, som andre slet ikke aner. For kun en ven skal man fortælle, sine hemmelige planer. Så er det godt at ha’ en rigtig ven og ha’ nogen at betro sig til igen. Du kan være tynd – eller tem’lig fed, bare du kan holde på en hem´lighed. det er rart at være alene – men det er bedst at ha’ en ven.
Jeg elsker at lege alene og tegne og modellere. men har jeg leget længe nok alene, så vil jeg ikke leg´ alene mere. Så er det godt at ha’ en rigtig ven og ha’ nogen at lege med igen. Én man kan hoppe eller gynge med, én man kan grine eller synge med. Det er rart at være alene – men det er bedst at ha’ en VEN!
V19 & V20 (9.-20. mai 2022)
705 Mána og sól, veður og vind og blómur og børn skapaði Guð. Himin og jørð alt eigur hann. Harranum vilja vit takka. Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Jesus, á fold livdi sítt lív og doyði for oss, livir í dag, ja, hann er her, ja, hann er her. Harranum vilja vit takka. Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Andi tín, Guð, uggari vár, so livandi er, ber okkum boð gjøgnum øll ár um tína náð. Harranum vilja vit takka. Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Tað finst ein fragd í hvørji urt Í øllum tí sum følnar burt Har hoyrist ljóð av fugla ferð Ið sigur einki ævigt er
Tað finnast orð í mannahuld Ið siga tær (ter) alt gerst til mold Sum náttamyrkur alt goyma man Tí ikki undan tí tú sleppa kann
Men um eg (je) síggi ein lítlan fugl Sum flýgur langt á gyltum veingjum Tá taki eg (je) hann Við mínum hondum
So kanska syngur tú ein sang Um himlahválvu, fjørð og ong Um smølu stovu og villan veg Og trygga havn at hvíla seg
Men um eg (je) síggi ein lítlan fugl Sum flýgur langt á gyltum veingjum Tá taki eg (je) hann Við mínum hondum
So førur vindur teg avstað Tá minni um teg er fest á blað Har finnist troyst, har finnist ein havn Til tey vit sakna, ja, hvørt eitt navn

V18 (2.-6. mai 2022)
555 Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð, og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.
Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong, til dagsins yrki fer hann nú so lættur, og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong, hann vitjar til ungar sínar aftur.
Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund, í Harrans hond so søtt eg havi sovið. Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund; við songi eg Guði mínum lovi.
Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð, mær givið evni til títt verk at skoða; fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út, nú sólin í fjøll og líð man roða.
Símun av Skarði 1907. Lag: Sl. 250.
Lítli fuglur
Sig mær lítli fuglur, hví flýgur tú so seint, hvat er tað, sum feilar, hvat hevur teg nú meint, hví ert tú so svartur, har ið hvíta dúnið var, sig mær lítli fuglur, hvat er hent við tær?
Jú nú í morgun, eg fleyg mær ein túr, út yvir havið, eg lá upp á lúr eftir eini sild, ella hvat ið har nú var, at hava heim við til pisurnar hjá mær.
Tá fongurin var fingin, mót landi vendi eg, tá møðin meg nívdi, á sjógv eg setti meg, fyrst tá rakti eg við, men tá var ov seint hjá mær, at havið var dálkað og spilt í olju var.
Í evjuni eg stríddist, eg mátti sleppa heim til mínar svongu pisur og føði geva teim. Eg vann til síðst, men visti, at nú deyðadømd eg var, eg veit ei, um eg vinni heim til pisurnar hjá mær.
Høvdu vit tó kunnað lært um henda sorgarleik, um henda lítla fuglin, ið ei ungar sínar sveik. Flest øll vita um tað, men støðan versnar dag um dag, vit halda á at dálka, líka blind og líka glað.
Orð og lag: Anfinn T. Nielsen
1 Bottle of Pop
1 bottle of pop, 2 bottles of pop, 3 bottles of pop, 4 bottles of pop, 5 bottles of pop, 6 bottles of pop, 7 bottles of pop, pop!
Don’t throw your trash in my backyard, my backyard, my backyard, Don’t throw your trash in my backyard, My backyard’s full.
Fish and chips and vinegar, vinegar, vinegar, Fish and chips and vinegar, Pepper, pepper, pepper, pop!
trad. USA
V17 (26. – 29. apríl 2022)
544 Tíðin rennur sum streymur í á, títt munnu bylgjurnar falla; lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla.
Hvør ein løta og hvør ein stund at stóra fossinum dregur; treingist mítt hjarta, tyngist mín lund, hvar er úr neyðini vegur?
Hvør hevur vinur vilja og mátt at bjarga mær til landa? Allir teir eru á líkan hátt staddir sum eg í vanda.
Ein hevur vinurin vilja og mátt at bjarga mær frá grandi; Jesus kann føra mín lítla bát trygt at himnasandi.
Tíðin rennur sum streymur í á fram í Harrans navni! Lítlum báti eri eg á, – himnastrond fyri stavni.
Fr. Petersen 1892. Lag: Sl. 332 a og b.
Eitt dýpi av dýrari tíð Eivør og Føroya Symfoni Orkestur
Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim!
H. Agerbek um 1850. Símun av Skarði. Lag: Sl. 188.
Sólin skínur á bláan sjógv og skyggir í brúnum tara, har marflugur renna av handahógv í ringrás um hvørja aðra. Skrubban fram eftir botni fer og blæsur til ymsar síður. Ein njarðavøttur í skølingum er, meðan hann vattleysur skríður.
Ein jomfrú situr so hummarreyð og flættar sær einar flættur, tá knappliga sjónotan fer í sjey og hvørvur í allar ættir. Og ternumurtar og kombikk smá smúgva sær inn millum taran, har krabbin situr við gággu á og heldur, at eingin sær hann.
Har svimur nógv og har skríður mangt bæði av einum og øðrum – sumt verður etið, og sumt er svangt, tað doyr so í øllum førum. Sólin skínur á hvítan sand og skyggir í brúnum tara, sum aldurnar skola uppá land, áðrenn tær útaftur fara.
Hine ma tov uma nayim shevet achim gam yachad. Hine ma tov uma nayim shevet achim gam yachad.
Hine ma tov shevet achim gam yachad. Hine ma tov shevet achim gam yachad.
V14 (4. – 8. apríl 2022)
211 Páskablóma, hvat vilt tú? Urt úr bygdablómugarði uttan anga, skreyt og skrúð, hvørjum ert tú gestur kæri? Heldur tú, at nakar fær hug at goyma teg hjá sær? Torir skald um teg at røða, fuglurin um teg at kvøða?
Ei tann lýggja summardag nældi tú, har blómur pranga, ei sum liljan silvurblað fekst tú og sum rósan anga. Men tá vetraródn er hørð, sprettur tú úr køldu jørð, gleðir einans tann, ið skoðar teg og minnist tað, tú boðar.
Páskablóma, sig mær satt: hava nakað vit at týða? Hava vit nú boðað rætt? Kunnu deyð av grøvum stíga? Reis hann upp, sum boðað er? Rísa orð hans aftur her? Sprettir so av gulum beði lívið fram á páskadegi?
Kunnu deyð ei rísa hátt, einki hava vit at týða, følna skulu vit tá brátt, ongan urtagarð vit prýða – undir torvu gloymd og fjald. Men fær megin dulda vald, bræðist, stoytist vaksið fína, skal sum ljós á grøvum skína.
Páskablóma! megin sterk er í tínum gula horni, og sum við eitt undurverk leskist eg á páskamorgni. Morgunsól og fuglamál drakk eg mær úr tíni skál; deyðir vakna, eg man skoða teir í páskamorgunroða.
Ja, so satt tú sigur tað! Frelsarin reis upp av deyða! Tí er langafríggjadag vón um páskamorgun reyða: Kappin ein av øllum ber, grøv og svørð ei muna her – dumba bert, tá hann vil anda, hann, sum bjarging gav úr vanda.
Grundtvig 1817. Axel Tórgarð 1960. Lag: Sl. 278.
Gentur og dreingir
Gentur Dreingir, teir eru droyir. Dreingir gera fortreð. Teir eru nakrar boyur, og teir bara arga, og teir kitla meg.
Dreingir Gentur, tær eru veikar. Grenja og gráta so lætt. Gentur mussa sjeikar og halda altíð, tað er´ tær, sum hava rætt.
Øll Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Gentur Fótbóltur er til tey býttu. Sveitti, bardagi, skrál Tað er til onga nyttu, at onkur sparkar eina kúlu í eitt mál.
Dreingir Fótbóltur, tað er tað besta! Ítróttur er nummar eitt! Spenntir, so vit næstan bresta, tá ið vit sparka, krússa – á, sum tað er feitt!
Øll Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken!
Gentur Best er at hoppa lastikk. Enna og hoppa band. Tað er heilt fantastiskt at spæla diskotek og dansa kulan dans.
Dreingir Hvør tímir at hoppa lastikk. Sóritt tápuligt fjas. Ger´ heldur okkurt praktiskt: smíða smáttur, fanga kombikk í eitt glas.
Øll Tað er nakað roks! Rópið nú í flokk: Gentur, dreingir vinir í senn. Spælið saman Barbie og Ken
19 Nú takkið Guði øll við hjarta, munni, hendi, sum signing sína oss frá móðurlívi sendi; alt tað, sum her í verð oss fyri neyðum var, og barnakor við Krist’ hans miskunn at oss bar.
Hin góði, ríki Guð oss ævi vára fái lív, gleði, treyst og frið og signing, lívd og náði, hann hjálpi oss hvønn dag í náðini at stá og náðiløn hjá sær um tíð og ævi fá.
Lov veri, prís og dýrd tær faðir, syni, anda, tríeinur Guð tú ert, ið bjargar oss úr vanda; eyðmjúkiliga tær vit bera lovsong nú, so veiti tú oss styrk, grundfest tú vára trú.
M. Rinckart 1636. Danskur 1740. G. Bruun. Lag: Sl. 253 a, b og c.
Vinir
Eg bleiv so glað í morgun, tá ið eg kom út, tú stóðst og bíðaði uttanfyri portrið. Tú smíltist, og eg visti beinanveg, vit vóru vinir aftur, tú og eg.
Vit klandraðust í gjár, og tá lovaði eg, eg skuldi aldrin tosa afturvið teg. Nú súkkla vit í skúla, og tað er so gott. Vit eru vinir aftur, tú og eg.
Tú segði, at eg altíð var so ráðarík. Eg segði, at tú vart ein grenjisurra. Tá tókst tú bóltin, rýmdi beinanveg, og eg fór heim, eg var í øðini.
Eg stongdi hurðina í mínum kamari, og eg var bara inni allan dagin. Um kvøldið fekk eg sms frá tær: Tú ert tann besti vinurin hjá mær.
Vit klandraðust í gjár, og tá lovaði eg, eg skuldi aldrin tosa afturvið teg. Nú súkkla vit í skúla, og tað er so gott. Vit eru vinir aftur, tú og eg.
Vit fara heim til mín at gera skúlating, tú dugir nógv betri enn eg at rokna! So spæla vit eitt spæl á telduni og baka vaflur, tí tað dugi eg.
/: Vit klandraðust í gjár, og tá lovaði eg, eg skuldi aldrin tosa afturvið teg. Nú súkkla vit í skúla, og tað er so gott. Vit eru vinir aftur, tú og eg. :/
Enskur sangur:
All night, all day, angels wathcing over me, my Lord. All night, all day, angels watching over me.
Day is dyin´ in the west. Angels watching over me, my Lord. Sleep my child, and take your rest. Angels watching over me.
All night, all day, angels wathcing over me, my Lord. All night, all day, angels watching over me.
Now I lay me down to sleep. Angels watching over me, my Lord. Pray the Lord my soul to keep. Angels watching over me.
All night, all day, angels wathcing over me, my Lord. All night, all day, angels watching over me.
If I die before I wake, Angels watching over me, my Lord. Pray the Lord my soul to take. Angels watching over me.
All night, all day, angels wathcing over me, my Lord. All night, all day, angels watching over me.
680 Eingilin við ljósi fer út um himnagrindir, undan glæmuni, hann ber, flýggja náttarinnar skuggamyndir.
Sólin sum Guðs eyga so sær um heimin víða, sí! Guðs egna sendiboð sæst á gyltu skýggjunum at ríða.
Eingilin um alla verð glæmu Guðs vil breiða, kápan, sum av gulli er, fevnir alt, á foldum lív man eiga.
Sól sær inn í høgu høll inn í smáttu hyggur, vitjar stór og smá og øll, kyssir barnið, sum í vøggu liggur.
Okkum eingil fevna vil, er av himni sendur, okkum við hann smílist til, og í eygum himnaglæman stendur.
Øll vit eru Guði kær, ongan frá sær koyrir, er í sólarglæmu nær, og tann fróa morgunsongin hoyrir.
Føroyskur sangur
Útlendskur sangur
[Intro] Ih-Ih-Ih-Ih-I-i-i-ih ma-ma-we Ih-Ih-Ih-Ih-I-i-i-ih ma-ma-we Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej og Vimmersvej
Helt deroppe på Vimmersvej Der bor en dejlig steg Hun går rundt der helt uden bukser Lige noget for mig – hep-hep!
Hu-u-un går rundt med numsen bar – Hurra Hu-u-un går rundt med numsen bar – Hurra
Hver dag jeg kommer hjem fra skole Går jeg hen forbi For at se om hun stadig er der Det er kun fordi – hep-hep!
Hu-u-un går rundt med numsen bar – Hurra Hu-u-un går rundt med numsen bar – Hurra
Helt deroppe på Vimmersvej Der bor en dejlig steg Hun går rundt der helt uden bukser Lige noget for mig – hep-hep!
Hu-u-un går rundt med numsen bar – Hurra Hu-u-un går rundt med numsen bar – Hurra
Ging Gang Goolee, Goolee, Goolee, Goolee Watcha Ging Gang Goo Ging Gang Goo Ging Gang Goolee, Goolee, Goolee, Goolee Watcha Ging Gang Goo Ging Gang Goo
Eitt tvey sjeytifimm seks sjey, sjeytifimm seks sjey, sjeytifimm seks sjey. Eitt tvey sjeytifimm seks sjey, sjeytifimm seks sjey, sjeytitrý! Eitthundraðogsjey eitthundraðogtrý eitthundraðogtvey, eitthundraðogsjey seks nítjan tjúgusjey. Seytjan átjan sekstan fimtan, trettan nítjan fjúrtan seytjan. Nítjan sekstan fimtan ellivu, átta fýratisjey! Hey!
Vallarin heim i garðin fór, at dansa úti Torkil fyri honum stóð. og væl er mær ansað her vil eg á gólvið fram at dansa, tó at tú vilt mær lív í vá’, og væl er mær ansað.
»Hoyr tað, vallarin, eg tali til tín, sást tú Katrin, dóttir mín’?«
»Já, fullvæl eg hana sá: í Mariu kirkju var hon ígjár.
Torkil, Torkil, læna mær hús, eg eri mær so sára sjúk’!«
»Húsini eru til reiði, um vallarar vóru fleiri.«
»Ása lítla, tendra ljós, vallarin er til seingjar fús!«
Ása gongur til seingjar, reiðir undir sjúkum dreingi.
»Ása lítla, sov hjá mær, silkserkin gevi eg tær!«
»Lat meg fyrst tann serkin sjá, síðan skal eg tær sova hjá.«
Tá ið hon tann serkin sá, systur merki kendi hon á.
»Ása lítla, sov hjá mær, møttulin bláa gevi eg tær!«
»Lat meg fyrst tann møttulin sjá,síðan skal eg tær sova hjá.«
Tá ið hon tann møttulin sá, systur merki kendi hon á.
»Ása lítla, sov hjá mær, eina gullkrúnu gevi eg tær!«
»Lat meg fyrst ta gullkrúnu sjá, síðan skal eg tær sova hjá.«
Tá ið hon ta gullkrúnu sá, systur merki kendi hon á.
Ása smeldi hurðar í gátt: »Vallari, hav nú góða nátt!«
Ása gongur for faðir sín: »Vallarin’ dripið dóttur tína.«
»Hvør torir mær tey boð at bera? ella hvør tordi tann gerning at gera?«
»Eg tori tær tey boð at bera, vallarin tordi tann gerning gera.«
Torkil heitir á sveina tvá: »Gangið á skóg og kyndið bál!
Gangið á skóg og kyndið bál! har skal vallarin brenna á.«
Tað var um eina morguntíð, vallarin brann í grønari líð.
Tað var um eina morgunstund, vallarin brann á grønari grund.
V5 (31.01.-04.02.2022)
558 Faðir, fylg mær henda dag, vend til tín mítt sinnalag, troystaríka trúgv mær gev, glaðan hug til dagsins strev; villist eg, so vís mær slóð, goym øll míni heil og góð, Faðir, signa land og tjóð!
Katrin gongur í rossahús, at dansa har loysir hon tann gangara út. og væl er mær ansað her vil eg á gólvið fram at dansa, tó at tú vilt mær lív í vá’, og væl er mær ansað.
Hon loysir út ein, hon loysir út tvá, tann besta legði hon saðil á.
Har var eingin knektur hjá, sjálv legði Katrin boygslið á.
Har var eingin knektur i lund, sjálv legði Katrin boygslið í munn.
Katrin reið eftir gøtuni fram, tað glumdi sum hennara gangari rann.
Tá ið hon kom har suður í líð, møtti henni vallarar trír.
Tá hon kom har skamt ífrá, møtti henni vallarar tvá.
Tá hon kom har mitt á leið, møtti henni vallari ein.
»Hoyr tú, Katrin, eg tali til tín, vil tú vera mítt kvøldarvív?
Hvat vilt tú láta títt unga lív, heldur enn verða mítt kvøldarvív?«
»Fyrr vil eg láta mítt unga lív, heldur enn verða títt kvøldarvív.«
Vallarin sínum svørði brá, hann hjó Katrina i luti tvá.
Har sum hennara blóðið dreiv, tendraðist ljós á hvørjari leið.
Har sum hennara høvdið lá, sprakk ein kelda við heiluvág.
Har sum hennara bulurin lá, reistist ein kirkja við krossi á.
V4 (24.-28.01.2022)
349 Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim!
H. Agerbek um 1850. Símun av Skarði. Lag: Sl. 188.
Mær hóvar blómur mær hóvar summardá mær hóvar sóljur mær hóvar heyggjarnar mær hóvar grúgvuna tá ið sól er sett.
:/ Rum-di-di-a-di, rum-di-di-a-di. /:
Torkil eigur sær døtur tvær, at dansa leingi á morgni svóvu tær og væl er mær ansað her vil eg á gólvið fram at dansa, tó at tú vilt mær lív í vá’, og væl er mær ansað.
Tær sova sær so leingi, til sólin skín á seingir.
Tær sova sær so leingi á dag, til sólin skín á seingjarstað.
Torkil gongur til búðar, vekir upp døtur prúðar.
»Statt upp, Katrin dóttir mín, kirkjumaður bíðar tin!«
»Vil hann ikki bíða, bið hann undan ríða!«
Katrin setist á seingir, klæðist væl og leingi.
Hon fór i ein silkiserk, níggju moyggja handaverk.
Uttan yvir møttulin blá, gull eftir hvørjum seymi lá.
Katrin setist á songarstokk, hon fór í ein skarlakssokk.
Skarlakssokk við búgvin skó, hvítar hendur í vatni tvó.
Hon tók til sín góða gullkamb, kembur sítt hár við silkiband.
Kembur sítt hár við silki smá, gullkrúnu setir hon omaná.
V3 (17.-21.01.2022)
82 Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold, varð ljósið úr erva birt upp á fold. Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Páskamorgun, tá Krist reis úr grøv, tá sigraði lívið um lond og høv. Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Hvítusunnu tá var tað so brátt, at andin gav veraldar veikleika mátt. Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Harrans ár, ið ger hjørtuni glað, nú ber okkum gleði hvønn Harrans dag. Vælkomið nýar! Væl vær fagnum tær.
Gamal danskur sálmur. Grundtvig 1849. G. Bruun. Lag: Sl. 361.
532 Ver vælkomið, Harrans ár, fegin fagna vit tær! Sannleiks Guð, lat títt heilaga orð vera ljósið og lívið hjá okkum í norð! Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
Ver vælkomið, Harrans ár, fegin fagna vit tær! Náðar Guð, lat títt sólskin í vár oss veita á markini grøði í ár! Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
Ver vælkomið, Harrans ár, fegin fagna vit tær! Friðar Guð, gevi landinum við til framgongd og bata tín lívssæla frið! Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
Ver vælkomið, Harrans ár, fegin fagna vit tær! Faðir-Guð, oss til gleði og gagn lat nýárið líða í Jesu navn! Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá, so skirvið var beðið, har frelsarin lá. Men stjørnan á himni, so vøkur og von, ber kvøðu til nýfødda lítla Guds son.
Og einglarnir syngja hitt heilaga lag, og náttin hon hvørvur og verður til dag. Nú myrkrið er farið, og ljóst er í lon, vær tøkkum tí harra, sum gav oss sín son.
At lívbjarga okkum úr vanda og neyð, so vit kunnu liva, tá vit eru deyð. Eg síggi, hann smírist bak stjarnanna fjøld, Har savnar hann børn síni øld eftir øld.
495 Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái. Ríka troyst til stirda sál og ond! Hví nú stúra? Lít á Harrans náði, alt jú hvílir í Guðs Faðirs hond. Hann, sum alt mítt ber í faðirbarmi, hvønn ein dag á fold mær senda vil partin mín av frøi og av harmi, sum eg júst man treingja til.
Hann mær nær vil allar dagar vera veita náði mær til hvørja tíð, hvørja tunga stúran hann vil bera. «Kraft og ráð», so eru orð hans blíð. Hann vil verja hvørt eitt barn sítt kæra, metta sálir við sítt náðiborð. »Sum tín dagur skal tín styrki vera«* so hans lyftiríku orð.
Hjálp mær tá at líta trygt við vissu bert á tíni lyfti, Harri kær, so ei trúar djúpa frið eg missi, sum títt orð bar mínum hjarta nær! Vil í lund mær stúran taka ráðið, veit mær styrk av tíni faðirhond; bert ein dag, eitt bil í senn eg fái, takkar stillan eyðmjúk ond!
5 Mós 33,25. Lina Sandell 1865. J. Nolsøe. Lag: Sl. 21.
Guð, ger meg til eitt lítið ljós um lívsins stutta skeið; sum hjálpir teim á rætta kós, ið viltust burt av leið.
Guð, ger meg til eitt blomstur blítt, sum brosar øllum mót, sum tekur bæði kalt og lýtt við tol á síni rót.
Guð, ger meg til eitt signað lag, sum lívgar hug og sál, sum birtir sól og summardag og doyvir storm og bál.
Guð, ger meg til ein sterkan stav at styðja veikar væl, hjálp, at tað ljós, sum tú mær gav, eg nýti, sum eg skal.
Guð, ger mær lyndi reint og ljóst við halgum sálmalag at bera troyst í stúrin bróst og gera syrgin glað.
Matthías Jochumsson. Mikkjal á Ryggi. Lag: Sl. 92.
Meistari Jakob
Ísland: Meistari Jakob, meistari Jakob, sefur þú, sefur þú? Hvað slær klukkan, hvað slær klukkan? Hún slær þrjú, hún slær þrjú.
Føroyar: Sov ei longur, sov ei longur Bróðir Jón, bróðir Jón! Morgunklokkur ringja, morgunklokkur ringja, Ding, ding, dong, ding, ding, dong!
Danmark: Mester Jacob, mester Jacob, sover du, sover du? Hører du ej klokken, hører du ej klokken? Bim bam bum, bim bam bum!
Svøríki: Broder Jakob, broder Jakob sover du, sover du? Ring til ottesången, ring til ottesången, Bing bang bång, bing bang bång.
Finnland: Jaakko kulta, Jaakko kulta, herää jo, herää jo! Kellojasi soita, kellojasi soita. Pim, pam, pom, pim, pam, pom!
England: Are you sleeping, are you sleeping, brother John, brother John? Morning bells are ringing, morning bells are ringing Ding dang dong, ding dang dong!
Týskland: Bruder Jakob, Bruder Jakob Schläfst du noch, schläfst du noch? Hörst du nicht die Glocken, hörst du nicht die Glocken Ding, ding, dong, ding, ding, dong.
Frakland: Frère Jacques, frère Jacques Dormez-vous, dormez-vous Sonnez les matines, sonnez les matines, Din, din, don, din, din, don!
V43 (25.-29.10.21)
69 Jesus, kom og ver hjá mær, aldri lat meg sleppa tær, tak í mínum hjarta búgv, gev mær vón og gev mær trúgv.
Allur hugur er til tín, eina tú ert gleði mín; ongan kennir sinnið frið uttan tann, tú kemur við.
Verøld eigur einki ráð, ið kann stilla hjartans trá; men um tú mær verður nær, hjartað alla sælu fær.
Johan Scheffler 1657. J. Dahl 1914. Lag: sum Sl. 180.
Fyri allar gávur lær at siga takk Mong tey klaga um veður og vind. Onnur klaga um klæðir og mat. Men eg vil ikki vera ein av teim, milliónir ei hava mat og heim.
Fyri allar gávur lær at siga takk. Fyri allar gávur lær at siga takk. Mong droyma bert um tað, sum vit njóta dag um dag. Fyri allar gávur lær at siga takk.
Mong tey klaga um útsjónd og vekt. Onnur klaga um arbeiði og løn. Men eg vil ikki vera ein av teim, milliónir ei hava mat og heim.
Fyri allar gávur lær at siga takk. Fyri allar gávur lær at siga takk. Mong droyma bert um tað, sum vit njóta dag um dag. Fyri allar gávur lær at siga takk.
Orð og lag: Arne Høglund Týtt: Hanus Hansen
Cockles and mussels In Dublin’s fair city, Where the girls are so pretty, I first set my eyes on sweet Molly Malone, As she pushed her wheelbarrow Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
Now she was a fishmonger, And sure t’was no wonder, For so were her mother and father before. And they each wheeled their barrow, Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
She died from a fever, And no-one could save her, And that was the end of sweet Molly Malone. Now her ghost wheels her barrow, Through streets broad and narrow, Crying, “Cockles and mussels, alive, alive oh”!
19 Nú takkið Guði øll við hjarta, munni, hendi, sum signing sína oss frá móðurlívi sendi; alt tað, sum her í verð oss fyri neyðum var, og barnakor við Krist’ hans miskunn at oss bar.
2. Hin góði, ríki Guð oss ævi vára fái lív, gleði, treyst og frið og signing, lívd og náði, hann hjálpi oss hvønn dag í náðini at stá og náðiløn hjá sær um tíð og ævi fá.
3. Lov veri, prís og dýrd tær faðir, syni, anda, tríeinur Guð tú ert, ið bjargar oss úr vanda; eyðmjúkiliga tær vit bera lovsong nú, so veiti tú oss styrk, grundfest tú vára trú. M. Rinckart 1636. Danskur 1740. G. Bruun.Lag: Sl. 253 a, b og c.
Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum, Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum, eg minnist tað, sum tað var í gjár, Grækaris fylti 30 ár, hann feldi 179 tár, tí, á høvdinum var ikki eitt tað einasta hár, Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum, Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum. /:Hvussu kann hann hava ein hava á høvdinum, hava á høvdinum, hava á høvdinum:/
Grækaris vildi ikki hava einki hár, so hann setti seg at hugsa í fleiri, fleiri ár hann hugsaði so leingi, at heilin bleyv til mold, hann hugsaði hansara heila til mold, upp úr heilanum úr mold vaks grasið grønt, á høvdinum hjá Grækarisi grasið grønt har eru trøð og blómur og eisini dýr, á høvdinum hjá Grækarisi standa fleiri kýr /:Hvussu kann ein kúgv standa á høvdinum, standa á høvdinum, standa á høvdinum:/
Brúka høvdið hugsa teg um, kúgvin stendur á beinunum, dýrini standa á beinunum, í havanum á høvdinum hjá Grækaris Grashøvd, Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum /:Eg vil eisini hava ein hava á høvdinum, hava á høvdinum, hava á høvdinum:/
Per spelmann, han hadde ei einaste ku, Per spelmann, han hadde ei einaste ku, Han bytta bort kua, fekk fela igjen Han bytta bort kua, fekk fela igjen “Du gamle go’e fiolin, du fiolin, Du fela mi!”
Per spelmann, han spelta, Aa fela hu laat! Per spelmann, han spelta, Aa fela hu laat! Saa gutterne dansa’, Aa jenterne graat. Saa gutterne dansa’, Aa jenterne graat. “Du gamle go’e fiolin, du fiolin, Du fela mi!”
Aa um eg vert gammal Som mose paa tre, Aa um eg vert gammal Som mose paa tre, Saa aldrig eg bytta burt Fela i fe. Saa aldrig eg bytta burt Fela i fe. “Du gamle go’e fiolin, du fiolin, Du fela mi!”
V39 (27.09.-01.10.2021)
349 Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim!
H. Agerbek um 1850. Símun av Skarði. Lag: Sl. 188.
C G F C Dunnuungin Pætur Johannes Mikal C G E Am royndi at svølgja ein grindahval, D G tí at hann var so svangur, F G C G men hvalurin var ov langur.
Hvalurin upp úr sjónum sprakk, og Pætur Johannes Mikal hann hvakk so illa at hann misti takið og doyði í berum raki.
Gvagg, gvagg, gvagg…
Come back Liza
Every time I’m away from Liza Water come to me eye Every time I’m away from Liza Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
I remember when love was new Water come to me eye There was one, but now there’s two Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
When the evening starts to fall Water come to me eye I need to hear my Liza’s call Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
Standing there in the marketplace Water come to me eye Soon I’ll feel her warm embrace Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
In the shadow I stand a while Water come to me eye Soon I’ll see my Liza’s smile Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
V38 (20.-24.09.2021)
558 Glyvra kirkja Faðir, fylg mær henda dag, vend til tín mítt sinnalag, troystaríka trúgv mær gev, glaðan hug til dagsins strev; villist eg, so vís mær slóð, goym øll míni heil og góð, Faðir, signa land og tjóð!
Mikkjal á Ryggi. Lag: sum Sl. 219.
Syngja sama lag
Um eg nú seti meg hjá tær, vilt tú so syngja fyri mær, tí mær leingist so at hoyra teg, siga tú enn elskar meg.
Ongantíð tú sigur meir, kom babba góði balla meg sig mær eina søgu og signa meg, Jesuspápi verjir teg og einglar teir.
Hjarta mínum leingist so at finna inn til tín, lítli eingil mín syng fyri mær sig mær títt goymistað, so eg kann finna inn skilja tínar tankar, sig mær, hví tú goymir teg eg vil so fegin tað, at tú og eg vit syngja sama lag.
Babba kom og set teg her, og eg skal syngja fyri tær um eitt lítið hjarta, sum er mær nær, eingin er sum tú í hesi verð.
Í huga mínum altíð tú, so tá eg tekni, tekni eg lítla heita hjarta, sum lærir meg, og vita skalt tú, at eg elski teg.
Hjarta mínum leingist so at finna inn til tín, lítli eingil mín syng fyri mær sig mær títt goymistað, so eg kann finna inn skilja tínar tankar, sig mær, hví tú goymir teg eg vil so fegin tað, at tú og eg vit syngja sama lag.
391 Minst til at biðja Faðirvár, minst til at signa teg; tá sendir Harrin eingil sín at hjálpa tær á veg.
2. Og Harrans góðska fylgir tær, ið hvar tín fótur fer, og eingilin við tína lið tær altíð góður er.
3. Á songarstokki situr hann og signar svøvnin tín; hann gevur tær ein ljósan dreym og leiku fríð og fín.
4. Og grætur tú, hann kínir tær og turkar tíni tár – tí skalt tú altíð signa teg og biðja Faðirvár.
H.A. Djurhuus. Lag: sum Sl. 254.
Burtur á heiði
Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur, har vaksa brobber, har veksur lyngur, har er korki og javni. Har er tað, menninir torvið skera, og konufólkini tað burtur bera. Hevur tú verið har, navni?
Har veit eg eitt so lítið reiður; fýra ungar fuglurin eigur, teir eru naknir og smáir, djúpt í reiðrið teir bora seg niður, tá ið teir vaksa, pápi mín sigur, gerast teir brúnir og gráir.
Burtur á heiði neytini ganga – har er ein tarvur, ið vanur er at stanga, hann er reyður og hvítur. Øll ræðast hann uttan pápi og Pætur, ið mangan hevur havt á honum fatur og eigur hundin, ið bítur.
Og ein lítlan putt, sum eg eigi, hann skal eg hava burtur á heiði, líka sum menninir plaga; so torir tarvurin einki at gera. Vilt tú við mær í ferðini vera, navni mín, burtur í haga?
Hine ma tov uma nayim shevet achim gam yachad. Hine ma tov uma nayim shevet achim gam yachad.
Hine ma tov shevet achim gam yachad. Hine ma tov shevet achim gam yachad.
V24 (14.-18.06.2021)
390 Himnafaðir vár, vit biðja: Heilagt verði navnið títt, til oss komi, verði friðað ríkið títt so stórt og frítt
Verði vilji tín, Guð faðir, sum í himli so á jørð, gev oss dagligt breyð hvønn dagin, metta øll, sum sita sør.
Fyrigev tú skuldir várar, góði Faðir, gev tín frið, tá ið granni okkum sárar, glað vit fyrigeva við.
Lat ei freisting okkum villa syndaløtt vit eru øll – halt tú okkum frá tí illa, lat oss standa stinn sum fjøll.
Sterki Guð, tú okkum leiðir, ríki tínum valdar tú, heiðurin tú ævigt eigur, amen, prís tær veri nú!
Matt 6,9 Gunnar Dahl-Olsen úr donskum. Lag: Sl. 138.
Hvis der sidder en gorilla i dit cykelskur, ska’ du bare ta’ det roligt, den bli’r ikke sur, når den får et par bananer og en cykeltur.
Hvis der ligger en løve på dit skrivebord, ska’ du ikke løbe ud og si’ det te’ din mor. Når du klapper den på ryggen, gør den ikke spor.
V23 (7.-11.6.2021) Sálmarnir eru til summarguðstænastuna.
555 Nú skínur sólin bjarta
Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð, og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.
Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong, til dagsins yrki fer hann nú so lættur, og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong, hann vitjar til ungar sínar aftur.
Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund, í Harrans hond so søtt eg havi sovið. Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund; við songi eg Guði mínum lovi.
Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð, mær givið evni til títt verk at skoða; fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út, nú sólin í fjøll og líð man roða.
Símun av Skarði 1907. Lag: Sl. 250.
705 Mána og sól
Mána og sól, veður og vind og blómur og børn skapaði Guð. Himin og jørð alt eigur hann, Harranum vilja vit takka. Harri, vit takka tær, Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Jesus á fold livdi sítt lív og doyði for oss, livir í dag, ja, hann er her, ja, hann er her, Harranum vilja vit takka. Harri, vit takka tær. Harri vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Andi tín, Guð, uggari vár, so livandi er, ber okkum boð gjøgnum øll ár um tína náð. Harranum vilja vit takka. Harri, vit takka tær, Harri vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Ongum er so trygt at fara sum Guðs lítla barnaskara, fugli ei í leyvi fjøldum, stjørnu ei í himnatjøldum.
Harrin er á Sions fjøllum vernd og skjøldur fólki øllum, vil teim miskunnsamur vera og á faðirørmum bera.
Eingin eydna, eingin vandi slíta av skal barnabandið. Hann sum vinur ber av øðrum, veit um alt í øllum førum.
Hann øll hár á høvdi telur, hann hvørt tár úr eyga fjelur, okkum føðir, okkum klæðir, gleðir, um so sorgin bagir.
Hvat hann tekur, hvat hann gevur, faðirs hjartalag hann hevur, og hans vilji er hin sami: barnsins sanna gagn og frami.
Væl tær veri, lítla skara, Jákups Guð teg væl skal varða; honum, sum fekk megi alla, fíggindar til jarðar falla.
Og tá her er farin dagur, neyð er lokin, tagna klagur, børn øll síni rødd hans kallar heim til gleði ævir allar.
Lina Sandell 1856. J. Dahl 1937. Lag: Sl. 268.
522 Guð ger meg til eitt lítið ljós
Guð, ger meg til eitt lítið ljós um lívsins stutta skeið; sum hjálpir teim á rætta kós, ið viltust burt av leið.
Guð, ger meg til eitt blomstur blítt, sum brosar øllum mót, sum tekur bæði kalt og lýtt við tol á síni rót.
Guð, ger meg til eitt signað lag, sum lívgar hug og sál, sum birtir sól og summardag og doyvir storm og bál.
Guð, ger meg til ein sterkan stav at styðja veikar væl, hjálp, at tað ljós, sum tú mær gav, eg nýti, sum eg skal.
Guð, ger mær lyndi reint og ljóst við halgum sálmalag at bera troyst í stúrin bróst og gera syrgin glað.
Matthías Jochumsson. Mikkjal á Ryggi. Lag: Sl. 92.
Vinir eru reyða gull
Øllum tørvar vinarbond Gott at hava vin í nánd Ein ið aldrin sigur nei Ein ið fylgir tær á leið Vinir lýsa upp tín dag Vilja verja teg Deila tínar dreymar Og gloyma sjálvan seg
Vinir eru reyðagull Uttan teir fert tú á rull Vinir eru reyðagull Á ja, á ja
Tømið eina vinarskál Leskið tykkar sinn og sál Um so eydnan flýggjar burt frá tær Vinurin er altíð har
Rættir vinir fylgja við Eru altíð tær við lið Vinir kanst tú líta á Tá øll onnur falla frá Tá tær tørvar frið í sál Tiga teir við tær Vinir eru har í ódn Og tá sólin sær
Vinir eru reyðagull Uttan teir fert tú á rull Vinir eru reyðagull Á ja, á ja
Tømið eina vinarskál Leskið tykkar sinn og sál Um so eydnan flýggjar burt frá tær Vinurin er altíð har
Og tá tín fótur snávar á Og tín megi horvin er Tá er vinur tín tær hjá Hann teg fram á vegnum ber
Vinir eru reyðagull Uttan teir fert tú á rull Vinir eru reyðagull Á ja, á ja
Vinir eru reyðagull Uttan teir fert tú á rull Vinir eru reyðagull Á ja, á ja
Tømið eina vinarskál Leskið tykkar sinn og sál Um so eydnan flýggjar burt frá tær Vinurin er altíð har Um so eydnan flýggjar burt frá tær Vinurin er altíð har
___ ___ ___ ___ ___
V22 (31/5-4/6.2021)
556 Á morgni árla vit Guði lova, sum lærdi okkum so trygt at sova í Jesu navni um náttartíð sum børn á armi hjá móður blíð’.
2. Á morgni sólin í líðum hongur; og til sítt arbeiði maður gongur; sum fuglur vítt yvir landið fer, mín morgunsongur úr hjarta ber.
3. Á morgni árla av gulli lýsir, og hugin gleðini inni hýsir; er sælur dagur, um tárið rann, tá til Guðs æru tú livdi hann.
4. So gangi hvør til sítt egna yrki, og byggi hvør so Guðs hús og kirkju; tá fært tú eydnu og huga til at gera gagn, rætt sum Guð tað vil.
Norskur. A.C. Evensen.Lag: Sl. 19.
Ein firvaldur í góðum lag fleyg heim av mýru summardag og vildi flugu hitta. Hann hevði frætt og fregnað tað, at hon var fjóði fitta.
Hann setti seg á køstagarð. Í stundini var flugan har: »Hvør trevil á tær skínur, og onkur hevur bustað tær. Hvat vilt tú her so fínur? «
»Eg komi her at hitta teg, og vilt tú ikki eiga meg og fylgja mær í mýru tá døggin fellur, flákri eg um sóljukopp og sýru.
Mítt lív er leikur, frítt og bjart, og um tú saman við mær vart, nógv bjartari tað gjørdist; tí sníðið títt tað er mær kært, av tí eg higar førdist.«
Men flugan svarar fyri seg: »Nei, eg vil ikki eiga teg, eg rúki røst av tvøsti. Far burtur frá mær, flúgv tín veg, tú unnast ei í køsti.«
Firvaldur gjørdi, sum hon beyð, hann aftur heim í mýru fley; Tó sárur gjørdist tokkin. Men flugan hevði onga neyð – hon fór til grindalokkin.
Tí líka børn tey leika best, tað vita fólk og flugur flest, og slíkt er gott at vita; tí hann man altíð missa mest, íð annað fram vil flyta.
Ein grindalokkur hann er so, at fluguni hann sendir boð; tey liva ei av sýrum. Firvaldur sýgur smæru, og hann unast best á mýrum.
Hine ma tov uma nayim shevet achim gam yachad. Hine ma tov uma nayim shevet achim gam yachad.
Hine ma tov shevet achim gam yachad. Hine ma tov shevet achim gam yachad.
V20 (17.-21.05.2021)
Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim!
H. Agerbek um 1850. Símun av Skarði. Lag: Sl. 188.
Mána og sól, veður og vind og blómur og børn skapaði Guð. Himin og jørð alt eigur hann. Harranum vilja vit takka.
Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Jesus, á fold livdi sítt lív og doyði for oss, livir í dag, ja, hann er her, ja, hann er her. Harranum vilja vit takka.
Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Andi tín, Guð, uggari vár, so livandi er, ber okkum boð gjøgnum øll ár um tína náð. Harranum vilja vit takka.
Harri, vit takka tær. Harri, vit prísa tær. Harri, vit syngja títt heilaga navn.
Tango-kettan
Eg eigi eina kettu við longum hvítum hala, og tá vit bæði spæla, hon sigur bara: mjav! Hon sleikir sær og murrar, og aldri er hon ill! Tað er bert, tá hon dansar, at hon verður vill!
Mín ketta dansar tango, tango, tango. Hon dansar sum ein drottning, so vøkur og so fín. Hon dansar altíð tango, tango, tango, og hon er verðins fittasta, lítla ketta mín! Mijav!
Maria hevur fuglar, og Karin hevur hundar, og Per sær altíð skundar, tá hesturin skal inn. Øll djór tey eru stuttlig, men um tú spyrst meg hví, eg elski mína kettu? Ja, so er tað tí:
Mín ketta dansar tango, tango, tango. Hon dansar sum ein drottning, so vøkur og so fín. Hon dansar altíð tango, tango, tango, og hon er verðins fittasta, lítla ketta mín! Mijav!
Eitt sirkus kom og spurdi, um kettan var til sølu! Eg gjørdi eina gølu, tí kettan er jú mín. Tú heldur at eg lúgvi! Tað síggi eg á tær, men tú kanst bara koma heim til mín við mær!
Mín ketta dansar tango, tango, tango. Hon dansar sum ein drottning, so vøkur og so fín. Hon dansar altíð tango, tango, tango, og hon er verðins fittasta, lítla ketta mín! Mijav!
Týtt úr donskum hevur Pauli í Sandagerði
Blómubilur
D G D Bm Hagin eigur nógv sum grør,
Em F#m G6 Aalt so vakurt er,
G6 A D Bm beiggi mín í báti rør
Em A D B7 ský um himmal fer.
Em A D ský um himmal fer.
Geri mær ein lítlan bil, her eg siti sjálv, róðrið er einsummardá, krákuber til hjól krákuber til hjól.
Nummarplátan er eitt blað, takið er bert gras, so er tað motorurin, nei, tað er bert fjas nei, tað er bert fjas.
Lyktir eru sóljur tvær, skína bjart og gult. Skína, sjálvt tá regnið er fáa seg ei dult fáa seg ei dult.
Síðuspeglið er ein urt, eg ei kenni til. Skuldi kanska pápa spurt, um hann hjálpa vil um hann hjálpa vil.
Átta ár,tað eri eg eigi fínan bil. Sólin kínur enninum, gott at vera til gott at vera til.
V18 (03.05-07.05.2021)
V17 (26.-29.04.2021)
“Sálmurin” hesa vikuna
Ansa eftir, hvat tú sært, eyga mítt, ansa eftir, hvat tú sært, eyga mítt, tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvat tú sært, eyga mítt!
:/: Ansa eftir, hvat tú sigur, muður mín, :/: tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvat tú sigur, muður mín!
:/: Ansa eftir, hvat tú gert, hondin mín, :/: tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvat tú gert, hondin mín!
:/: Ansa eftir, hvar tú stígur, fótur mín, :/: tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvar tú stígur, fótur mín!
:/: Ansa eftir, hvat tú trýrt, hjarta mítt, :/: tí vár Gud alt veit og sær, hann er hvørjum barni nær! Ansa eftir, hvat tú trýrt, hjarta mítt! Johs. Andr. Næss
D Ebo Em7 A7 G/D D Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, F#m/C# Hm H7 Em allir ljósir einglar fylgja tær. A D/A A7 G/D D Ebo Am/Eb Em Harrin, hann er vinur tín hin besti, Em A11 A7 D hansar eyga allar vandar sær.
2. Hýs í hjarta tínum bert tí góða, gloym tað ónda, ið vil sára teg, tá so fagrir sangir skulu ljóða fyri tær á øllum tínum veg.
3. Mangt í heiminum er vánt at kenna, alt tað besta heldist fyri spott; minst tó til, at tá tey óndu flenna, skalt tú halda hjarta reint og gott.
4. Teim, ið treingja, skalt tú vera góður, troysta tey, ið eru veik og arm. Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður, tekur tær úr hjarta sorg og harm.
5. Kemur tú framvið, har klokkur ringja, steðga tá og bið títt faðirvár, tað er bøn, ið styrkir og kann yngja, sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
6. Um tú snávar, miss ei fótafestið, minst bert til, at Guð er altíð nær. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær.
Every time I’m away from Liza Water come to me eye Every time I’m away from Liza Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
I remember when love was new Water come to me eye There was one, but now there’s two Water come to me eye
Come back Liza, come back girl
When the evening starts to fall Water come to me eye I need to hear my Liza’s call Water come to me eye
Come back Liza, come back girl
Standing there in the marketplace Water come to me eye Soon I’ll feel her warm embrace Water come to me eye
Come back Liza, come back girl
In the shadow I stand a while Water come to me eye Soon I’ll see my Liza’s smile Water come to me eye
Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye Come back Liza, come back girl Wipe the tear from my eye
V15 (12.-16.04.2021)
Sálmur nr. 556:
Á morgni árla vit Guði lova, sum lærdi okkum so trygt at sova í Jesu navni um náttartíð sum børn á armi hjá móður blíð’.
Á morgni sólin í líðum hongur; og til sítt arbeiði maður gongur; sum fuglur vítt yvir landið fer, mín morgunsongur úr hjarta ber.
Á morgni árla av gulli lýsir, og hugin gleðini inni hýsir; er sælur dagur, um tárið rann, tá til Guðs æru tú livdi hann.
So gangi hvør til sítt egna yrki, og byggi hvør so Guðs hús og kirkju; tá fært tú eydnu og huga til at gera gagn, rætt sum Guð tað vil.
Norskur. A.C. Evensen.Lag: Sl. 19.
V14 (6.-9.4.2021)
Sálmur nr. 545: Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart
Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart, sjálvur ert ljóskeldan reina; aldri seg nærkar tær myrkrið so svart, sólin har vald hevur eina.
Skýggini dimmu nú hvørva so brátt, dagurin bjarti nú rísur; stjørnur, sum glógvaðu myrklongu nátt, blikna, nú sólbirtan lýsir.
Frísk vit frá náttarrógv glað eru nú tøkk tær við songi at veita; náttina starblindu burt beindi tú, dagsljósið aftur man leita.
Halt allar freistingar okkum ífrá og alt, sum tungliga bagir! Við tínum kærleika ver okkum hjá, halgi og algóði faðir!
Vreiðini steðga, tí hon veldur neyð! Gleði og frið gev í sinni! Fátæka manni gev dagliga breyð! Leið tú oss úti og inni.
Styrk tú og styðja oss, fast vit tá stá, stríða og sigra í stríðum! Frelsari vár, tú skalt æruna fá nú og í ævigum tíðum.
C.J. Brandt 1874. Símun av Skarði.Lag: Sl. 110.
Morning has broken Like the first morning Blackbird has sproken Like the first bird Praise for the singing Praise for the morning Praise for them springin Fresh from the world
Sweet the rain’s new fall Sunlit from heaven Like the frist dew-fall On the first grass Praise for the sweetness Of the wet garden Sprung in completeness Where his feet pass
Mine is the sunlight Mine is the morning Born of the one light Eden saw play Praise with elation Praise ev’ry morning God’s rec recreation Of the new day
Morning has broken Like the first morning blackbird has spoken like the first bird praise for the singing praise for the morning praise for them springin fresh from the world
Grøvin sterka rivnað er, Jesus reistur upp man vera, blóðið hans, ið runnið er, syndarar man fríar gera. «Hin krossfesti», so er skrivað, «er í grøv ei, hann man liva.»
Jesus stóran sigur vann, fyri meg hann hevur vunnið, nú eg Guði prísa kann, tí eg havi Jesus funnið; ei eg nú kann óttast vanda, himmalin man opin standa.
J. Nordal Brun 1786. H. Biskupsstøð. Lag: sum Sl. 174.